mikudagur 19. november 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 223 - 19. november 2008
Stutt Sagt
Íslendsk
misnøgd við
svenskan
ráðharra
Íslendska stjórnin er firtin
um, at svenski fíggjar
málaráðharrin,
Anders
Borg, sigur seg sakna eina
trúverduga búskaparætlan
frá íslendsku stjórnini,
áðrenn sviar kunnu ganga
við til at læna Íslandi pen
ing fyri at hjálpa landinum
burtur úr fíggjarkreppuni.
Svenskir
fjølmiðlar
endurgeva ein týðandi
íslendskan embætismann
fyri at siga, at stjórnin í
Reykjavík hevur staðfest,
at sviar hava tikið eina
heilt aðra støðu enn Noreg
og Danmark, sum hava
verið sera jalig. Íslendski
embætismaðurin
verður
endurgivin fyri at siga, at
»sviar elska ikki íslend
ingar líka nógv, sum hinir
norðurlendingarnir gera«.
Svenska stjórnin hevur
sagt seg vera til reiðar at
veita Íslandi lán, men
stjórnin hevur ikki sagt,
nær hon fer at lata
íslendingum lánið, ella
hvussu stórt tað verður.
Tað hevur ljóðað, at
Svøríki bíðar eftir einari
endaligari
avgerð
um
lánið, sum Ísland hevur
søkt Altjóða Gjaldoyra
grunnin, IMF, um.
Tað hevur Anders Borg
tó ikki sagt nakað um.
Hann sigur seg sakna eina
trúverduga búskaparætlan
frá íslendsku stjórnini.
Tey orðini eru ikki fallin í
góða jørð í Íslandi, og
Vísir skrivar, at tað eru
íslendskir politikarar, sum
hava hug at taka fyrispurn
ingin um lán frá svium
aftur.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Upprunaliga ætlaði eg mær at styðja Hillary
Clinton, men eg varð ovfarin av Barrack Obama
(Eric Holder)
útlond
Anders Borg er svenskur
fíggjarmálaráðharri
(Savnsmynd)
Hóast herskip úr
fleiri londum eru á
leiðini, kundu tey ikki
forða somaliskum
sjórænarum at
ræna eitt fullfermt
oljutangaskip
Higartil hava teir somalisku
sjórænararnir rænt handils
skip úti fyri somalisku
strondini, men tilburðurin
við tí saudiarabiska olju
tangaskipinum vísir, at tey
fremmandu handilsskipini
kunnu heldur ikki kenna
seg trygg úti fyri kenyansku
strondini.
Men tilburðurin vísir eis
ini, at tað er neyðugt at
finna eina loysn á tí 17 ára
langa krígnum í Somalia,
siga serfrøðingar. Tí uttan
eina friðarliga og varandi
loysn uppi á landi verður
tað at kalla ógjørligt at
steðga sjórænarunum, sigur
Somaliaserfrøðingurin
Roger Middleton á Chatham
House
í
London
við
Reuters.
Tað risastóra oljutanga
skipið bleiv rænt úti fyri
kenyansku strondini fyrra
dagin. Hetta er tann størsti
fongurin hjá teimum somal
isku sjórænarunum higartil,
og harafturat hava teir ong
antíð rænt eitt skip so langt
úr somalisku strondini sum
hesaferð. Longu í gjár bleiv
eitt skip rænt afturat. Hesa
ferð var tað eitt kinesiskt
skip, sum var á veg til Iran
við korni.
Tað er heilt greitt, at sjó
rænararnir eru farnir at gera
meiri um seg, og sum er
hava vit ikki nóg mikið av
herskipum har til at halda
eftirlit við øllum økinum.
Eftir mínum tykki ber tað
heldur ikki til at loysa málið
við hermegi, sigur Roger
Middleton við Reuters.
Sigldu framvið
Bæði NATO, ES og USA
hava sent herskip til leið
irnar at verja handilsskipini,
sum sigla tann vegin, men
mánadagin sigldu sjóræn
ararnir fram við herskipun
um og rændu tað saudi
arabiska tangaskipið úti
fyri kenyansku strondini. Í
gjár komu so boð um, at
skipið lá fyri akkeri uttan
fyri somaliska havnarbýin
Haradhere, sum er norðan
fyri høvuðsstaðin Moga
dishu.
