Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 14. november 2008 37 Stutt Sagt Størsta arbeiðs­ loysi í 25 ár Tað tykist ikki, sum at tey vánaligu hagtølini frá am­ erikonsku myndugleikun­ um vilja taka nakran enda. Í gjár varð boðað frá, at 65.000 amerikanarar mistu arbeiðið í síðstu viku, og at nú eru 3,9 milliónir am­ erikanarar arbeiðsleysir. Talið umfatar tey, sum hava fingið arbeiðsloysis­ stuðul í minst eina viku, og hetta er tað størsta arbeiðs­ loysistalið síðani 1983, skrivar AP. Sluppu ikki til Gaza Ísraelsku myndugleikarnir noktaðu í gjár 20 umboð­ um fyri ES at fara til tað pal­ estinska økið Gaza. Upp­ runaliga skuldu ES­umboð­ ini til Gaza fyri einari viku síðani, men tey fingu boð frá ísraelsku myndugleikun­ um at bíða eina viku. Men tá tey royndu aftur í gjár, sluppu tey ikki kortini, skrivar ísraelska blaðið Ha’aretz. Talsmenn hjá ísraelska hervaldinum siga við blað­ ið, at ES­umboðini sluppu ikki til Gaza, tí ísraelska fregnartænastan hevur fing­ ið frænir av, at víðgongdir palestinar har hava ætlanir eru um yvirgang í økinum. Fjaldi myndatól í vekjaranum Rætturin í bretska býnum Swansea dømdi í gjár ein 18 ára gamlan drong sekan í kynsligum ágangi. Hann hevði fjalt eitt tráðleyst vev­ myndatól inni í einum vekj­ ara, sum hann so gav einari kvinnu, sum hann kendi. Kvinnan hevði vekjaran í kamarinum, og umvegis int­ ernetið kundi tann 18 ára gamli so halda eyga við henni í teldu síni, tá hon var inni í kamarinum. Nakað seinni fekk kvinn­ an sms­boð, sum millum annað snúðu seg um klæð­ ini, sum hon gekk í. Hon boðaði løgregluni frá, og inni í kamari hennara fann løgreglan vevmyndatólið í vekjaranum. Tá løgreglan fór heim til tann 18 ára gamla mannin, fann hon fleiri túsund myndir og kyk­ myndir av kvinnuni. Tann 18 ára gamli játtaði seg sekan. Dómarin gjørdi av, at hann skal sita 18 mán­ aðir í fongsli, og at navn hansara skal standa á listan­ um við kynsligum ágangs­ monnum tey næstu 10 árini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Bin Laden brúkar so nógva orku til sína egnu trygd, at hann hevur næstan einki við virksemið hjá al-Qaeda at gera nú CIA-stjóri útlond Í síðsta mánað hevði USA næstan 50 milli­ ardir krónur í halli í meðal um dagin, og tað er nýtt met USA hevði meiri ennm 1.500 milliardir krónur í halli á fíggjarlógini í okto­ ber mánað, og so stórt hall hevur tað almenna har ikki havt fyrr. Oktober er tann fyrsti mánaðurin í fíggjarár­ inum 2009, og fíggjar­ málaráðið í Washington sigur, at so vánaliga byrjan hevur einki fíggjarár havt í landsins søgu. Oman á hetta hallið kem­ ur, at farna fíggjarár brúkti USA einar 3.000 milliardir krónur meiri til hernaðar­ mál, enn játtað var á fíggjarlógini 2008. Ein orsøk til tað óvanliga stóra hallið í oktober er, at stjórnin noyddist at brúka meiri enn 700 milliardir krónur til at hjálpa fíggjar­ marknaðinum. Goerge W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann og stjórnin fara at brúka tað, sum svarar til ein­ ar 4.500 milliardir krónur til at steðga afturgongdini í lansins búskapi. Enn torir eingin at siga, hvussu stórt hallið á fíggjarlógini fyri 2009 verður, men summir