hósdagur 13. november 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 13. november 2008
29
C. C. Danielsen er
eitt kent navn í Havn.
Hann var bæði post
meistari og spari
kassastjóri. Minni
kent er kortini, at
kona hansara Anna
Sofía var kend sum
”heimadoktari”
75. partur
Christian Cornelius Dan
ielsen
var
sonur
Lise
Margrethe f. Reinert (1812
1869) og Daniel Danielsen,
í Tranti, (18131896), timb
urmann í Havn.
Hann kom fyrst at arbeiða
hjá
landfútanum,
síðan
gjørdist hann fulltrúi hjá
sorinskrivaranum.
Hann
kom tá fleiri ferðir at vera
settur sorinskrivari.
Hann var við til at stovna
Tórshavnar Fráhaldsfelag.
Umframt sítt starv í spari
kassanum og sum post
meistari hevði hann onnur
álitisstørv. Hann var fýra ár
limur í kommunustýrinum í
Havn og gjørdist kommunu
grannskoðari í 1894.
Hann var stigtakari til at
stovna tryggingarfelag fyri
avvarðandi hjá sjólátnum í
1882 og var formaður frá
1901.
C.C. Danielsen hevur
verið ein sera fjølbroyttur
maður. Men hann hevur
ikki verið heilt vanligur
heldur. Hann var víttgang
andi á átrúnaðarliga økinum
og
er
fyrimyndin
fyri
”sparekassebestyrer Anker
sen” í Glataðu spælimonn
unum. William Heinesen
hevur vist gjørt nakað nógv
av, men søgur siga, at nakað
var um hetta.
Hann var mammubeiggi
Daniel J. Danielsen, sum
var trúboðari í Congo í
19013, og sum hevur verið
umrøddur
í
Miðvikuni.
Hann hevur eisini búð hjá
mammubeiggjanum.
Sonurin misti børnini
C.C. giftist við Onnu Sofíu
Larsen úr Porkeri.
Tey fingu tvey børn. Lisa
Margretha f. 1885 giftist
við einum verkfrøðingi í
Århus. Tey fingu tveir synir.
Annar teirra, Niels, var eitt
skifti giftur við Kirsten
Juelsvig, systirdóttir Kjart
an Mohr. Hann teknaði
kendu reklamuna fyri ferða
mannaskipið Tjaldur, har
ein maður hongur í bergi
num og fleygar. Einki er
vitað um eftirkomarar í hesi
grein.
Sonurin Johan Danielsen
kom at fylgja pápa sínum
bæði sum postmeistari og
sum sparikassastjóri í mong
ár. Hann giftist við Mar
grethu Christina Elisabeth
Müller, f. 1896. Tað gekk
illa við børnum hjá teimum.
Tey fingu ein son Hans
Christian í 1929. Síðan fingu
tey eina deyðfødda dóttir í
1934. Men í 1935 doyr Hans
Christian bráddliga av sjúku.
Fólk minnast enn, hvussu
syrgiligt hetta var.
Gravsteinurin sigur nakað
um familjusamhaldið. Um
framt C.C og konan Anna
Sofía,
liggja
her
pápi
hennara, Johan Larsen, og
børnini hjá Johan Danielsen.
Fólk minnast, at Johan
javnan plagdi at fara á
grøvina hjá børnunum á
veg frá arbeiði. Har hann
stóð við húgvuni eina løtu,
til hann fór avstað aftur.
Victor
Danielsen
var
systkinabarn Johan Daniel
sen. Ein mánaða eftir, at
Hans Christian var deyður
fingu Rikka og Victor ein
son, og tey kallaðu hann
Hans Christian eftir trí
menninginum. Hesin Hans
Christian fekk eisini eitt
stutt lív. 22. desember 1963
slerdi hann út av trolaranum
Vágbingi,
bert
28
ára
gamal. Minnist enn hvussu
skakandi hesi deyðsboð
vóru beint undan jólum.
Hans Christian var ein fram
úrskarandi unglingi, raskur,
fittur og góður at vera
saman við.
Tað ber til at lesa nógv
meira um C.C. og Johan
Danielsen í bókini Eikirøtur,
skrivað av Zakarias Wang,
og sum er í hvørjum húsi í
Føroyum.
