mánadagur 17. november 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. november 2008
‘08
lýsingartilfar
Suðuroyggin hevur
fingið ein nýmótans
handilsbygning, ið
stendur mát við øll tey
krøv, ið kundin setir
í dag. Torgið í Vági er
bygt til endamálið, og
eigararnir meta, at tað
hevur eydnast at livað
upp til málsetningin;
Torgið, handilsstaðið í
Suðuroy
Tann 14. juni í ár fóru dyrnar alment
upp á fyrsta sinni, og Torgið var
veruleiki. Tað eru Rakul og Arni
Brattaberg, ið eiga og reka Torgið, ið
er stór lon, ið hýsir fleiri handlum.
Har eru handlarnir Zone, Sirri/
Kansas, Klædnabúðin,
Matvøruhandilin/Samkeyp og
Kioskin, og umframt er stórt torg til
tiltøk á teimum 1200 fermetrunum.
Handlarnir
Sjálvi lýsa eigararnir handlarnir
soleiðis:
Klædnabúðin
Eitt ungt par úr Hvalba eigur og
rekur mótahandilin. Tey hava serliga
lagt seg eftir at selja klæðir av
merkinum Blend, Bertoni, Etui, men
onnur merki eru eisini at fáa bæði
til hann og hennara. Eisini hava tey
skógvar og prýðislutir, sum kunnu
nýtast saman við mótaklæðunum.
Her fáast klæðini bæði til veitsluna
og gerandisdagin.
Zone
Tann einasta Zone koncept handilin
í Føroyum, hava vit í Suðuroy. Ein
stórur og snotuligur gávu handil,
sum hevur gávuna til øll rúmini í
húsinum. Vit hava eitt sera breitt
úrval av øllum tí, sum skal nýtast í
gerandisdegnum til ein sera
rímiligan pening. Hava tit brúk fyri
einari gávu til hann, hennara ella
okkurt til tín sjálvs, vitja so okkara
Zone handil, snið til tín
gerandisdag.
Kansas/Sirri
Í vestara enda á 2. hædd hava vit
ein handil, sum selur tey slitsterku
Kansas arbeiðsklæðini, og tey
sermerktu Sirri pløggini. Kansas
hevur øll arbeiðisklæðir, ein
handverkari hevur brúk fyri, so sum
buksur, skjúrtur, jakkar, oljuklæðir
o.a.
Sirri klæðini eru sermerkt við
teirra slitstyrki og vatnavvísandi
megi, við tað, at tey eru framleidd
úr Føroyskari ull. Sirri fylgir
mótanum og hevur júst gjørt fleiri
nýggj snið.
Kiosk/Cafe
Í kioskini hava vit nýbakaði
morgunbreyð frá Bakaríinum
Breyðkassanum. Haraftrat hava vit
eitt breitt úrval av kioskvørum,
kúluísum, bommum í leys vekt og
DVD filmum. Eisini hava vit føroysk
bløð, og í næstum fara vit at selja
donsk bløð. Vit selja frískt bryggjað
kaffi aftur við einari køku, smurt
rundstykki, ella sjokulátu.
Samkeyp
Okkara stóri matvøru handil er,
sambært okkara kundum, tann
snotuligasti handilin í Suðuroy, og
er á hædd við aðrar líknandi
handlar norðanfjørðs. Vit eru limir í
Samkeyp ketuni, og sjálvandi hava
vit eisini tey góðu tilboðini frá
Samkeyp. Vit stremba altíð eftir, at
kundin kennir seg væl, tá hann
keypir frá okkum. Vit hava eitt breitt
úrval av øllum gerandisvørum,
kølivørum, frukt og feskum
døgurðamati. Vit eru kappingarfør í
prísi við hinar stóru handlarnir í
Suðuroy. Sambært eini prískanning
kostað 29 vørur frá okkum kr. 454,
meðan tær kostað kr. 402, kr. 452, kr.
457, kr. 525 frá hinum handlunum í
Suðuroy. Sum nakað heilt nýtt hava
vit eina SMS skipan, sum kundar
ókeypis kunnu teknað seg til. Við
SMS skipanini kunnu kundar fáa eitt
SMS boð um serlig tiltøk, sum verða
á Torginum og sjálvandi serstøk
tilboð, sum bert verða lýst við SMS
boðum. Øll kunnu blíva SMS kundar,
við at koma inn í handilin ella senda
eini SMS boð, við navni,
føðingardegi og sjálvandi fartelefon
nr. á fart. 214906 ella Email:
brattin@olivant.fo
Torgið
Á Torginum hava vitjandi møgu
leika at seta seg niður at práta við
einum kaffi munni ella bara stytta
sær um stundir við einum kúlu ísi. Á
Torginum hava vit skipa fyri ymisk
um tiltøkum, eitt nú mótasýning,
sølu torg og tónleika framførslu. Vit
hava ætlanir um at skipa fyri
uppaftur fleiri tiltøkum á Torginum
bæði fyri børnum og vaksnum.
Jól í hondum
Nú jólini nærkast, eru tey farin undir
at prýða Torgið. Ætlanin er eisini at
hava eina jólabúð, ið hevur ymiska
jólavøru at selja.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Torgið, handilsstaðið í Suðuroynni
41
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur
í Før oyum. Við mest
seldum ketlum á før-
oyska markn aðinum
nýtist ikki at siga
meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
Tel 312 000
| Fax 315 970
| mp@mp.fo
| www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur
í Før oyum. Við mest
seldum ketlum á før-
oyska markn aðinum
nýtist ikki at siga
meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
Hvat ynskir tú
tær innast inni?