hósdagur 13. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
SvF • Sunnudag 16. kl. 20.00
»Robert« - 1:2
1. november verður føroyska
rocklegendan Robert McBirnie 65 ár.
Í hesum sambandi lýsir SvF í tveimum
sendingum tað spennandi og fjølbroytta
lív hansara, frá tí hann fyrstu ferð
sá dagsins ljós til dagin í dag. Leivur
Hansen og Bárður Veihe hava lagt
sendingarnar til rættis.
Discovery • Mikudag 19. kl. 21.00
»Ultimativ overlevelse«
Sahara 1 – Bear Grylls er í Sahara.
Her stríðist hann ímóti kviksendi, tí
brennandi hitanum og eini matskrá av
skorpiónum. Sum vant fer Bear langt
fyri at vísa, hvussu man yvirlivir í einum
truplum umhvørvi.
Dr2 • Sunnudag 16. kl. 20.50
»Danske mord –
Rovmorderen Bulotti«
Í oktobur 1908 brutu Bulotti og
illkenda harkalið hansara inn á ein garð
nærhendis Holte. Garðsánarin verður
dripin og kona hansara bakbundin fyri
eygunum á teirra børnum. Síðan ræna
teir alt, sum hevur nakað virði og rýma.
Løgreglan setur í verk eina stóra leitan
eftir brotsmonnunum.