Konan var
heimadoktari
Anna Evensen, dóttir Evu
og Andreas C. Lützen, gift
ist við próstinum Jens Christ
ian Evensen. Beint áðrenn
hon doyði í Danmark varð
hennara sera áhugaverda
lívssøga niðurskrivað. Hon
var í 2003 prentað í FF
blaðnum. Her var eisini ein
frásøgn um Onnu Sofíu,
konu C. C. Danielsen. Hon
var roknað fyri at vera eitt
so sjáldsama gott fólk. Hon
hevði eisini evnini at grøða
fólk, sum Anna greiðir frá:
Der var en Frue i Thors
havn, der havde ganske
mærkelige evner til at
helbrede syge.
Hendes fader, min mands
fætter, havde den samme
mærkelige evne, han var
det man i Danmark kalder
"klog mand". Da fruen var
barn, lurede hun udenfor
faderens dør, når han havde
patienter, for at opfange
råd. Sådan interesserede
hun sig allerede dengang
for det. Senere læste hun i
gamle bøger og opskrifter,
samlede urter og kogte dem
og havde altid nogle krukker
stående
med
noget
i.
Hendes højeste ønske var
blot at kunne hjælpe sine
medmennesker.
En dag kom der en mand
ind til hende i Thorshavn
og sagde: "Gode fru Daniel
sen, De må hjælpe mig, jeg
har koldbrand i armen".
"Nej, det kan jeg ikke,
De må gå til fysikus". "Men
fysikus vil sætte armen af,
hjælp mig, gode fru Daniel
sen." – "Nå ja, lad mig da
se armen." Manden smøg
ede frakken og skjorte
ærmerne op over den tykke
blå arm. Da fru Jacobsen
havde set lidt på den, tog
hun en nål og stak den ind i
en af årene ved håndleddet,
om det var i pulsåren ved
jeg ikke, strøg med hånden
armen ganske langsomt
oppe fra og nedad, idet hun
sagde: "Hjælp mig Jesus."
Hun blev ved med at stryge
armen, indtil der kom nogle
dråber blod. Dagen efter
gentog det samme sig og så
fremdeles. Jeg tror, at hun
stak nålen ind hver dag,
men ved det ikke. En måned
efter var manden rask.
Denne arm vilde lægen
sætte af helt oppe ved
skulderen.
Der var en sømand, Debes,
der havde fået beskadiget
tommelfingeren, så der gik
koldbrand i den. Debes gik
til lægen, der sagde, at han
vilde tage hele hånden:
"Men kom på mandag, så
skal jeg afgøre det."
Dette var om lørdagen,
lægen var ikke meget for at
amputere
om
søndagen.
Den næste dag, altså om
søndagen, gik Debes over til
fruen og bad hende om hun
ikke vilde hjælpe ham. "Nei,
De må skam gå til doktoren
med den finger," svarede
hun. "Til doktoren! Men
han vil tage hele hånden" –
"Nå, så får vi se, kom igen i
morgen." Om mandagen gik
han i en stor bue udenom
lægeboligen og ned til
hende, og hun tog ham så
under behandling. Fjorten
dage efter var han rask.
Jeg fik engang eksem på
panden,og jeg var også
nede hos hende. Når jeg gik
til og fra hende, havde jeg
et stort og tæt slør på for at
lægen ikke skulde kende
mig. Også mig kurerede
hun. Hendes ry er stedse
stigende, og der kommer
syge til hende fra snart sagt
alle øerne.
Kona sparikassastjóran
var heimadoktari
Komandi partur:
Í komandi parti verður
greitt frá grøvini hjá
Erik og Viggo
Bærentsen. Teir doyðu
báðir 1 ára gamlir. Tí
verður umrøðan um
Christian Bærentsen,
pápa teirra, sum var
einasti føroyski
amtmaðurin.
JOHAN LARSEN
F. 3-7-1831
D. 20-6-1890
ANNE SOPHIE DANIELSEN
F. LARSEN
F. 17-8-1858
D. 24-6-1937
CHRISTIAN CORNELIUS
DANIELSEN
F. 22-9 1849
D. 14-6-1935
HANS CHRISTIAN
DANIELSEN
F. 14-4-1929
D. 2-5 1935
LÍTLA SYSTIR
14-1-1934
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Johan Danielsen. (1888-1953)
Anna Sofía og Christian Cornelius Danielsen. Myndin er frá
Fornminnissavninum
Hans Christian Danielsen,
sonur Victor Danielsen,
sum varð uppkallaður eftir
Hans Christian, soni Johan
Danielsen. Báðir fingu teir
stutt lív
Í Tranti á Reyni, haðani C.C. Danielsen var ættaður. Navnið
hevði langabbin Daniel Danielsen (1742-1812) við sær til
Havnar úr Hovi