hósdagur 13. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 219 - 13. november 2008
Í løtuni arbeiða tey
seinasta fiskin á Kós
ini í Klaksvík. Skipini,
ið vanliga veita virk
inum fisk, fóru undir
hamaran í gjár. Hóast
Jóhan Páll Joensen,
stjóri, arbeiðir við
einari loysn fyri at
bjarga øllum, hevur
hann ikki góðar vónir.
Sostatt eru 150 fólk
í stórum vanda at
missa arbeiðið
VinnulíV
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í alla næstu viku verður
onki arbeiði á Kósini í
Klaksvík. Orsøkin er, at
Føroya Banki í gjár keypti
øll skipini, ið vanliga selja
fisk til virkið. Skipini hava
eisini ligið síðan mánadagin,
tá møguliga seinasti fiskur
in kom á Kósina á hesum
sinni.
So
umleið
150
arbeiðsfólk liva í eini stórari
óvissu.
Tað er ongin loyna, at
Maru Seafood hevur flotið
tungt í sjónum seinastu
tíðina, og nú sær krakkið út
til at vera komið.
Tað sær onki út hjá
okkum. Vit royna at samráð
ast við bankan um eina
samlaða loysn í dag, men
vónirnar eru ikki so góðar.
Tað fyrsta er at fáa skipini
aftur, men tað eru aðrir
áhugaðir í skipunum, og eg
eri heilt vísur í, at um bank
in fær tað tryggari við
øðrum, so velur bankin teir,
sigur Jóhan Páll Joensen,
stjóri í Maru Seafood.
Alt fer
Maru Seafood hevur tað
ikki gott í løtuni, og hóast
Jóhan Páll Joensen er kend
ur í bankaheiminum, kennir
hann seg ikki á nakran hátt
tryggan.
Tað er eitt ár síðan eg
fór úr bankanum, og alt er
broytt so nógv síðani tá.
Bæði vinnuligu fyritreytir
nar og tær fíggjarligu. Men
tað er heilt víst, at um vit
ikki fáa skipini aftur, so fer
alt Maru Seafood í gjald
steðg. Tað vil siga øll átta
skipini og øll trý virkini
fara. Tá verður talan um
umleið 300 fólk, ið missa
størv síni, greiðir Jóhan
Páll Joensen frá.
Hini skipini eru, línuskip
ini, Fugltúgvan og Grani,
og virkini eru Norðís og
Eystís.
Samráðast í dag
Føroya Banki keypti í gjár
allar seks partrolararnar, ið
vanliga hava selt fisk til
Kósina. Skipini eru, Fjalls
hamar, Nónhamar, Smar
agd, Safir, Navarin og Borg
arin. Ongin bjóðaði ímóti
bankanum og skipini fóru
tilsamans fyri umleið tríggj
ar milliónir krónur. Hetta er
bert prísurin á sjópantukrøv
unum, tað er í hesum føri
løn til manningina og ymisk
havnargjøld. tað var vænt
andi alla tíðina, at Føroya
Banki fór at keypa, tí bankin
hevur lán útistandandi fyri
102 milliónir krónur í skip
unum.
Harafturat
hevur
bankin 25 milliónir krónur
í Kósini í Klaksvík. Eisini
aðrir fíggjarstovnar hava
pening
útistandandi
hjá
Maru.
Bankin bjargar
sær sjálvum
Bankin roynir sjálvandi at
fáa sum frægast burturúr,
og vit fara at kanna møgu
leikan at sleppa at arbeiða
víðari, men enn vita vit
onki. Tó koma helst indiker
ingar seinni í dag, og so fáa
vit at síggja, men tað er
heilt vist, at onki arbeiði
verður á Kósini alla næstu
viku, og so mugu vit bara
bíða og síggja hvat hendir,
sigur Jóhan Páll Joensen.
Sum er vísur í, at Maru ikki
stendur sterkari enn so, at
um bankin sær betri møgu
leikar við øðrum, so velur
hann teir, og so fer virkið
helst í gjaldsteðg.
Kósin stongir mánadagin
Føroya
Banki er
ikki eitt
reiðarí
VinnulíV
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað var Føroya Banki,
sum í gjár keypti tey seks
skipini hjá Jóhan Páll
Joensen. Men tað er ikki
ætlanin at halda uppá
skipini.
Vit fara nú at royna at
selja skipini. Vit keyptu
tey tí at vit eru panta
havarar í skipunum og
vilja hava sum best burt
urúr, sigur Janus Peter
sen,
stjóri
í
Føroya
Banka.
Sambært
stjóranum
eru allir keyparar í somu
skóm.
Tað eru fleiri, ið hava
áhuga í at keypa skipini.
Vit fara at fáa sum mest
burturúr, og tað ger, at
ongin fær fortrinsrætt
indi. Hvat annars er við
virkinum spælir helst
ongan leiklut, greiðir
stjórin í bankanum frá.
Janus Petersen leggur aft
urat, at teir eru í samráð
ingum
við
ymiskar
partar, og eru heilt víst
opnir fyri at selja skipini,
tí teir dríva ein banka og
ikki eitt reiðarí.
Jóhan Páll
Joensen roynir
í løtuni at
samráðast við
Føroya Banka
og onnur, um
at bjarga øllum
Maru Seafood,
sum eigur
Kósina
Frá mánadegnum verður onki arbeiði á
Kósini í Klaksvík og óvist er, um virkið
letur uppaftur í bræði
Skúlastýrini í Klaksvík vald
Samstundis, sum fólk valdu fólk í kommununa í Klaksvík, skuldu foreldrini at børnum í báð
um skúlunum í Klaksvík, eisini velja til skúlastýrini. Til skúlan á Ziskatrøð vóru 366 fólk og
valdu. Hesi avgjørdu, at Ella Heinesen við 114 atkvøðum, Martina Hansen við 68 atkvøðum
og Eyð Matras við 59 atkvøðum næstu fýra árini skulu vera umboðini hjá foreldrunum í skúla
stýrinum hjá skúlanum á Ziskatrøð. Eykafólk eru Magnus Arge og Ingrid Eysturdal. Øll í
umboðini eru vald á fyrsta sinni. Í skúlanum við Ósánna vóru 339 foreldur á valið. Mariann
Fuglø er toppskorari við 85 atkvøðum, henni næst eru, Símun Gullaksen og Karl Birgir
Isaksen, við ávikavist 79 og 69 atkvøðum. Tiltakslimir eru Edna Reginsdóttir og Sólfríð
Jakobsen. Í ymisku skúlastýrunum eru eisini umboð fyri lærararnar og umboð fyri
kommununa.