Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 218 - 12. november 2008 Fyrst gavst norska reiðaríið Fjord Line at sigla upp á Hanst­ holm, og nú hevur Smyril Line gjørt av, at Norrøna skal bara sigla hagar um summarið. Stjórin í Hanstholm Havn ásannar, at avgerðin hjá føroyska reiðarí­ num kemur teimum illa við Sjóvinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo -Smyril Line hevur siglt upp á Hanstholm í mong ár, og tí er tað sjálvandi harmi- ligt, at felagið nú bara fer at sigla higar um summarið. Men vit skilja avgerðina, sigur Birgitte Juhl, havnar- stjóri við Sosialin. Tá Fjord Line gavst at sigla upp á Hanstholm, var grundgevingin, at havnin har nøktaði ikki tørvin hjá reriðarínum. Hesi orðini fu llu ikki í góða jørð í vestur- jútska havnarbýnum, har fólk vildu vera við, at orðini hjá norska reiðarínum vóru skaðilig fyri umdømið hjá havnini í Hanstholm. Bir- gitte Juhl heldur tó ikki, at Smyril Line er ávirkað av norsku metingini. Hon ásan- nar, at tað hava verið dagar, har Norrøna ikki er sloppin inn í havnina í Hanstholm, men hevur verið noydd at fara aðrastaðni, og at tað hevur kostað reiðarínum pening. Og hon er sera feg- in um framferðarháttin hjá føroyska reiðarínum. -Vit hava havt eitt sera gott og sakligt samskifti við Smyril Line. Eg harmist sjálvandi avgerðina, men eg skilji støðuna hjá felag- num væl, og eg hevði gjørt tað sama, var tað mín fyri- tøka, sum var soleiðis fyri, sigur Birgitte Juhl. Avmarkaður missur Ferjuhavnin og flutningurin umvegis havnina hava sera stóran týdning fyri Hanst- holm. Umsetningurin hjá havnini liggur um 33 milliónir krónur um árið. Av hesum stava einar tvær milliónir krónur frá havnar- pengum frá Smyril Line. Ein part av hesum missir havnin nú, men stjórin ugg- ar seg við, at Norrøna fer at sigla tvær ferðir upp á Hanstholm um vikuna næsta summar, so nakað av missinum kemur ninnaftur. Men ferjusiglingin kastar ikki bara av sær hjá sjálvari havnini. Tá Fjord Line gavst at sigla upp á Hanst- holm, varð sagt, at avgerðin kostaði nærumhvørvinum fleiri hundrað milliónir krónur í mistum inntøkum. Birgitte Juhl sigur, at tað ber ikki til at samanbera Fjord Line og Smyril Line í so máta, tí meðan Norrøna flytir umleið 50.000 ferða- fólk umvegis Hanstholm um árið, lá árliga ferðafólka- talið hjá Fjord Line um 450.000. Tí er tað sjálvandi avmarkað, hvussu nógv nærumhvørvið missir av broyttu siglingini hjá Norrø- nu. -At skipið nú fer at sigla higar tvær ferðum vikuna skuldi helst givið fleiri ferðafólk, so tann ágóðan fáa vit eisini, sigur havnar- stjórin. Hinvegin er tað greitt, at avgerðin hjá Smyril Line at lata Norrønu sigla til Esbjerg níggju mánaðir av árinum fer at hava við sær, at minni farmur verður av- og innskipaður um havnar- lagið í Hanstholm. Birgitte Juhl er stjóri í Hanstholm Havn Mynd: Hanstholm Havn Harmast men skilja avgerðina hjá Smyril Line Fólkaatkvøðan í 1946 er er evnið í høvuðsgreinini í nýggjastu útgávuni av týskmælta tíðarritinum TJALDUR TíðarriT Hanus Kamban Nummar 40 av tí týskmælta tíðarritinum TJALDUR er júst útkomið. TJALDUR er, sum ivaleyst mongum kunnugt, blaðið hjá tí týsk- føroyska vinafelagnum, sum varð stovnað í Düssel- dorf í 1988. Høvuðsgreinin hesuferð er eftir Detlef Wildraut, har hann viðger fólkaatkvøðuna í 1946. Detlef Wildraut almannakunnger í løtuni eina drúgva ritgerð um fólkaatkvøðuna í 1946 og hennara forsøgu. Hetta er annar av tilsamans trimum pørtum av hesi viðgerð. Sum tey undanfarnu bløð- ini er eisini hetta á tremur av forvitnisligum tilfari um føroysk viðurskiftir, tað veri seg innan politikk, ítrótt, list, bókmentir, tón- leik osfr. Forkunnugur lesn- aður er dagbókin hjá tí enska náttúrugranskaranum George Clayton Atkinson, sum ferðaðist í Føroyum í árinum 1833 saman við tveimum feløgum. Nevnt eigur eisini at verða, at Nor- bert B. Vogt og Uwe Kor- deck halda fram at dagføra ta stóru týsku bibliografiina um føroysk viðurskiftir. Hetta blaðið tykist at hava verið liðugt ritstjórnað, áðrenn vit fingu eina nýggja samgongu. Um ta farnu samgonguna skrivar blað- stjórin í oddagrein, sipandi til Eidesgaard og Hoydal, at henda royndin er tekin um dirvi og pragmatismu, men at hon samstundis goymir í sær eitt ikki munarlítið “Konfliktpotential”. Eg meini tað! TJALDUR er eitt sera upplýsingarríkt og væl rit- stjórnað tíðarrit, sum fatar um allir tættir í sambandi við okkara lítla oyggjaland. Millum tær mest áhugaverdu greinarnar, sum blaðið fyrr hevur havt, kann verða nevnd ritgerð eftir Detlef Wildraut um klaksvíkar- stríðið, eitt evni, sum vit før- ingar hava havt ilt við at nærkast. Blaðstjóri á TJALDRI er Norbert B. Vogt. E-mail: norbertvogt@arcor.de Týskt tíðarrit viðger fólkaatkvøðuna Høvuðsgreinin í Tjaldur hesuferð er partur av drúgvari ritgerð hjá Detlef Wildraut av fólkaatkvøðuni í 1946 Føroyskir rithøvundar á BogForum Nýggja forlagið Torgard luttekur í ár á árligu bókamessuni BogForum í Keypmannahavn, sum verður í døgunum 14-16. november.Í hesum sambandi vitja høvundarnir Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal og Bárður Oskarsson básin hjá forlagnum á BogForum. Hetta verður leygardagin 15. november kl. 15.00. Tá ber eisini til hjá teimum vitjandi at ogna sær útgávurnar hjá forlagnum Torgard við avsláttri. Forlagið hevur longu givið út fýra føroyskar barnabøkur í danskari týðing, og í næstum koma tvær skaldsøgur eftir føroyskar rithøvundar. Bøkurnar, sum í næstum koma út á forlagnum, eru skaldsøgurnar "Glansbilledsamlerne" eftir Jóanes Nielsen, sum Povl Skårup hevur týtt og "Dalen" eftir Gunnar Hoydal, sum Jette Hoydal hevur týtt. Forlagið Torgard verður at finna í bási nr. 16 á BogForum 2008.