Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 218 - 12. november 2008 Mitsubishi eru komnir á marknaðin við einum nýggjum Lancer Sportback, sum er ein rúmligur hatchback við 5 hurð­ um. Lancer Sportback fæst bæði í bensin­ og dieselútgávum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Mitsubishi Lancer, sum herfyri kom á markn­ aðin sum sedan, er nú eisini komin í hatchback útgávuni Lancer Sportback. Lancer Sportback er ein elegantur og rúmligur hatc­ hack við góðum, tryggum og sportligum koyrieginleik­ um. Bilurin sum vit royndar­ koyrdu var ein Lancer Sportback við 1,8 litra bens­ inmotori við 143 hk. Bilurin fæst eisini við 2,0 litra turbo dieselmotori við 140 hk og snúningsmomenti upp á 310 Nm við 1750 snún/­min. Stílurin í kabinuni er sportligur við t.d. alu­look á instrumentborðinum og á rattinum. Viðførisrúmið er 344 litrar, og við baksetr­ unum niðri verður tað 1349 litrar. Baklúkan er stór og lessihæddin er lág. Talan er um ein rættuliga væl útgjørdan bil við t.d. 18” sportfelgum, regnsen­ sorum, bakkisensorum, síðugáttum, frontspilara og spoilara yvir bakrútinum, umframt aðra útgerð sum fult automatiska klimaskip­ an, fartpilot, leðurróður v/­ multifunktión, airbag v/­win­ dowairbags, ABS v/­ ASTC, RDS, radio v/­fløguspælara, Bluetooth, og Rockford Fossgate audio system við 650W og níggju hátalarum. Designið er smart og í nýggjasta stílinum hjá Mitsubishi, og spoilarin aftan setur eisini sín sport­ liga dám á bilin. Talan er um ein bil sum avgjørt er kappingarførur í prísi og dygd. Mitsubishi Lancer Sport­ back kann síggjast og royn­ ast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin. Bilurin vit royndarkoyrdu kostar 260.000 krónur. Sum nakað nýtt er bilasølan hjá Ivan Johansen Bilum opin leyg­ ardag frá kl. 10­15. bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mitsubishi Lancer Sportback Motorurin 1,8 litra bensin við 143 hk Snúningsmoment 178 Nm við 4.250 snún/min CO2 útlát 188 g/km 0-100 km/t 10,4 sek Stødd og vekt: Longd 458,5 cm Breidd 176,0 cm Hædd 151,5 cm Eginvekt 1.355 kg Viðførisrúm 344/1349 Prísur kr. 260.000 (1.8i Intense) Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-100 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Mitsubishi Lancer Sportback Mitsubishi Lancer Sportback. Designið er smart og í nýggjasta stílinum hjá Mitsubishi Spoilarin aftan setur eisini sín sportliga dám á bilin Stílurin í kabinuni er sportligur við t.d. alu-look á instrumentborðinum og í gardanboksin Baklúkan er stór og lessihæddin er lág Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdag kl. 16.05, fríggjadag kl. 8.00 og leygardag kl. 13.