Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 222 - 18. november 2008 WWW.SJALVSTYRI.FO Til tey 175 sum settu krossin við mítt navn og til tey 539 sum atkvøddu fyri Sjálvstýrisflokkinum takki eg. Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum hava veitt mær og flokkinum stuðul undir valstríðnum. Við orðunum hjá William Shakespeare, „I can no other answer make, but, thanks, and thanks“. HEÐIN D. POULSEN TAKK FYRI STUÐULIN Hjartans tøkk, øll somul! Tað er mær ein stór gleði at takka tykkum 3.289, sum á býráðsvalinum týsdagin 11. november 2008 valdu at stuðla Javnaðarflokkinum í Tórs- havnar býráð, so flokkurin eftir valið er størsti flokkur í Suðurstreymoy, við triðinginum av atkvøðunum og fimm býráðslimum. Somuleiðis vil eg takka tykkum 2.200, ið persónliga greiddu atkvøðu fyri mær. Hesin stuðul er so stórur, at eg nóg illa kann fata tað, men tøkkina skulu tit eiga so hjartaliga. Eg vil gera mítt besta fyri at tæna tykkum og Tórs- havnar kommunu í komandi valskeiði. Eisini ynski eg floksfeløgunum Hallu Samuelsen, Elini Lindenskov, Levi Mørk og Mariu Súsonnu Hammer Olsen hjartaliga tillukku við valinum, eins og eg vil takka øllum hinum valevnunum á Javnaðarlistanum, sum vóru við til at lyfta og bera flokkin fram. Valið vísti ikki bara stuðul til Javnaðar- flokkin, men eisini til samgonguna, sum vit hava havt síðstu fýra árini við Tjóðveldi, og sum vit eru komin ásamt um at halda fast við næstu fýra árini. Við veljaranna vælsignilsi kunnu vit halda somu kós! Heðin Mortensen borgarstjóri Ger kvetti!! Til sølu Hyundai Santa Fe 4 x 4 Hyundai Santa Fe 2,2 Turbo disel. Vetrardekk á felgum fylgja við. Árg. 09.06. Km. 50.000 Prísur: 225.000 kr. Nýprísur 410.000 kr. BAKARÍIÐ GRÓN att: sveinur +298 236213 Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599) Bilur góður í kava til sølu Nissan Terrano 2.7 Turbo diesel 4x4 Nissan Terrano 2.7 Turbo diesel 4x4 frá januar 2003 til sølu. Hevur koyrt 60.000 km. Vetrardekk á felgum fylgja við. Prísur: 89.000 kr. Nýprísur 240.000 kr BAKARÍIÐ GRÓN att: sveinur +298 236213