Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-18, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2008 lýsingartilfar 47 ‘08 Tel 42 22 70 · 460 Norðskáli Jólagáva frá STANLEY GÁVU- OG LITBÚÐ Vacuum fløska kr. 599,- tel. 351220 Jólagávuhugskot Tórshavn | Kambsdalur SONY DSC-S750 Tunt og lætt snið. 7,2 mega pixel og objektiv við 3x optiskum zoom. kr. 995,- Digitalt myndatól Kristiligur Bókhandil Heiðav. 42 · 600 Saltangará · tel 44 91 62 Nógv nýtt! B Ø K U R F L Ø G U R D V D ...kom inn og hygg! Stílur & elegansa Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo FØROYSK SKINN ÚR STÓRA DÍMUN ÁARVEGUR 12 · TÓRSHAVN · TEL 321706 n Svend Krosstein er ein av fyritøkunum í Føroyum, ið telist millum tær gomlu, og sum hevur ment seg til at standa sum ein tryggur veitari, tá umræður HVS og frítíðarvirksemi Tá ein hugsar um baðirúm, ketlar og hitapumpur, so slepst ikki uttanum fyritøkuna Svend Krosstein. Fyritøkan er í dag helst at rokna, sum ein av góðu og gomlu fyritøkunum í landinum, og stendur hon í dag sum tryggur veitari innan HVS og frítíðarútgerð. Svend Krosstein hevur alt innan baðirúmsútgerð, og alt innan ketlar og og hitapumpur. Frítíð Men eisini er fyritøkan kend fyri at hava annað, enn keltlar, baðirúmsinnbúgv og hitapumpur. Tað er nevniliga so, at Svend Krosstein er ein av dyggastu veirarunum og vegleiðarunum, tá tað ræður um at útvega røttu útgerðina til teirra, ið hava ávísar frítíðaráhugar, so sum haruskjóting og frítíðarfisking. Áralangar royndir hevur fyritøkan sum veitari á hesum økinum. Tá tíðin nærkast, at menn og kvinnur standa við firðir og sund fyri at vita, um slongitráðan kann brúkast til at skaffa døgurðan á borði, ella hetta bara verður gjørt fyri spenningin og friðin, so hava tey flestu verið hjá Svend Krosstein, tí har er øll tann rætta fiskiútgerðin at fáa. Og tá harutíðin er fyri, so eru menn eisini inni á gólvinum hjá Svend Krosstein, tí har eru byrsur og tað, ið hartil hoyrur, at fáa, og eisini her hevur fyritøkan áralangar royndir at vísa á. Góðkenning Í fyritøkuni siga tey, at ein av dygdunum er, at vøran er á goymslu, tí goymslan er stór. Eisini verður roynt at koma so nær framleiðaranum, sum til ber, so sleppast kann undan millum­ monnum, ið gera vøruna dýrari. ­ Heldur góðsku, enn bert tað bíligasta, siga tey í fyritøkuni. Eisini er vert at leggja til merkis, at dentur verður lagdur á, at vørurnar, ið Svend Krosstein hevur at selja, lúka danskar góðkenningar. Umleið 20 fólk arbeiða hjá Svend Krosstein. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Heldur góðsku enn bara tað bíligasta