mikudagur 12. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 218 - 12. november 2008
Bogi Andreasen
er eitt nýtt andlit í
politikki, hóast hann
er klaksvíkingur
eydnaðist tað honum
at fáa 489 atkvøður
í Tórshavnar
kommunu og harvið
næst flestar til valið
í gjár. Samgongan
er skipað og Bogi
Andreasen hevur
fingið varaborgar
stjórasessin.
Hjartamál hansara
eru trivnaður,
Miðbýurin og
Hoyvíkin
Býráðsval
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Stórsta nýggja andlitið í
býráðnum á hesum sinni er
Bogi Andreasen, sum ikki
áður hevur verið sjónliga
virkin innan politikk. Tað
eydnaðist honum tó at fáa
fleiri atkvøður enn bæði
Leivur Hansen og Jógvan
Arge, sum eisini stillaðu
upp á Tjóðveldislistanum.
- Eg hevði als ikki væntað
at fáa so nógvar atkvøður,
segði hann skelkaður og
glaður. – Eg vónaði at koma
inn, at júst koma um markið
og harvið koppa inn. Vónaði
at koma inn, ikki tí eg bara
vil í býráðið, men tí eg
brenni veruliga fyri mínum
málum.
Orsøkina til megnarvalið
hjá honum, metti hann vera,
at hann er ein kend persón-
ligheit á mentanarpallinum
í Havnini. Umframt at vera
leiðari á Margarinfabrikkini
seinastu fimm árini, hevur
hann skipað fyri stórum
konsertum, sum til dømis
Bryan Adams og Asfalt.
Eisini hevur hann orð á sær,
um at duga at fáa mál framd
í verki, meira enn bara at
tosa um tey.
Nógv á skránni
Sum varaborgarstjóri hevur
hann ætlanir fyri framtíðina,
fyrst á breddanum standa
hansara
hjartamál,
ein
nýggj miðbýarætlan, Hoy-
víkin og trivnaður fyri øll.
Men hóast hjartamál hans-
ara snúgva seg um Havnina
verður útjaðarin í kommuni
ikki gloymdur, leggur hann
afturat.
Sjálvur er hann sera væl
nøgdur við samstarvið við
Javnaðarflokkin.
Hann
metti tað vera fullkomiliga
náttúrligt at halda fram har
seinasta samgongan slepti.
Javnaðarflokkurin,
við
Heðini Mortensen á odda,
var nógv hin størsti, tí hevði
tað ikki verið rætt at skipað
eina samgongu uttanum
hann.
Tað stóð Tjóðveldisflokk-
inum í boði at fara í sam-
gongu saman við Fólka-
flokkinum, har hevði Bogi
Andreasen verið hann, ið
hevði fingið flestar atkvøð-
ur og verið upplagdur
borgarstjóri.
- Víst eru nógvir møgu-
leikar, men tað hevði ikki
verið rætt at farið burtur frá
Javnaðarflokkinum. Eg má
kunna síggja meg sjálvan í
andlitið eftir hetta. Býráðið
eru jú fyrimyndir hjá borg-
arunum, sum hava valt okk-
um, tí ber ikki til at gera
slíkt fyri at fremja seg sjálv-
an, sigur Bogi Andreasen.
Baklandið
- Uttan bakland hevði tað
ikki borið til. Konan hevur
alt at siga, uttan hennara
stuðul hevði hetta ikki latið
seg gera, sigur hann. Hann
leggur afturat, at hann
hevur ein stóran vinaskarða,
ið hevur staðið aftanfyri
hann og stuðla honum
gjøgnum alla hesa tíðina.
Pápi hansara sat seinasta
skeið í býráðnum í Klaksvík
fyri Fólkaflokkin, men tað
eydnaðist honum ikki at
vera valdur inn á hesum
sinni.
- Eg ringdi til hann í nátt
og hann varð sera errin,
sigur Bogi Andreasen við
einum smíli. At familjan og
onnur standa aftanfyri seg,
hevur
ómetaliga
stóran
týdning fyri hann.
Í býráðið
Hvussu
gerandisdagur
hansara fer at síggja út
komandi tíðina, ánar hann
als ikki. Hann greiðir frá, at
alt er so nýtt og spennandi.
Í hesi vikuni fara samráð-
ingarnar fram, um hvussu
samgonguskjalið
skal
síggja út.
- Eg havi fingið ótrúliga
nógv sms boð, har fólk eru
komin við áheitanum og
stuðli, men enn kann eg
einki lova, men samstarvið
millum partarnar eru gott,
sigur hann.
Nýggja stjørnuskotið í Havn
Oddfríður Marni
Rasmussen kann
nú eisini nevna seg
barnabókarithøvund,
nú hann gevur út
bókina Innantanna
Anna og Túsund
beinið Súni
Nýggj Bók
Við sínum sermerkta skrivi-
stíli og humor sigur Odd-
fríður M. Rasmussen hesu-
ferð søguna um puddil-
hundin Annu, sum altíð
hevur verið tigandi, og um
túsundbeinið Súna, sum er
alt annað enn tigandi.
Súni er skrappur og
arbeiðir nógv, hann er sjálv-
støðugur
vinnurekandi,
sum rithøvundurin tekur til,
so hann er altíð á fleggj og
hevur ovmikið at gera, ikki
um at tala, tá ið hann kemur
til hús í ruskveðri og skal
turka stivlar og hosur á
radiatorinum.
Men sjálvt um Súni er
skrappur, so er hann góður
við vinkonu sína Annu, og
tá ið Anna ein dagin er
komin í neyð, tí hon knapp-
liga er farin at tosa, so
traðkar Súni sjálvandi til og
hjálpir henni burtur úr
fløkjuni, sum er um at gera
Annu í ørviti.
Tey bæði fara á eina ferð
út um portrið og hitta nógv
onnur stuttlig og sermerkt
djór, sum øll hava sína
søgu, og sum hjálpa teimum
báðum víðari fram móti
eini loysn á málinum.
Bárður Oskarsson eigur
tekningarnar i bókini.
Innantanna
Anna
og
Túsundbeinið Súni er 60
blaðsíður,
í
litum
og
innbundin.
Tað
er
Bókadeildin, sum gevur út.
Oddfríður Marni Rasmussen
við nýggjari barnabók
Bárður Oskarsson eigur
tekningarnar í nýggju
barnabókini hjá Oddfríður M.
Rasmussen
-ave-
- Uttan bakland hevði tað ikki borið til. Konan hevur alt at siga, og uttan hennara stuðul hevði
hetta ikki latið seg gera, sigur Bogi Andreasen, sum er nýggjur varaborgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu
Mynd: Álvur Haraldsen
Løgin Beatles akkord
Tónleikarar, matematikarar og onnur hava í meira enn 40 ár roynt at
koma til botns í, hvør byrjunarakkordindin í víðagitna Beatles
sanginum »A Hard Day’s Night« er. Akkordin, ið verður spæld fyrst
er samansett av fleiri ljóðførum, men fremst er 12-streingjaði
gittarin hjá George Harrison. Fleiri hava roynt, men áðrenn Jason
Brown kunngjørdi úrslitið av síni fýra ára longu kanning, hevur tað
ikki verið vist hvørjir tónar vóru nýttir. Tað vísti seg, eftir at hava
nýtt støddfrøði og telduviðgerð, at George Martin sat við klaverið
og gjørdi sítt íkaast til hesa løgnu akkord.