hósdagur 20. november 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 20. november 2008
lýsingartilfar
39
‘08
Í 1932 fór Palle Morten
sen av Argjum og til
Vágs at arbeiða. Tvey ár
seinni setti hann á stovn
egið virki og Tangavirkið
hevur síðani verið virkið
og í vøkstri
Tangavirkið í Vági er gamalt og
støðufast virkið. Fyritøkan er eisini
kend sum Smiðjan hjá Bent, ella
Smiðjan hjá Bentt hjá Argja Palla.
Og alt hetta hevur sín uppruna í,
at Palle Mortensen fór av Argjum,
og suður til Vágs at arbeiða uppá
motorar hjá fyritøkuni Á Gørðunum.
Har var hann í tvey ár, og Garða
menn vildu fegnir hava henda
hegnismann at arbeiða fyri seg,
men hann setti ístaðin egið virki á
stovn. Hetta var í 1932.
Hetta vóru ringar tíðir, tríatiárini
eru tiltikin trupul, og í byrjanini
vóru tað vanligar umvælingar á
skránni, sum sum á súkklur og á
skip.
So gjørdust tíðirnar betri, og
vanligar umvælingar vóru fram
vegis á skránni, og nógv virksemi
var í Vági.
Fyrst í sekstiárunum gjørdist alt
meira vanligt, at fólk fingu sær
miðstøðuhita í húsini, og Smiðjan
hjá Argja Palla gjørdi ketlar, og legði
inn miðstøðuhita. Framleiðslan av
ketlum helt fram til einaferð í
seinnu helvt av sjeytiárunum, og
fyritøkan hevur gjørt yvir 400 ketlar
hesi árini.
Skiftistíðir
Tangavirkið hevur lagað seg til
skiftandi tíðir, men miðstøðuhitin
er enn partur av virkseminum.
– Vit leggja inn í hús framvegis,
og hava eisini størri verkætlanir, og
hava t.d. júst staðið fyri
arbeiðiðnum at leggja inn í Mið
námsskúlan í Hovi, sigur Mortan
Mortensen, ið er 3. ættarlið av
undangongumonnum í fyritøkuni.
Annars eru tað oljutangar, kon
struktiónir og alskyns stálarbeiði, ið
Tangavirkið fæst við. T.d. hevur
fyritøkan gjørt stálarbeiðið til byggi
arbeiðið á Hamrinum á Argjum,
sum Valbjørn Dalsgarð stendur fyri,
brandtrappur til Eysturskúlan í
Havn, eitt arbeiði, sum Karstin Joen
sen stendur fyri, og Tangavirkið
letur eisini nógv til CNBygg , m.a.
trappur, altanir, stálsúlur og annað.
Fyritøkan er stutt sagt serkøn
innan stálarbeiði.
Handil
Fyri nøkrum árum síðani lat Tanga
virkið eisini upp ein handil, ið er
fastbygdur í smiðjubygningin. Talan
er um HVS handil, ið hevur rímuliga
breitt úrval.
Mortan Mortensen sigur, at enn
hevur Tangavirkið nógv at gera. 15
mans arbeiða á Tangavirkinum í
Vági.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Virkið virki síðani 1932
tel. 351220
Jólagávuhugskot
Tórshavn | Kambsdalur
SONY DSC-S750
Tunt og lætt snið. 7,2 mega pixel og
objektiv við 3x optiskum zoom.
kr. 995,-
Digitalt myndatól
Stílur &
elegansa
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00
Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
fín til jóla!
Í Miðlon
Hoyvíksv. 67
100 Tórshavn
Tel 321755
N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687
Til tann
professionella
og til
nýbyrjaran
i