Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 19. november 2008 31 tíðindi Jørgen Niclasen, lands­ stýrismaður, hevur verið eitt ørindi í Íslandi. Bløð­ ini siga, at frúan var við. Týskvøldið frættist so, at íslendski uttanríkisráð­ harrin, sum er ein kvinna, hevði bjóðað før­ oyingum at hava sendi­ stovur í teim íslendsku í Moskva og Geneve. Og Útvarpið sigur frá, at Jørgen Niclasen tók móti tilboðnum At hatta yvirhøvur kemur upp á tal á fundi á næst­ hægsta stigi, boðar frá illum. Hví krámar og gramsar íslendingurin so upp á Jørgen? Og hví tekur Jørgen ímóti einum slavnum tilboði? Eg meini, at hetta er landsskaðiligur aktivitetur. Føroyar í lummanum á triðja­landi Eitt er, at skandinavisku londini onkunstaðni hava ambassadur í sama bygn­ ingi ella kompleksi. Ann­ að er, at lítlu Føroyar fara í lumman hjá øðrum suverenum stati. Tað er nokk óhoyrt í søgu diplomatisins. Annað er, hví tað skal vera so gott at vera í stovu hjá íslendingum? Faktum er, at Føroyar saman við Grønlandi eru ein partur í Ríkisfelagsskapinum. Landsstýrið kann brúka allar tær donsku ambassa­ durnar í heiminum, sum tað hevur hug til. Og hava føroyska flaggið veitrandi, sjálvandi. Gamaldags nationalisma spillir spælið Men nei, her kemur ein gamaldags og skaðilig nationalisma inn og spillir spælið. Minnist rokið, tá Landsstýrið skuldi hava sendistovu í Reykjavík, og tað skuldi vera saman við donsku. Rok og buldur frá Fólka­ og Tjóðveldis­ flokki. So heldur í aðrari gøtu, uppi undir tróðrin­ um oman á einari pornobutikk. Er tað fyri at gera tað bíligari? Nei, tí møguleik­ in at hava diplomati sam­ an í donsku ambassad­ unum hevur altíð verið har. Avgerandi í diplomat­ iskum arbeiði hevur altíð verið at skaffa vitan, in­ formatiónir, um mótpartin og onnur lond. Diplomat­ postur er skipaður eftir serligum reglum, so tað sleppur undan tolling og øðrum eftirliti. Tað skal kunna fara órørt frá ambassadu til heimlandið. Hava als ikki felags interessur Føroyar og Ísland hava yvirhøvur ikki felags interessur, men eru bein­ leiðis mótpartar, tá tað snýr seg um vital mál, til dømis býti av norðhavs­ sild, svartkjaftakvotum og aðrar kvotur, sum eru lívs­ neyðugar fyri føroyska vinnulívið. Í avgerandi málum hava londini beinleiðis mót­ standandi interessur. Ber tað til, at blanda fólk frá sambiðlum í somu skrivstovu. Nei hatta er óðamannaverk. Ein óroyndur lærlingur hevur verið harmonikutúr í Íslandi. Ein óroyndur lærlingur hevur verið harmonikutúr í Íslandi Rolf Guttesen Framskrivaða fíggjarlógar­ uppskotið fyri 2009 er nú komið aftur í Løgtingið við teimum fráboðaðu raðfestingum, ið sam­ gongan ætlar at fremja. Eitt sum fellir í eyguni er, at lógarbundni stuðulin til Umsorgarararbeiðið bert kemur at fevna um mattænastu, meðan stuðulin til dagtilhald 4 milliónir fellur burtur. Ætlanin er við lógar­ broyting at leggja hesa útreiðslu yvir á komm­ unurnar. Fleiri kommunur eru fíggjarliga sperdar og hava lagt fíggjarætlan fyri komandi ár, uttan at tær eru kunnaðar um hesa eykaútreiðsluna. Tí er eyðsæð, at verður hendan ætlan landstýrisins stað­ fest av Løgtinginum, koma vit eisini at fáa A og B kommunur, tá talan verður um trivnaðin