fríggjadagur 14. november 2008síða 49
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 14. november 2008
49
TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR P/F
Kongabrúgvin . Postsmoga 329 . FO-110 Tórshavn . tel. +298 345600 . Faks 345601 . tf@trygging.fo . www.trygging.fo
Kundavinarligt og greitt samskifti, umframt ein fram-
søkin og nýhugsandi marknaðardeild, eru týðandi liðir í
at røkka málum okkara.
Fyri at styrkja og menna hesi leita vit nú eftir
rætta samskiftisfólkinum, ið m.a. skal taka sær av
samskiftismálum hjá felagnum. Kanska hetta er júst tú?
Vit kundu hugsað okkum, at tú …
> hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir og hug
at arbeiða innan samskifti og marknaðarføring
> ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hevur góð
evni og vilja til at samstarva
> dugir væl at raðfesta, at halda ásettar freistir og ert
framsøkin
> dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
> hevur lætt lyndi og sært tað skilagóða í broytingum
> dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
Vit kunnu bjóða tær
Nýtt, fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi
fyritøku, sum er í stórari menning.
Eitt starv, ið tú í stóran mun hevur møguleika fyri at
verða við til at skapa, í eini fyritøku við greiðum
málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum
arbeiðsumstøðum.
Arbeiðsøki
Samskiftisfólkið kemur at starvast á deildini fyri
Menning & Marknaðarføring.
Deildin fyri Menning & Marknaðarføring er deild hjá
Tryggingarfelagnum Føroyum, men veitir eisini
ráðgeving til onnur feløg í samtakinum, herundir TF
Holding og Betri pensjón.
Deildin er býtt í trý øki. Hesi eru Menning, Marknaðar-
føring og KT.
Samskiftisfólkið kemur at starvast í økinum fyri
Marknaðarføring, ið hevur ábyrgdina av øllum
samskiftis- og marknaðarføringsmálum hjá felagnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri
fíggjarstovnar í Føroyum og lønt í mun til útbúgving og
royndir.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til
starvið, kanst tú seta teg í samband við Kristinu
Háfoss, deildarstjóra, á tlf. 21 00 36 ella við at senda
teldupost til kh@trygging.fo.
Starvið skal setast skjótast til ber.
Umsóknarfreistin er 20. november 2008 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi
prógvum skal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Marknaðardeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
ella umvegis www.trygging.fo
Vilt tú tryggja okkara samskifti?
Tryggingarfelagið Føroyar stevnir við fullari ferð móti settum málum
og avbjóðingum í altjóða høpi.
sansir.fo
Bovling í Leirvík · tel: 44 33 66 · bovling@bovling.fo · www.bovling.fo
Ring
44 33 66
og bílegg
borð
Mánadagin 1. desember
Opnar nýggj matstova
í Bovling í Leirvík
Mánadag til fríggjadag er buffet kl. 11.30-14.00
Køkurin er opin til kl. 22.00