Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-19, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. november 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 19. november 2008 lýsingartilfar 43 ‘08 899,- Gabor damustivlar Jólaskógvarnir til hennara Dr. Jakobsensgøta 15 Tel 322555 Vit selja Rosendahl fyri DK prísir ALT TIL HEIMIÐ Kaffimaskina kr. 1.349,- r Ein av heilt gomlu fyritøkunum í Føroyum, er P/F Leif Mohr, ið hevur víðfevnt virksemi inna sølu og umvæling innan el-útbúnað. Fyritøkan var eisini fyrsta fyritøka uttanfyri Danmark, ið fekk loyvi at selja vælumtókta merkið Bang&Olufsen, og tann søgan er sera skemtilig Sjónligast eru deildirnar, ið nevnast LM-Handil, men Leif Mohr er annað og meira, tí virksemið fevnir um bæði smá- og heilsølu, umframt at verkstaður og installatión er partur av virkseminum. Og tað verið seg alt til húsarhald, virkisbygningar ella skip. Dentur verður lagdur á góða tænastu, og er hetta partur av grundleggjandi virðunum. Heldur dygd og tænastu, enn bara bílgt. Gamalt 1935 Fyri Ólavsøku tann 15. juli kunnger Leif Mohr í eini lýsing í Dimmalætting, at hann er farin undir sítt egna installatiónsvirki, og at alt elektriskt arbeiði verður gjørt ”Gott, skjótt og bíligt”. Í fyrstuni hevði fyritøkan ikki handilshøli, men tann fyrsti verkstaðurin var í kjallaranum í húsunum, sum Johs. Olaus Joensen átti í Steinagøtu. Har hevði hann eisini goymslu sína. Fyrsta stórarbeiði í Leif Mohr stóð fyri, var tann elektriska innleggingin á Hvíldarheiminum Nainu, ið Einar Mikkelsen hjálpti honum við sum lærlingur. Longu í 1935 fekk Leif sera gott samband við kendu donsku fyritøkuna Louis Poulsen, ja so gott var sambandið við ein av fremstu seljarnum, at hesin fekk ikki annað navn enn ”Mohrfar” Leif Mohr flytur virksemi sítt niðan í ein lágan bygning, ið Arthur Brend átti á niðara horninum Niels Finsensgøta – Kongagøta. Leif Mohr fær umboðan uppá Bang og Olufsen, og er hetta tað fyrsta skipaða útflutningssamband, sum Bang og Olufsen hevur havt í virkistíð síni. Fyritøkan flytur út í Dr. Jacobsens- gøtu í eini hús, ið John hjá Magnus Sivari Simonsen átti á tí grundstykk- inum, ið Keypssamtøkan seinni hevur bygt á. 1947 Tann fyrsti virkisbygningurin hjá Leif Mohr varð reistur í J.H. Schrøtersgøtu. Har var handil, skrivstova, verkstaður og goymsla. 1963 Nýggjur virkisbygningur verður bygdur í J.H. Schrøtersgøtu. Húsini vóru í 2.hæddum, sum hvør var uppá 200 kvatratmetrar. 1978 Leif Mohr andast tann 5. desember 1978. Tann 1. januar 1979 vóru Gunnar Ihlen og Jákup Dahl- Olsen settir sum stjórar. 1981 1.mei varð flutt inn í núverandi bygning á Smyrilsvegi 2 1994 Leivur Holm, ið er abba- sonur Leif Mohr, tekur við sum stjóri felagsins. 1995 LM Handilin flytir úr SMS niðan á Smyrilsveg, soleiðis at alt virksemi verður samlað uppi á Hálsi. 2001 Virksemi verður umskipað. Alt handverkaravirksemi verður flutt í nýstovnaða felagið P/F LM Electric. 2004 Í juni 2004 læt Leif Mohr deild upp á Kambsdali. Hølini eru í bygninginum hjá JT Electric LM og B&O Sum skilst, er talan um gamla fyritøku, men júst søgan um, at Leif Mohr var fyrsta fyritøka, sum seldi Bang & Olufsen uttanfyri Danmark, er nokkso stuttlig. Leif Mohr fekk vøruna til Føroya áðrenn seinna heimskríggj byrjaði, men so kom kríggið, og ikki bar til at gjalda. Í Danmark avskrivaðu teir alla vón um peningin. Men eftir kríggið fór gamli Leif Mohr við fyrsta farti til Danmarkar við einum kufferti, fult av peningi, og fekk goldið fyri vøruna. Og sera bilsnir stóðu teir hjá Bang & Olufsen, tá teir upplivdu hetta. Síðani hevur sambandið millum fyritøkurnar báðar verið serstakliga gott, og hendingin er vorðin ein partur av søguni um B&O. Gomul, men nútímans fyritøka Hyggur ein á heimasíðuna www.lm. fo, so skilst, at talan er um eina fyritøku, ið fyri tað fyrsta hevur nógv at bjóða kundum sínum, men sum eisini hevur fylgt við tíðini. Har er søgan at finna, har er vangamynd, har eru hugsjónirnar, ið fyritøkan hevur og har er starvs- fólkapolitikkur og mangt annað. Alt slíkt, ið hoyrur eini nútímans fyri- tøku til, so hóast 70 ár á baki, so er LM í fremstu røð á flest øllum økjum. Um vit stutt skulu taka brot, ið væl lýsir hugsjón og virksemi, so eru tað kanska hesi: Við meira enn 70’ ára royndum eru vit tann størsta og mest fram- komna fyritøkan av sínum slag í Føroyum og kunnu bjóða alla ta tænastu, sum nútíðin krevur av einum ráðgevandi og útinnandi elinnleggjaravirki og el-heilsølu. Harafturat kunnu vit við LM Handli- num bjóða alt tað nýggjasta og dygdarbesta innan eltól og elútbúnað. Okkara mál er at arbeiða við framtíðini í huga og ikki fyri løtuvinning, soleiðis at vit menna verandi samband/samarbeiði. Málum okkara vilja vit røkka við áliti og góðum samstarvi. Somu- leiðis leggja vit dent á fjølbroytni og stóra fakliga dygd, umframt at vit altíð eru til taks hjá kundunum, tá brúk er fyri tí. Stór fyritøka LM-Handilin hevur deildir í Havn og á Kambsdali. Eini 70 fólk arbeiða í fyritøkuni, tá allar deildir eru roknaðar við. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Leif Mohr leggur dent á dygd og tænastu