Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 224 - 20. november 2008 Frederik úr Nólsoy hevur fingið kapping. Brennivínshúsið, Dism, er í dag komi við einum nýggjum snapsi. Talan er um eitt føroyskt akvavitt, sum minnir eitt sindur um Aalborg, ið tey flestu kenna. Tó er tað so, at snapsurin verður bryggjaður á Bornholm í Danmark RúsdRekka Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Nú er tað ikki bert ólógligt heimabryggja brennivín, ið kann vera føroyskt. Hóast hesin drykkur verður gjørd­ ur uttanlands, so er upp­ skriftin føroysk og fólkið aftanfyri eisini. Fløskan, ið varð lagd fram í gamla reinsarínum í Tórsgøtu í morgun, verður kallað Lívsins Vatn. Menn­ inir aftanfyri, Mortan Mols Mortensen og Erling Eides­ gaard, hava enntá tikið sær frælsi at skriva tjóðardrykkur føroyinga á fløskuna. ­ Vit hava arbeitt við hesi ætlan í hálvtannað ár. Talan er um ein snaps, ið vónandi kemur at taka plássið hjá Aalborg akvavit í føroysku veitslunum. Vit hava eina sterka veitslumentan, og eru nokk millum fólkasløg­ ini, ið drekka mest akvavitt í heiminum, so vit halda tað vera uppá sítt pláss, at hava ein føroyskan snaps, greiðir Erling Eidesgaard frá. Uppskriftin Hóast snapsurin verður bryggjaður í Danmark, meta eigararnir av fyritøkuni, at hann er serføroyskur. ­ Tað eru mangir góðir føroyingar, ið eru byrjaðir sum útisetar. Alt aftanfyri, bæði smakkipanel, upp­ skriftin og fólkini annars eru føroysk, og tí er snaps­ urin føroyskur, sigur Erling Eidesgaard. Smakkurin Vanliga drekka føroyingar nógvan snaps til veitslur, og nógv snerkja at akvavittin­ um. Hetta ynskir Dism, ið eisini er eitt lítið gamalt føroyskt mát, at broyta. ­ Vit hava roynt at gera eina mildari og meira moder­ naða útgávu av akvavitti. Hinir snapsarnir vit vanliga drekka hava ein sera sterkan eftirsmakk, og hann vildu vit minka um. Eisini eru hinir rættiliga gamlar uppskriftir og tí kann tað vera, at tað er tørvur á eini broyting, sigur Mortan Mortensen. Dism vísir eisini á, at teir hava roynt at menna ein snaps, ið hóskar til føroyska matin. Avhaldsmann á baksíðuni Á etikkettuni á baksíðuni á fløskuni, stendur eitt ørindi úr »Føroyingar, sum her nú koma saman«, ið Rasmus Effersøe hevur skrivað, men tað er ikki í provoka­ tión, at tað stendur á. ­ Eg visti ikki av, at hann var íðin avhaldsmaður, men hann má hava upplivað mangt gildi. Hann stendur jú á vaglinum, millum nógv fólk, ið hava drukkið, so eg rokni við at hann yvirlivir tað, sigur Erling Eidesgaard. Hann leggur afturat, at teir fáa meira og meira at vita, tí teir hava eisini fingið upp­ lýst, at har fløskan var lagd fram, er eitt gamalt stað, har anonymir alkoholkarar plagdu at møtast. Ein av fleiri Sum skilst, er ætlanin hjá Dism, at gerast eitt brenni­ vínshús, við nógvum ymisk­ um snapsum. ­ Vit hava ætlanir um at bryggja fleiri ymiskar, men vit vilja enn ikki koma ordi­ liga koma inná, hvat talan er um. Men mann kann vænta, at okkurt nýtt kemur út í 2009, fortelur Erling Eidesgaard. Hann leggur afturat, at ætlanin er at koma inn á fleiri útlendskar marknaðir. ­ Vit fara at royna at koma inn á danska og íslendska marknaðin sum skjótast, men mann kann rokna við, at