ser­ frøðingar siga, at tað kann koma upp á einar 6.500 milliardir krónur. Barrack Obama hevur lovað at gera alt fyri at fáa búskapin aftur á rættkjøl, men eygleiðarar siga, at uppgávan verður ovurstór, tí í veruleikanum er krepp­ an júst byrjað, siga teir. USA risastórt hall í oktober George W. Bush hevur ikki verið heppin við at halda tær seinastu játtaninar Mynd: AP Fíggjarkreppan í Íslandi rakar nú eisini sjóverjuna og bjargingartænastuna. Morgunblaðið skrivar, at 12 fólk har eru søgd úr starvi við teirri grundgev­ ing, at játtanin til raksturin røkkur ikki, tí virðið á krónuni er fallið so nógv. Ein talskvinna hjá sjóverj­ uni sigur við blaðið, at roynt verður at skerja virksemið sum minst, men at tað millum annað verða færri eftirlitsflogferðir í komandi tíð. Umleið 180 fólk arbeiða hjá Land­ helgisgæslu Íslands, sum stovnurin eitur. Uppsagnir í íslendsku sjóverjuni Sjóverjuskipini Ægir og Týr við bryggju í Reykjavík Mynd: Morgunblaðið ES heldur, at kjarn­ orka hevur stóran týdning í royndunum at tryggja øllum nóg mikið av orku Í gjár legði ES­nevndin fram eina 1.000 síður drúgva frá­ greiðing um orkupolitikkin í samveldinum og uppskotum um, hvat er rættast at gera frameftir. Tann reyði tráðurin í frágreiðingini og uppskot­ unum er, at londini mugu avmarka orkunýtsluna og økja sína orkuframleiðslu fyri at avmarka tørvin á at keypa orku aðrastaðni. Harumframt mælir nevnd­ in limalondunum til at styrkja innanhýsis gass­ marknaðin við tí endamáli at hjálpa teimum londunum, sum bara hava gass úr Russ­ landi at dúva uppá. Í løtuni eru tað seks ES­lond, sum bara hava Russland sum gassveitara, men við at leggja nýggjar leiðingar kunnu londini fáa gass úr eitt nú Noregi og Algeria. Men ES­nevndin leggur eisini stóran dent á at útbyggja kjarnorkuna. Nevndin skrivar í frágreið­ ingini, at kjarnorka er ein av teimum burðardyggastu orkukeldunum og verður ikki ávirkað av prísbroyting­ um á ráevnum. Tað ber í sær, at ein útbygging á hes­ um økinum kann verja ES ímóti skiftandi rávøruprís­ um, skrivar nevndin. Vilja hava kjarnorku ES­nevndin sigur, at undir­ tøkan fyri kjarnorku er veks­ andi í ES­londunum. Nevnd­ in hevur leingi hildið uppá, at kjarnorka fer at hava ein týðandi lut í orkuveitingini í ES­økinum í framtíðini, men hon ger vart við, at tey einstøku limalondini skulu velja, hvørja orku tey vilja hava. Orkupolitikkurin fyllir altsamt meiri á altjóða politiska pallinum, og orka er eisini eitt av høvuðsevn­ unum á toppfundinum mill­ um ES og Russland í hesum døgum. Russland er í løtuni tað landið, sum letur ES mest gass, og ES­nevndin sigur, at russiska gassveit­ ingin fer at veksa líka til 2020, um ES ikki tekur stig til at avmarka tørvin á at keypa gass úr Russlandi. Formaðurin í bES­nevnd­ ini, José Manuel Barroso, segði í gjár, at ES hevur sett sær sum mál at fáa altjóða samfelagið at taka undir við einari umhvørvissemju á ráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn næsta heyst. Hann legði afturat, at tað slepst ikki undan at tosa um umhvørvi, tá tað snýr seg um orku og øvugt. ES mælir til meiri kjarnorku Kjarnorkuverkið í Oskarshamn í Svøríki Mynd: Aftenposten