Teir somalisku sjórænar
arnir eru væl vápnaðir, og
teir hava nógvar skjóttgang
andi bátar. Vanliga manna
gongdin er, at teir leggja
upp á báðar síðurnar á
handilsskipunum.
Síðani
skjóta teir ávaringarskot
oman fyri brúnna, stundum
við rakettum, fyri at ræða
skiparan frá at royna at
sleppa til rýmingar.
Teir flestu serfrøðingarnir
eru á einum máli um, at tað
ber ikki til at steðga sjóræn
arunum, so leingi lógloysi
valdar uppi á landi í Soma
lia. Tað hevur eisini víst
seg, at fleiri bólkar í Soma
lia vilja hava ágóða av sjó
rænaravirkseminum,
sum
hevur givið nógvar milli
ónir dollarar í loysigjøld
um.
Vælvitandi keldur
í demokratiska
flokkinum vilja
vera við, at Barrack
Obama hevur valt
fyrrverandi vara
løgmálaráðharran
Eric Holder til sín
løgmálaráðharra
Eric Holder var varaløg
málaráðharri hjá Bill Clin
ton, og eru tíðindi frá
demokratiska
flokkinum
álítandi, fær USA ikki bara
sín fyrsta litta forseta, men
eisini sín fyrsta litta løg
málaráðharra.
Tann 57 ára gamli sak
førarin segði herfyri, at
undir demokratiska val
stríðnum
styðjaði
hann
fyrst Hillary Clinton, men
at hann gjørdist so ovfarin
av Barrack Obama, at hann
broytti hugsan.
Sum løgmálaráðharri fær
Eric Holder stóra ávirkan á,
hvønn politikk USA fer at
reka mótvegis yvirgangi og
yvirgangsfólki. Eygleiðarar
siga tó, at hansara høvuðs
uppgáva verður at endur
reisa álitið á løgmálaráðið,
sum fleiri ferðir hevur verið
í ringum sjógvi undir Bush
forseta.
Í næstum fara umboð
fyri afghonsku
stjórnina at tingast
við Taleban um at fáa
enda á bardøgunum
Men útlitini eru ikki tey
bestu, tí leiðslan í Taleban
hevur sagt, at hon er ikki
sinnað at tingast við stjórn
ina í Kabul, so leingi fremm
andir hermenn eru í land
inum. Teir eru í løtuni
umleið 70.000 í tali, og teir
skulu allir av landinum, áðr
enn nakrar tingingar kunnu
verða, sigur Taliban.
Hesum
kravi
hevur
Hamid Karzai, forseti, víst
aftur. Hann hevur boðið sær
til at tingast við leiðaran hjá
Taliban, mullah Omar, men
hesin hevur higartil sagt
nei. Men Talibanrørslan er
ikki samd, og afghanska
stjórnin sigur seg hava
vónir um at fáa samband
við hóvligar bólkar í rørsl
uni og onkran av teimum
ovastu leiðarunum.
Av teimum fremmandu
hermonnunum í Afghanist
an eru 32.000 amerikanar
ar, men amerikanski verju
málaráðharrin,
Robert
Gates, hevur sagt, at USA
er til reiðar at góðtaka eina
semju millum afghonsku
stjórnina og Taliban. Har
afturímóti fer USA ikki at
góðtaka nakra semju, sum
umfatar alQaeda, sum á
ávísum økjum er rættiliga
nær tengt at Taliban.
Somalisku sjórænararnir gera
sum teimum lystir
Tann fyrsti litti
løgmálaráðharrin
Eric Holder var
varaløgmála-
ráðharri hjá Bill
Clinton
(Mynd: AP)
Saudiarabiska tangaskipið Sirius Star er fermt við olju fyri einar 600 milliónir krónur
(Mynd: Polfoto)
Taliban boðið til samráðingarborðið