Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 219 - 13. november 2008 Betri lívstrygging Tel 345 700 • www.betri.fo Tankin er ræðandi. Tekna eina lívstrygging nú, so hevur tú gjørt títt, um illa vil til. Við eini lívstrygging tryggjar tú familjuna ella avvarðandi fíggjarliga, um tú doyrt. Set lívstryggingina saman, so hon hóskar til støðuna hjá júst tær og tínum. Kundi tú hugsað tær eitt prát, ert tú vælkomin at vitja okkum á torginum í SMS. Vit eru á torginum í SMS Frá hósdegnum 13. nov. til leygardagin 15. nov. ygg g Hevur tú hugsað, hvat hendir familjuni, um tú doyrt ? sansir.fo Føroyska oljufelagið, Faroe Petroleum hev­ ur fingið tillutað tvey nýggj leitiloyvi í 25. Bretsku leitiútbjóð­ ingini. Hetta hendir fáar dagar eftir, at felagið søkti um tvey loyvi í 3. føroysku útbjóðingini. LeitiLoyvi Jan Müller jan@sosialurin.fo Føroyska oljufelagið Faroe Petrolum hevur fingið til­ lutað tvey leitiloyvi á bretska landgrunninum. Hetta er úrslitið av 25. útbjóðingini í bretskum øki. Felagið hevur saman við Hurricane Ex­plora­ tion sum fyristøðufelag fing­ ið lut í einum loyvi vestan fyri Hetland, ið liggur tætt upp at føroyska markinum. Hurricane hevur 70% av loyvinum og Faroe Petrolum 30%. Hitt loyvið er í einum gassøki, og har hevur felagið 20%, meðan GDF Britain hevur 40% og RWE 40%. Faroe Petroleum er sera virkið á okkara leiðum og í grannalagnum við nógvum leitiloyvum í bæði føroysk­ um, bretskum og norskum øki. Felagið fer komandi tvey árini at bora ikki færri enn 20 leiti­ og metingarbrunnar, fýra av teimum komandi tríggjar mánaðirnar. Faroe Petroleum er við í næstu boringini á føroyska landgrunninum, har italski oljurisin ENI er fyristøðu­ felag. Herfyri lat felagið inn tvær umsóknir í 3. føroysku útbjóðingini. Onnur saman við StatoilHydro, Atlantic Petroleum og Dong og hin einsamallir. Meinhard Jacobsen, nevndarlimur í Faroe Petroleum letur inn umsókn til 3. Útbjóðing. Her hittir hann Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi Mynd Jens K Vang Faroe Petroleum tvey nýggj leitiloyvi í Bretlandi