Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 35 síður

Tekstur á síðuni

LUFTTRÝSTIÐ VEÐRIÐ VESTFALLSKYRRINDI 13. novembur Fullmáni 14. novembur Mánin næstur jørðini Kelda. Álmanakkin 2008 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Avfallið: 2,0 mm – mált frá 10/11 kl. 0600 – 11/11 0600. Avfallið higartil í november: 2 mm Hitalagið mált frá 10/11 kl. 0600 – 11/11 0600. Hitin í gjár: 6,9° Minsti hiti máldur í november: -4,0° - Mesti hiti máldur í november: 12,2° Veðrið í morgin: Fleyr til gul av ymsum ættum og sólglottar, men eisini okkurt ælið, partvís kavi. Hitin millum 1 og 5 stig. Seinnapartin veksur hann vindin upp í ein strúk av landsynningi og um kvøldið regn. Lýggjari. AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri november HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 16 14 12 10 8 6 4 2 0 -2 Miðalhitin fyri november 11. nov 4:20 16:43 3:20 15:43 3:35 15:58 6:20 18:43 7:20 19:43 2:35 14:58 1:35 13:58 4:35 16:58 5:35 17:58 4:05 16:28 5:20 17:43 12. nov 5:06 17:32 4:06 16:32 4:21 16:47 7:06 19:32 8:06 20:32 3:21 15:47 2:21 14:47 5:21 17:47 6:21 18:47 4:51 17:17 6:06 18:32 13. nov 5:58 18:24 4:58 17:24 5:13 17:39 7:58 20:24 8:58 21:24 4:13 16:39 3:13 15:39 6:13 18:39 7:13 19:39 5:43 18:09 6:58 19:24 14. nov 6:48 19:19 5:48 18:19 6:03 18:34 8:48 21:19 9:48 22:19 5:03 17:34 4:03 16:34 7:03 19:34 8:03 20:34 6:33 19:04 7:48 20:19 15. nov 7:51 20:22 6:51 19:22 7:06 19:37 9:51 22:22 10:51 23:22 6:06 18:37 5:06 17:37 8:06 20:37 9:06 21:37 7:36 20:07 8:51 21:22 Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires -9 -3 -3 1 -- -- 4 4 6 4 7 -- -- 8 -- 8 10 9 5 14 13 4 5 12 13 18 19 -- 16 21 9 27 30 31 -- 10 23 16 -- -- 15 -- 25 Petur Skeel Jacobsen greiður frá um veðrið Í gjár: Eitt lágrýst, 981 hPa. yvir Skotlandi fer eystureftir og dregur kalda luft av norði móti Føroyum. Í dag: Millum eitt hátrýst við Eysturgrønland og lágtrýstið yvir Norðsjónum rekur eitt skifti køld luft av norði móti Føroyum. 36 1-6 m/s 8-13 m/s Nr. 217 - 11. november 2008 3-8 m/s 3-8 m/s Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av vestri ella av ymsum ættum og ælingur, men um kvøldið yvirhøvu turt. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Leygardagin upp í hvassan vind millum landnyrðing og landsynning. Sunnudagin minni vindur av av útnyrðingi. Sólglottar, men eisini ælingur – sunnunáttina møguliga kavaælingur. Hitin millum 2 og 6 stig. 3-8 m/s 3-8 m/s SKÚLABØKUR Tíðindaskriv Nýggjar Súlu-bøkur, sum júst eru komnar á marknaðin, geva børnum møguleika at læra at lesa longu, tá tey duga nakrar fáar bókstavir. Smáu lesibøkurnar hoyra til bókstava- og ljóðbókina, Súlan, sum byggir á gransking um innlæring og er eitt týdningarmikið amboð í fyrstu lesi-innlæringini. Tey seinastu árini hevur nógv kjak verið um lesiførleikar hjá børnum. Skrivligt samskifti er í dag so umfatandi, at øll børn mugu læra væl og virðiliga at lesa. Fyri at møta tørvinum á dygdargóðum arbeiðsamboðum til hesa uppgávu, hava lærararnir, Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, skrivað bókstava- og ljóðbókina, Súlan. Høvuðsbókin, Súlan, kom á marknaðin seinasta heyst og hevur fingið góða móttøku. Rithøvundarnir hava hildið fleiri væl-vitjað skeið, og eftirmetingin hevur verið framúr góð. Og nú eru fyrstu lesibøkurnar til Súluna útkomnar. Bøkurnar eita Sólin sá lás í á og Sólin sá ís í á. Lesibøkurnar eru ætlaðar næmingum at lesa, so hvørt, sum teir hava lært teir ávísu bókstavirnar. Fyrstu bøkurnar hava løtt og ljóðrøtt orð, sum saman við myndum, geva barninum stuðul og mót til lesingina. Eftir ætlan koma seks smáar lesibøkur til Súluna út hetta skúlaárið. Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um. Í tekstinum eru nógvar endurtøkur, og samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók. Hugsjónin handan Súluna er, at børn læra at lesa við at binda bókstav og ljóð saman. Gransking vísir, at okkara evni at vera varug við einstøku ljóðini í talumálinum eru avgerandi fyri lesilæringina. Kanningar í m.a. USA og Danmark hava staðfest, at tú sleppur ikki undan at arbeiða skipað við sambandinum millum bókstav og ljóð, um tú vilt náa einum neyvum lesiførleika. Saman við nágreiniligu lærarabókini, spæl- og sangfløguni, teldutøku orða- spølunum og putlisøgunum á netinum og nýggju smáu lesibókunum er bókstava- og ljóðbókin Súlan ein góð heildarloysn til ta fyrstu lesi- innlæringina. Súlan fevnir fyribils um hesar undirvísingarmiðlar: Bókstava- og ljóðbókin Súlan Lærarabók Fløga við teldutøkum undirvísingarparti Avritssíður (á www.fsg.fo ) Tvær smáar lesibøkur (fleiri koma) Súlubøkurnar eru uppruna føroyskar, Osvald Jacobsen hevur teknað og Gunvør Højgaard hevur skrivað. Hannis Egholm hevur greitt til prentingar, og bøkurnar eru prentaðar hjá Føroyaprent. Bøkurnar eru 19 síður og kostar 68 kr. hvør. Kelda: www.fsg.fo Súlubøkur læra børn at lesa