Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 • 14. november 2006 17 Blondinan øl ummælið mortan@hamrabyrgi.com So var hon her. Tann fjórða ølin í avmarkaði Sct. Brigid-røðini hjá Føroya Bjór í samband við 120 ára hátíðarhaldið hjá teimum í ár. Sct. Brigid Blond eitur hon, bryggjað eftir belgis- kum íblástri við fyrst og fremst hveitimalti og eisini byggmalti. Nakað minni av humlu er latið í, men dygdin av hesum er í hásæti. Harumframt eru latin ymisk natúrlig kryddevni og so ikki minst føroyskar hvannir. Blondinan er krútsterk, so sterk sum rúsdrekkalógin loyvir - 5,8 % ABV. Fyri líka at taka upp aftur Sct. Brigid-røðin, so var Sct. Brigid Ale (tann reyða, 5 stjørnur) hin fyrsta í røðini, eftir írskum leisti. Sct. Brigid IPA (tann grøna, 3 stjørnur) við enskum íblástri var næst. Triðja ølin, Sct. Brigid Boheme (tann bláa) er bryggjað eftir kekkiskum leisti. Sct. Brigid Blond, ið vit so natúrliga kunna kalla ta gulu er so bryggjað við íblástri frá belgiskari bryggi-mentan. Talan er um yvirgerað bjór, sokallað ale-slag. Bjórin, ið skal skeinkjast køld í høgum klænvaksnum gløsum hevur vakran tættan, gyltgu- lan og gruggutan lit. Grugg hugsar onkur beinanvegin? Her má okkurt vera galið. Nei, Annika Waag, bryggjari, hevur valt ikki at filtrera ølið. Tískil er hon óklar og gruggut av ger-restum. Hetta ber boð um dygd og eigur als ikki at ræða nakran. Heilt vanligur siður hjá fremstu bryggjaríum, ið gera øl av slagnum Blonde og Weiss. Tað ófiltreraða ølið varðveitir nógv fleiri tónar í bæði anga og smakk enn tað filtreraða. So hetta er at gleðast um. Hvíta krúnan av froða er stór, tøtt og livir leingi. Angin er sera samansettur av onkrum frísk- ligum, onkrum breyð-kendum, onkrum krydd-kendum og undirtónar av banan. Í smak- kinum skilir ein beinanvegin, at hetta er heilt serlig vøra frá Føroya Bjór. Skilir seg heilt frá pilsnara-stílinum, ið bryggjaríið í Klakksvík er kent fyri. Hetta er nakað heilt annað. Ikki tí at nakað er galið við pilsnari, men sløgini skula bara ikki saman- berast. Sera stór og rund fylla í smakkinum, ið tó samstundis er bæði samansett og frísklig løtt við nógvum fínum tónum. Hveitibreyð, sitrón, appilsin, koriandur, baraldur og so undirtónar av elegantari humlu og malti. Her er heilt sikkurt latið ivaleyst í av øllum! Kanska besta bjórin frá Føroya Bjór na- krantíð. Langur eftirsmakkur av øllum hesum løttu tónunum. Blondinan stendur ikki aftanfyri aðrar bjór av hesum slagi á heims-marknaðinum. Tað tori eg at siga. Hóskar væl til fisk við kraftmiklum tilhoyri. Eitt meistaraverk frá Anniku Waag. Skoðsmál: saft ummælið mortan@hamrabyrgi.com Tað er komið fyri, at eg havi ummælt alkoholfrítt vín, men lat tað beinavegin vera sagt, at eg ongantíð havi smak- kað nakað av hesum, ið var vert at drekka. Tvørturímóti eru tey flestu alkholfríu vín- sløgini ódrekkilig. Og tað er ikki tí, at einki alkohol er í. Tað er einfalt tí, at rávøran er í botni hvat viðvíkir dygd og at kundin neyvan setir sær nakrar serliga vónir til hetta slagið kortini. Plagi at mæla fólki til, ið ikki kunna ella vilja drekka vín, heldur at royna góða saft afturvið matinum. Havi eisini ummælt fleiri av hesum við hampiligum skoðsmáli, men hendan dagin eg var til ábit hjá Snorra Paturssyni í Josie’s varð eg aftur tikin á bóli. Snorri hevur fingið sær umboðið fyri enska merkið Bottlegreen. Talan er um lítla familju-fyritøka úti á bygd í Onglandi. Kit og Shireen Morris byrjaðu í 1989 at lata í fløsku av fruktina av enska summarinum, - sum tey málbera seg. Í fløskunum við Cordials er innihaldið sum siroppur og skal blandast 1:10. Pressé-fløskurnar við bløðrum er klárt at drekka. Fyri at gera stutt av, so er hetta besta saftin eg havi roynt á fløsku. Allar fáa 6 stjørnur og mítt besta viðmæli. Eg kann bara gita hvussu børnunum dáma hesa reinu og natúrligu saft uttan nøkur tilsett lit-, smakk- ella søtievni. Fæst hjá Josie’s Juice Bar í Havn, Yviri við Strond hjá Yndi. Hví ikki saft? Cordials: Sweet Lime (lime-frukt) Cox’s Apple and Plum (súrepli og blomma) Elderflower (hylliblóma) Spiced Berry (kryddað myrk ber) Pressé: Pomegranate and Elder- flower (granatepli og hylliblóma) Ginger and Lemongrass (ingifer og sitróngras) Blackcurrant and Blue- berry (sólber og blabber) Elderflower (hylliblóma)