vit fara at royna at koma inn á amerikanska marknað­ in, tí millum amerikumenn, ið stava úr Norðurlondum, er akvavitt populert, sigur Erling Eidesgaard. Erling Eidesgaard, ið er annar av monn­ unum aftanfyri Dism, metir, at føroyska rúsdrekkalógin bæði kostnaðarmikil og dupultmoralsk RúsdRekka Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað hevur í longri tíð verði eitt kjak, hvørt rúsdrekka­ lógin í Føroyum er tíðar­ hóskandi. Hetta hevur Er­ ling Eidesgaard eina greiða meining um. ­ Rúdrekkalógin grensar ímóti at vera dupultmor­ alsk. Vit kunnu keypa so nógv av tí, vit hava hug til, men at bryggja nakað sterkari enn øl sleppa vit ikki. Tað eru nokk ongar orsøkir enn tær religiøsu aftanfyri. Sjálvandi skulu fólk sleppa at meina, at tað er skeivt at bryggja, men tað sýnist bara so skeivt, at drekka útlendsk­ an snaps, sigur Erling Eid­ esgaard. Hann metir tað eisini vera løgi, at eigarar­ nir av hugskotinum mugu í rúsdrekkasølu landsins fyri at kunna keypa sítt egna brennivín. Tað fíggjarliga Sambært Erlingi Eides­ gaard er tað eisini ein stór­ ur fíggjarligur missur fyri føroyingar, at alt sterkari enn øl skal innflytast. ­ Tað er so spell, at vit skulu flyta so nógvar peng­ ar av landinum. Eg trúgvi hvørki, at føroyingar fara at drekka meira ella minni, um vit sleppa at bryggja sjálvi. Vit drekka í hvussu so er ikki meira øl enn grannalondini, hóast vit kunnu bryggja tað, fortelur Erling Eidesgaard. Hann leggur afturat, at um tvey ár verður kanska talan um 20 arbeiðspláss, ið koma at liggja uttanfyri Føroyar í samband við Dism, og at tað metir hann vera óheppi. ­ Tað skuldi heldur ikki veri nakar trupulleiki at bryggja sterkt í Føroyum. Vit hava nokk av góðum vatni, og føroyski búskapur­ in kundi eisini fingið eitt íkast. Kanska ikki so stórt at byrja við, men vit liggja so fjarskotið, at tað kundi gott veri ein eksklusiv vøra. Tað er ikki hvønn dag fólk sleppa at drekka brennivín mitt úr Atlantshavinum, metir annar av monnunum aftanfyri Dism. Dupultmoralsk rúsdrekkalóg Frederik fingið kapping Í morgun varð eitt nýtt føroyskt akvavitt lagt fram, men tað verður bryggjað í Danmark. Stigtakarar eru: Erling Eidesgaard og Mortan Mortensen Mynd: Jens kristian Vang Eitt ørindi hjá avhaldsmanninum, Rasmus Effersøe, er á baksíðuni á fløskuni Mynd: Jens Kristian Vang Vinna tjúkt upp á breyð Matvøruprísurin dalar, og kornprísurin fellur støðugt. Hóast hetta hækkar prísurin á breyði í Danmark. Tað er ikki tí at breyð verður seinni ávirkað í mun til aðrar vørur. Bara tann seinasta mánaði er prísurin á breyði hækkaður við einum prosenti, samstundis sum aðrar matvørur er falnar við einum prosenti, vísa nýggjar útrokningar frá Fødevareøkonomisk Institut. Búskaparfrøðingur Martin Salomon úr Brúkararáðnum undrast. Hóast Danmark sjálvt framleiðir eina rúgvu av korni, hava tey teir hægstu breyðprísirnar í ES. – Vit burdu ikki verið tey dýrastu í ES. Tað er ein kappingartrupulleiki, og tað er nakað, politikararnir mugu kanna. Tað einasta, brúkarin kann gera, er at hyggja eftir bíligastu prísunum. Tað kann vónandi leggja trýst á framleiðararnar til at seta teirra órímila høgu prísir niður, sigur hann við Ekstra Blaðið.