Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 216- 10. november 2008 TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR P/F Kongabrúgvin . Postsmoga 329 . FO-110 Tórshavn . tel. +298 345600 . Faks 345601 . tf@trygging.fo . www.trygging.fo Kundavinarligt og greitt samskifti, umframt ein fram- søkin og nýhugsandi marknaðardeild, eru týðandi liðir í at røkka málum okkara. Fyri at styrkja og menna hesi leita vit nú eftir rætta samskiftisfólkinum, ið m.a. skal taka sær av samskiftismálum hjá felagnum. Kanska hetta er júst tú? Vit kundu hugsað okkum, at tú … > hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir og hug at arbeiða innan samskifti og marknaðarføring > ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva > dugir væl at raðfesta, at halda ásettar freistir og ert framsøkin > dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi > hevur lætt lyndi og sært tað skilagóða í broytingum > dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga Vit kunnu bjóða tær Nýtt, fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menning. Eitt starv, ið tú í stóran mun hevur møguleika fyri at verða við til at skapa, í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðsøki Samskiftisfólkið kemur at starvast á deildini fyri Menning & Marknaðarføring. Deildin fyri Menning & Marknaðarføring er deild hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, men veitir eisini ráðgeving til onnur feløg í samtakinum, herundir TF Holding og Betri pensjón. Deildin er býtt í trý øki. Hesi eru Menning, Marknaðar- føring og KT. Samskiftisfólkið kemur at starvast í økinum fyri Marknaðarføring, ið hevur ábyrgdina av øllum samskiftis- og marknaðarføringsmálum hjá felagnum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í Føroyum og lønt í mun til útbúgving og royndir. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Kristinu Háfoss, deildarstjóra, á tlf. 21 00 36 ella við at senda teldupost til kh@trygging.fo. Starvið skal setast skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 20. november 2008 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Marknaðardeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella umvegis www.trygging.fo Vilt tú tryggja okkara samskifti? Tryggingarfelagið Føroyar stevnir við fullari ferð móti settum málum og avbjóðingum í altjóða høpi. sansir.fo Som led i vor løbende udvidelse af Rederiets tonnage tilbyder herning shipping gode karrieremuligheder i Rederiets DIS-registrerede flåde. Maritime karrieremuligheder i herning shipping Dæksofficerer og Maskinofficerer For yderligere information kontakt venligst herning shipping a.s., Theresavej 1, 7400 Herning, tlf. direkte +45 9626 6671 eller mail crew@herning-shipping.com, www.herning-shipping.com. herning shipping a.s. driver international rederi- og mæglervirksomhed og disponerer over 40 tankskibe. Rederiet beskæftiger ca. 400 medarbejdere - 350 til søs og omkring 60 i administrationen i Danmark, Frankrig og Singapore. Rederiet har godkendt kvalitetsstyringssystem i henhold til ISO 9001, ISO 14001, ISM, GMP + HACCP samt OHSAS 18001. Alle certifikater er udstedt af Lloyds register Quality Assurance for såvel skibe som administrationen. X við Elin Vatnhamar Olsen Á lista E í Eysturkommunu Míni áhugamál Samansjóðing Trivnaður Skilagóð fíggjarstýring Ungdómurin Vinnulívið