fríggjadagur 21. november 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2008
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Lítli Jákup, sonur Joan og Jaspur Tausen, andaðist
15. november á Hjørring sjúkrahúsi. Tey, ið ynskja
at minnast Jákup, kunnu lata eina peningagávu til
Nebo á Toftum, konta í Føroya Banka.
Andlát og jarðarferðir
Mikudagurin 13. august
2008 var ein sorgardagur
fyri okkum tríggjar. Hend
an dagin andaðist Andrias
Christian Samuelsen í
Havn, bert 61 ára gamal.
Fyri okkum tríggjar var
hann bara Samuelsen. Vit
høvdu mist ein góðan og
trúfastan vinmann.
Vit fýra hittust á Grann
skoðaravirkinum hjá Jógv
an Sundstein síðst í 80
unum og fyrst í 90unum,
har vit starvaðust. Sjálvt
um Andrias var eldri enn
vit tríggir, so rann skjótt
saman okkara millum við
góðum vinskapi og saman
haldi. Aldursmunurin í hes
um høpi hevði ongan týdn
ing og kom ongantíð til
sjóndar,
tey
fylgjandi
mongu árini, ið okkara vin
skapur vardi. Hansara um
hugsni og trúfesti móti okk
um helt á líka til tað síðsta.
Tá ið Andrias kom heim
aftur úr Danmark og byrj
aði á Grannskoðaravirkin
um aftur, høvdu vit gjørt
okkum eina mynd av mann
inum. Teir eldru arbeiðsfel
agarnir kendu hann frá
fyrr av og høvdu bert rós
andi orð um hendan dugna
liga mannin. Vit fingu
skjótt at sanna at so var.
Ein sera arbeiðssamur mað
ur, við hollari vitan um
roknskap, grannskoðan og
fiskivinnu, bæði í Føroyum
og uttanlands. Hann var
ógvuliga hjálpsamur og
var altíð tilreiðar at rætta
eina hjálpandi hond. Ein
beit eisini merki í hansara
glaða og positiva lyndi, og
sást hetta serliga, tá ið tíð
arfreistir skuldu haldast,
og fólk vóru strongd og
troytt. Tá kom hann við
eini positivari og ofta
skemtiligari viðmerking.
Fyrst í 90unum skiltust
okkara vegir, tá ið vit tríggir
fóru í onnur størv. Andrias
varð tó verandi á Grannskoð
aravirkinum, eitt starv hann
hevði, inntil hann andaðist.
Hóast tað, at vit ikki
arbeiddu saman longur, helt
vinskapur okkara, og vit av
gjørdu at halda sambandið
við hvønn annan. Tað vísti
seg nevniliga, at vit trivust
væl saman, og tí varð
avgjørt, at vit skuldu hittast
tvær ferðir um árið, og hev
ur hetta verið soleiðis hesi
síðstu 1415 árini. Vit hava
vitjað flest allar matstovur í
miðstaðarøkinum, har vit
hava hugleitt um farnar dag
ar, politikk, átrúnað, samfel
agsmál og mangt, mangt
annað. Áftaná eina góða
máltíð, plagdu vit at fara
heim til ein av okkum til ein
góðan kaffimunn og ofta
gjørdist tað seint, áðrenn vit
skiltust. Okkum kemur til
hugs, allar tær góðu og
hugnaligu løturnar, vit hava
sitið í stovuni hjá Andriasi
og Aju. Tað varð altíð skemt
að nógv, og tíanverri gingu
hesar løtur alt ov skjótt.
Sum frá leið gjørdist hetta
eitt av hæddarpunktunum í
árinum hjá okkum fýra, og
tí gleddu vit okkum hvørja
ferð til at hittast. Nú Andri
as ikki longur er okkara
millum, hava vit tó avgjørt
at halda fram við hesi sið
venju, tað hevði Andrias óiv
að gleðst um. Tað kennist tó
ógvuliga løgið, at tann eini
stólurin nú stendur tómur.
Nú vit aftur hittast, sita
vit á eini matstovu í Runa
vík og skriva minningarorð
um okkara góða vinmann.
Vit hava mangan spurt
okkum sjálvar, hvussu tað
bar til, at tað fall so væl í
lag okkara millum, og at
vit hildu so væl saman hesi
árini. Kemiin var bara har.