hjá eldra ættarliðinum. Uttan iva, koma nøkur av ver­ andi tilhaldum at lata aftur, tí kommunurnar ikki megna uppgávuna við so stuttum skotbrá. Tað verður ein harður smeitur fyri okkara eldru borgarar, sum hava fegn­ ast um tann møguleika, tey hava havt á dagtilhald­ unum kring landið. Raðfesting samgongunar rakar trivnaðin hjá teimum eldru løgtingsmaður KáRi P. HøjGaaRd Nú líkt er til, at gongd er aftur komin á málið um Skálafjarðartunnilin, bjóðar Sjóvar kommuna nú fleiri grundøki í bygdini. Grundøki Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Strendur: Tá hesin tunnilin gerst veruleiki, verða bert fáir minuttir at koyra av Strondum til Havnar ella øvugt. Hetta ger sítt til, at komm­ unan nú boðar frá, at grund­ øki eru tøk á ikki færri enn trimum støðum í bygdini – á Hálsagøtu og á Rættar­ trøðni, og í teirri stóru út­ stykkingini í Lánni. Prísurin fyri hesi grund­ økini má sigast at vera rími­ ligur – 85 kr. fermeturin á Hálsagøtu, 125 kr. á Rættar­ trøðni og 200 kr. í Lánni. Av kommunuskrivstovuni verður sagt, at tey ið hava áhuga fyri hesum økjum, kunnu venda sær skrivstov­ una fyri at frætta nærri um hesi økini. Grundøki tøk á Strondum Góðir møguleikar at seta búgv á Strondum Eitt av seinastu málun­ um, sum býráðið í Runavík viðgjørdi fyri kommunuvalið, var eitt um at reisa ein minnisvarða á Glyvrum Kommunan hevði nevniliga fingið eina áheitan frá Rasmusi Glyvradal um at skipa so fyri, at ein minnis­ varði kundi verðið reistur yvir glyvramannin Niels Jacobsen. Tað sum sermerkti henda mannin var at hann var ættfaðir hjá glyvrafólki. Á fundi frammanundan hevði mentanarnevndin samtykt at seta ein arbeiðs­ bólk at arbeiða víðari við málinum. Nevndin skjeyt upp at manna eina nevnd til hetta, og at hesi trý skuldu manna hesa: Maria Jacob­ sen, Regin Jacobsen og Rasmus Glyvradal. Á býráðsfundinum 30. oktober varð samtykt at beina málið aftur í mentan­ arnevndin. Glyvrar er gomul bónda­ bygd sum er nevnd longu í 1584. hon kann vera eldri enn tað. sb. Ætlan um minnis- varða á Glyvrum Glyvrar er gomul bygd. Nú ætlar bygdarfólkið at reisa ein minnisvarða her Um vikuskiftið verður bæði skipað fyri lovsangskvøldi og ungdómsgudstænastu í missiónshúsinum Leirvík. Á skránni verður m.a. nógvur sangur, har tónleika­ bólkurin TOS kemur at framføra og Marius Jacob­ sen hevur eina andakt. Eftir lovsangsløtuna verð­ ur drekkamunnur. Síðani verður eftirmøti við sangi, sangframførslu og fríari vitniløtu. Sunnukvøldið 23. nov. kl. 20 verður ungdómsguds­ tænasta í Leirvíkar Kirkju við Hanus Simonsen, presti. Á skránni verður m.a. tala, felagssangur, sangfram­ førsla við Elly Justinussen, tvørfloytuspæl og altar­ gongd. Eftir ungdómsguds­ tænastuna verður suppa at fáa í Missiónshúsinum. sb. Lovsangskvøld í Leirvík TOS stendur fyri Tollarar Og Syndarar. Teir eru ein nýggjur bólkur við garvaðum tónleikarum. Teir framførdu á Fjarða­ festivalinum í ár, og tað var ein sera góð og áhugaverd framførsla. Teirra tónleikur er lívligur og festligur at lurta eftir. Eisini hava teir ein sera góðan boðskap í teirra tekstum. Við í TOS eru Bárður á Lakjuni, John Eliassen, Eiler Hansen, Jógvan Símin Sevdal og Jan Nónklett.