Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 225 - 21. november 2008 Eftir at hava verið á einum skeiði í reinføri og bakteriuflutningi eru arbeiðshættirnir í matstovuni Pizza 67 í Havn, nógv broyttir. Starvsfólkini eru meira tilvitaði, sigur Ólavur Danielsen, varaleiðari í fyritøkuni Matstova                          Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Í oktober mánaði vóru øll starvsfólkini á Pizza 67 í Havn á einum fimm-tíma skeiði, har tey vórðu kunnað um reinføri, handfaring og bakteriur. - Orsøkin til skeiðið var at kunna starvsfólkið, so matvøran altíð er í lagi, sigur varaleiðarin, Ólavur Danielsen. - Reinføri kann betrast, men tað er eisini umráðandi at kenna orsøk- irnar til, hví ymiskir fram- ferðarhættir verða nýttir í sambandi við matgerð. Í alt vóru 25 skeiðslut- takarar á skeiðnum. Ikki ein- ans tey, ið starvast í køki- num, men eisini tænarar og útkoyrarar. Ætlanin er at hava slík skeið regluliga, so starvsfólkið og viðskiftafólk- ini eru kunnaði um, at allar ásetingar verða hildnar. Ávirkan á arbeiðið Matstovan merkir munin, tí arbeiðshættirnir eru nógv broyttir. Millum annað eru allar vørueskjur bannaðar úr køkinum. Bakteriur finnas í innpakningi, og tí verða allar eskjur tømdar uttanfyri, og vøran borin inn. Nakað av útgerð er eisini skift út, millum annað eru gomlu skeribrettini, ið vóru úr træ skift út við plast, tí ikki ber til at vaska allar bakteriur úr trænum. Viðvíkjandi útkoyringini verða bilarnir nú oftari vaskaðir og somuleiðis taskurnar, ið maturin verður hildin heitur í. Fyri tænararnar merkir skeiðið, at maturin, ið verður borin út, bæði til sjálvtøkuborðið og í matstovuni, skal vera nóg heitur fyri at lúka krøv innan hetta. - Starvsfólkini hava tikið væl móti nýggja lærdómi- num, og nógv er broytt. Skeiðið kann eisini nýtast uttanfyri arbeiðsplássið, í heiminum og til at vísa á, at man hevur eitt skeið innan reinføri, sigur Ólavur Danielsen. Hann leggur afturat, at skeiðið hevur verið til gagns fyri mat- stovuna og harvið viðskifta- fólkini, at eitt slíkt skeið átti at verðið sett sum krav til allar matstovur og tey, sum starvast innan hesav vinnuna í Føroyum. Pitsarí hækkar reinførið Nógv er broytt á pitsarínum eftir øll starvsfólkini hava verið á skeiði í reinføri Ger kvetti!! Til sølu Hyundai Santa Fe 4 x 4 Hyundai Santa Fe 2,2 Turbo disel. Vetrardekk á felgum fylgja við. Árg. 09.06. Km. 50.000 Prísur: 225.000 kr. Nýprísur 410.000 kr. Bakaríið Grón att: sveinur +298 236213 Bilur góður í kava til sølu Nissan Terrano 2.7 Turbo diesel 4x4 Nissan Terrano 2.7 Turbo diesel 4x4 frá januar 2003 til sølu. Hevur koyrt 60.000 km. Vetrardekk á felgum fylgja við. Prísur: 89.000 kr. Nýprísur 240.000 kr Bakaríið Grón att: sveinur +298 236213 Íslendska fyritøkan Sardius er í Føroyum í hesum døgum í Føroyum at bjóða føroyingum at gera íløgur í Íslandi ÍLØGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú er lagaliga løtan at gera íløgur í Íslandi. Í hesum døgum er íslendska fyritøkan Sardius í Føroyum fyri at bjóða føroyingum at gera íløgur í Íslandi. Stjórin í Sardius, Halldór Pálsson, sigur, at løtan nú er júst hin rætta. Húsa- og íbúðarprísirnir er í løtuni minst 20% undir marknaðarprísunum fyri góðum mánaði síðani, og hartil er íslendska krónan lækkað niður í næstan einki, sigur Halldór Pálsson. Hann mælir tí føroyingum til, at gera íløgur í »betong« í Íslandi, tí tað hjálpir íslendska búskapinum við útlendskum íleggjarum, samstundir sum føroyingar gera eina góða íløgu. Føroyingar kunnu gera íløgur í hús ella íbúðir ella aðrar bygningar í Íslandi, halda upp á hesar íløgur í eini tvey ár, fyri síðani at kunna selja aftur við góðum vinningi, sigur Haldór Pálsson. Hann bjóðar inn til kunnandi fund á Hotel Streym í morginb klokkan 17, har hann fer at greiða nærri frá møguleikunum hjá føroyingum í Íslandi. Øll áhugað eru vælkomin. Halldór Pálsson bjóðar nú føroyingum at gera íløgur í Íslandi við fyrimuni Mynd: Jens Kristian Vang Íløgur í Íslandi við fyrimuni