mikudagur 19. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 223 - 19. november 2008
ES krevur lægri bensinprísir
Meðan prísurin á brennievni í juli var tríggjar ferðir so høgur, sum í dag, er prísfallið á bensini bert ein
brotpart. Nú krevur ES lægri prísir á bensin og aðra orkukeldur, og lovar fult kappingareftirlit. Formaðurin í
ES-kommisiónini, José Manuel Barroso, biður, sambært NTB, um at orkufeløgini lata oljuprísin koma
brúkaranum til góðar í skap av lægri prísum á brennievni. Barroso greiddi tíðindafólkunm í Brüssel, at
orkuprísirnir í ES eru hækkaðir 15 prosent seinasta árið. - Brúkarin eigur at merkja at oljuprísurin er
niðurfarin. Vit fara at halda eitt vakið eyga við prísinum komandi tíðina, til tess at tryggja okkum at
kappingarlógirnar verða hildnar, leggur Barroso dent á. Oljuprísurin var týsdagin 54,39 dollarar fyri
tunnuna, í mun til 145,29 dollarar fyri tunnuna tann 3. juli, tá oljurprísurin var hægstur. Í sama tíðarskeiði er
amerikanski dollarin vaksin frá at kosta 4,75 danskar krónur 3. juli, til at kosta 5,90 danskar krónur í dag.
Kelda: www.offshore.no
Fleiri fólkavald
umboð kunnu eftir
øllum vera í starvið
hjá Tórshavnar
kommunu. Um
Fíggjarmálaráðið
broytir eina kunngerð
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í løtuni er tað ein kunngerð
um samsýning, ið forðar
fyri, at Tórshavnar komm-
una kann løna nevndarfor-
monnunum hægri, soleiðis
at teir kunnu starvast í
fullari tíð hjá kommununi.
Hetta er tó eitt mál, sum
Jóannes Eidesgaard fer at
hyggja uppá.
Í gjár kom fram, at tað
sambært kommunustýris-
lógini er ólógligt at hava
fleiri borgarstjórar í einari
kommunu í Føroyum. Held-
ur ikki ber til, at nevndarfor-
menn fáa fulltíðar løn, tí
sambært kunngerðini um
samsýning til nevndarfor-
menn, kunnu teir tilsamans
bert vinna helvtina av tí
borgarstjórin ger.
- Borgarstjórin hevur dag-
ligu leiðsluna hjá kommun-
uni. Sum er, kunnu samlaðu
útreiðslurnar til nevndarfor-
menn bert vera helvtin av
lønini til borgarstjóran. Tí
ber tað ikki til, at seta fleiri
borgarstjórar, sigur Hilmar
Høgenni. Hinvegin er tað
soleiðis, at lønin til nevndar-
formenn er avgjørd í eini
kunngerð, sum fíggjarmála-
ráðið umsitur.
Fara at hyggja
uppá tað
Fíggjarmálaráðharrin er í
løtuni staddur uttanlands,
og hevur ikki stórvegis við-
merkingar til málið.
- Mítt svar er her og nú,
er at tað er nakaðm eg fari
at seta meg inn í. Eg kundi
hugsa mær at vita, hví mann
skal løna fleiri fólkum í
Tórshavnar kommunu júst
nú. Men her og nú kann eg
ikki siga nakað sum, hvat
mann fer at gera. Tað er
sjálvandi ein góð hugsan, at
mann skal løna fólki fyri
arbeiðið tey gera, men mál-
ið virkar meira komplekst.
Tí fari eg at seta meg inn í
málið, so fáa vit at síggja,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur afturat, at
mann kundi gingið ynski-
num hjá Tórshavnar komm-
unu á møti, og av tí talan
bert er um eina kunngerð,
ið skal broytast, so kann ein
loysn, um neyðugt, finnast
áðrenn 1. januar, tá nýggja
býráðið í høvuðsstaðnum
tekur við.
Jóannes Eidesgaard met-
ir, at ein mann ikki skal
skunda nakað ígjøgnum, og
tískil er tað eitt mál mann
skal taka upp, og ikki nakað
mann
skal
gera
óum-
hugsað.
Annika Olsen, fyrr
verandi kommunal
politikari og inn
lendismálaráðharri,
metir tað vera rætt
at umskipa komm
unulógina, soleiðis
at nevndarformenn
kunnu fáa meira løn.
Tað skal bara ikki
gerast ov brádliga
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mánadagin kom fram, at
Tórshavnar kommuna ynsk-
ir at umskipa kommununa
soleiðis, at kommunan fær
fleiri andlit enn bert borg-
arstjóran. Orsøkin til hetta
er millum annað, at tjóð-
veldi vil síggjast betri, um-
framt, at uppgávurnar hjá
nevndarformonnunum
er
so mikið umfatandi í Tórs-
havn, at tað hevði lætt nógv
um arbeiðið í kommununi,
um
nevndarformenninir
kundu havt politiska arbeið-
ið eitt sindur hægri.
- Eg eri positivt innstilla
fyri at broyta kommunu-
stýrislógina soleiðis, at upp-
gávurnar sum nevndarfor-
menn ikki er eitt vinstra-
hondsarbeiði. Hinvegin er
tað óheppið at skunda eitt
tílíkt mál ígjøgnum, tí tað
er ikki komin fram fyrr enn
nú, mitt í eini politiskari
ósemju. So mann kann siga,
at eg haldi, at nevndarfor-
menninir skulu hava løn,
men at hetta heldur skal
vera nakað, ið er við í broyt-
ingunum í kommunala geir-
anum, sum eru ávegis.
Hetta uppskotið skal vera
klárt á Ólavsøku 2009. Tí
er tað skeivt at skunda nak-
að ígjøgnum. Tað er heldur
nakað mann skal kjakast
um, og síðani gera neyðugu
broytingarnar við, sigur
Annika Olsen, innlendis-
málaráðharri. Hon leggur
afturat, at hetta er nakað, ið
skal broytast á ein umhugs-
aðan hátt, so mann ikki
kemur í trupulleikar við
aðrar kommunur, tá enda-
ligu kommunalu eindirnar
eru klárar.
Annika Olsen metir ikki,
at løn til nevndarformenn
er nakað, ið skal skundast
ígjøgnum, men hon sær
positivt uppá málið
Jóannes kann játta
tríggjar borgarstjórar
Skeivt at skunda
nakað ígjøgnum
Fíggjarmálaráðharrin situr við eini
møguligari loysn til fyrsta trupulleikan hjá
komandi Tórshavnar býráð