Góði Andrias. Vit sakna
teg ómetaliga nógv. Takk
fyri allar tær góðu og hugna
ligu løtur vit høvdu saman.
Okkara bøn er, at tú Aja,
Inga og Elisabeth og mugu
finna troyst hjá Honum,
sum er Gud alra troystar.
Æra verður minnið um vin
mannin, Andrias.
Emil, Petur Juul
og Poli
Minningarorð um vinmannin
Andrias Samuelsen
Góði Lítli!
Eg sakni teg so sáran. Í
dag hevði tú fylt 62 ár. Tað
var so stutt ímillum okkum
bæði; vit vóru yngst av 4
systkjum. Vuksu upp úti í
Perskonugøtu, har mamma
og pápi festu búgv, beint
innan fyri bøgarðarnar. Tá
var langt heim í Havnina.
Pápi okkara, Mikkjal Samu
elsen, nevndur Mikkjal í
Horni, var sonur bakaran í
Horni, Andrias, sum tú var
uppkallaður
eftir,
og
mamma, Inga f. Simonsen,
var ættað av Viðareiði.
Barnaárini vóru ótrúliga
góð. Vit høvdu neyt, seyð,
gæs, hønur, hund og kettu.
Rossið Floru minnist eg
eisini. Tá ið vit vóru í Havn
ardali í torvi, tá var gott at
seta seg í hestavognin.
Kavakvøldini plagdu vit
at skreiða heilt úti frá okk
um og oman Kinabrekkuna,
heim á Bøkkin (við Vestur
kirkjuna), framvið Bryggjar
ínum – líka heim í Konrads
brekkuna. Bilar vóru fáir, og
møtti tú einum í Kinabrekk
uni, har smalast var, so var
bara at venda útav.
Vit gingu bæði í Komm
unuskúlanum á Vaglinum
– í 1956 var farið niðan í
nýggja gula Kommunu
skúlan. Liðugur við Mell
em og Realskúlan fór tú í
læru í Sjóvunnubankanum,
eg fór í læru í Føroya
Banka. Vit gingu í sunnu
dagsskúla í Ebenezer og í
Bíbliuflokkinum fyri ung,
har vit bæði komu til per
sónliga trúgv á Harran
Jesus á ungum árum.
Í 1967 vildi tú royna nak
að nýtt. Fór til Keypmanna
havnar at arbeiða í banka.
Tú var óførur at skriva heim
og har ímillum var ein sang
ur, sum tú hevði yrkt, og
sum bleiv mær so kærur.
Seinri fór tú í starv á Grann
skoðaravirkinum hjá Jógv
ani Sundstein, seinri Inpact.
Har treivst tú sera væl; tú
elskaði títt arbeiði, og nú tú
var vorðin so sjúkur, ynskti
tú mangan at kunna farið
aftur til arbeiðis.
Tú giftist Aju á Bergi úr
Klaksvík í 1971 og tit
fingu døturnar Ingu í 1972
og Elisabeth í 1976. Tú
elskaði tína familju og ikki
minst abbasynirnar, og tá
eg tosaði við teg, spurdi tú
altíð:”Hvat gera teir báðir,
Mikkjal og Kári”.
Tú var ein góður bróðir
at hava, friðarligur, lítillát
in, nærlagdur, dugnaligur
og sera røkin í øllum,
skemtingarsamur og stutt
ligur at vera saman við. Tú
las nógv og fylgdi væl við
tí, ið hendi í samfelagnum.
Var sera tolin, og á tíni
drúgvu sjúkralegu, hóast
so illa sjúkur, gramdi tú
teg ongantíð. Alt var gott.
Góðu Aja, Elisabeth og
Inga, Heri, Andrias, Jónas
og Elias. Tit hava mist
nógv. Má Harrin signa og
varðveita tykkum. Tit vóru
so sera væl um hann líka
til tað síðsta. Gott at eiga
tað lyftið, at vit skulu møt
ast aftur í Himli ein dag.
Friður veri við minninum
um beiggja mín Lítla.
Jóhanna Maria
Minningarorð um
Andrias Chr. Samuelsen
Elinborg Trónd Johansen
Tórshavn
andaðist hósdagin 20. nov., 80 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Vegna tey avvarðandi
Finnur Johansen
-har
tað hendir