Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. september 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 171 - 6. september 2001 Nr. 172 - 6. september 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 C M Y K Opel skiftir navn til GM Opel Danmark skiftir aftur navn til General Motors Danmark. Hetta segði stjórin hjá Opel Danmark, Klaus Kibs- gaard, við Sosialin fyri tveimum vikum síðani, tá hann vitjaði í Føroyum í sambandi við, at Opel-um- boðið í Føroyum, P/F Meinhardt Arge, nú eisini tekur yvir Saab-umboðið. General Motors Danmar umboðar nú merkini, Op- el, Cadillac, Chevrolet og Saab. General Motors eigur bæði Saab Danmark og Opel Danmark, og fyri at gera raskturin lættari, verða fel- øgini løgd saman. 5000 úr starvi hjá Ford Tann amerikanska Fordverksmiðjan ætlar at minka talið av starvsfólki við millum 4.000 og 5.000 innan árslok. Felagið væntar, at fráfaringarendurgjald í sambandi við uppsøgnirnar fara at kosta felagnum 700 milliónir dollarar eftir skatt. Hóast ógvusligu skerjingina í starvsfólkatali vænt- ar felagið, at størsti parturin av hesum starvsfólkum kunnu fara frá við nátúrligari frágongd. Umframt uppsagnarendurgjaldið væntar Ford at skula avskriva eina 200 milliónir dollarar í sambandi við skeivar íløgur í elektróniskan handil og ymsar venture-íløgur á bilaøkinum. Toyota og Honda økja Teir japansku bilaframleiðararnir, Honda og Toyota, eru á odda, tá tosað verður um øking í sølu og fram- leiðslu á heimsplani. Í heimssamanhangi hevur størsti bilaframleiðarin í Japan, Toyota, víðkað framleiðsluna í juli við 4,4% samanborið við sama mánað í fjør. Honda, sum er næststørsti bilaframleiðari í Japan, hevur víðkað framleiðsluna við 11% í sama tíðarskeiði. Økingin í framleiðsluni hendir, hóast japanski bú- skapurin – sum er nær tengdur amerikanska doll- aranum – er í kreppu. Jens Pauli Dahl í Leynum, sum umboð- ar Veng karossarílutir, sigur, at endamálið við Veng Føroyar er at levera røttu vøruna til kundan hvørja ferð – og til rætta prísin BILLUTIR Magnus Gunnarsson Veng Danmark A/S er ein av størstu leverandørum av karossarílutum í Europa við umleið 15.000 vøru- nummarum á goymslu til 450 ymisk bilmodell. Í Føroyum er tað Jens Pauli Dahl, sum umboðar Veng. Hann hevur eina kompletta Veng vøruskrá við príslista, yvir lutir til allar skaðaumvælingar. Prísurin er tann sami sum í Danmark, sigur Jens Pauli, og øll eru vælkomin at fáa ein príslista. Levera uttan meirkostnað Eitt av endamálunum er, at kundin veit, hvat lutirnir kosta honum, tá hann bí- leggur teir. Passformurin á luturnum er eins góður og á original- lutum. Í nógvum førum er talan um originalar lutir, uttan at navnið á nøkrum bilmerki stendur á teimum. Veng Føroyar virkar sum ein heilsøla, ið selur til bil- verkstøð og í smásølu til privatar kundar. Kundin bíleggur lutirnar við nummarinum í príslist- anum, og teir verða lever- aðir beinleiðis á adressuna uttan meirkostnað. Prísurin er tann sum stendur í príslistanum. Equipart Fyri at tryggja góðskuna enn betur samstarva Veng við Van Wezel/Unipart, ið brúka nógvar milliónir krónur til at kanna góðsk- una á teimum ymisku lutu- num. Hetta kvalitetkon- septið kallast »Equipart«. Teir kanna dygdina á til- farinum, passformin, lakk- eringina, monteringsholini, møtrikkarnar og annað. Veng sigast at vera teir ein- astu sum royndarmontera lutirnar, áðrenn teir verða sendir á marknaðin. Um »Equipart« merkið er á Veng lutunum, hava teir verið gjøgnum teirra sera stranga góðskueftirlit. Upp til 6 ára garanti Slættar karossaríplátur og botnprofilar í ymiskum tjúgdum eru altíð á goym- slu. Endamálið hjá heilsøl- uni, Veng Føroyar, sum heldur til í Leynum, er at levera rætta vøru til kundan hvørja ferð, og til rætta prísin. Veng er eitt kvali- tetsprodukt, við upp til 6 ára garanti. Umframt kar- ossarílutir umfatar vøru- skráin hjá Veng eisini køl- arar, bensintangar, sving- armar, lyktir og síðuspegl. Veng Føroyar hevur telefon nr. 421767, teldupostadr- essan er: veng@post.olivant.fo Veng Føroyar - skjóta og góða tænastu um alt landið Ein álítandi starvsfelagi Mazda E-serian Mazda E-serian hevur tað, sum skal til fyri at vera ein álítandi og góður samstarvsfelagi. Ein fleksibul og figgjarliga væl roynd loysn uppá dagliga tørvin hjá fyritøku tíni. BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 159.700,- prísur: Í Føroyum er tað Jens Pauli Dahl, sum umboðar Veng – eina av størstu karrossarífyri- tøkum í Evropa. Hann hevur eina kompletta Veng vøruskrá við príslista, yvir lutir til allar skaðaumvælingar. Prísurin er tann sami sum í Danmark, sigur Jens Pauli, og øll eru vælkomin at fáa ein príslista. Eitt sindur um ein Rolls Royce í Havn Limablaðið hjá Før- oya Ellisakførum hev- ur seinastu tíðina skrivað nakað um ein Rolls Royce, sum Frit- leif Johannesen keypti til Føroya í 1934. Av tí at bilurin var so tungur, nokt- aðu myndugleikarnir honum góðkenning, so hann kundi koyra. Seinni varð hann um- bygdur til lastbil, tá bar til GAMLIR BILAR Føroya Ellisafør Mangan hevur verið tosað um, at Rolls Royce bilarnar vóru best gjørdu bilar, ið vóru til. Fritleif Johannesen kom til Føroyar í 1934 við einum tílíkum bili. Hendan Rolls Royce bilin yvirtóku Óla Jákup Christiansen og Óla Christian Skála. Hóast teir søktu um loyvi, kundi hesin persónbilur ikki skrásetast og fáa loyvi at koyra. Bilurin var nógv tyngri, enn loyvt var, vigaði 2.000 kg, meðan lógin tá bert loyvdi eina eginvekt uppá 1450 kg. Bilurin kom sostatt ikki í brúk, stóð í eini garagu hjá Óla Jákup Christiansen. Bilurin bleiv skrásettur Umleið 1941 umbyggir Hans Jacob Christiansen, sonur Óla Jákup, Rolls Royce bilin til lastbil, og verður hann í 1942 skrá- settur í hansara navni við nummarplátu nr. 200. Bilurin kundi nú skráset- ast, tá lógin seinni í 30’u- num (1936) viðvíkjandi eginvekt varð broytt til 1.850 kg og í 1940 aftur broytt soleiðis, at fekst loyvi frá kommunustýri- num, kundi eginvektin verða 2.500 kg og samlaða vektin 4.500 kg. Bilurin verður nú brúkt- ur, millum annað til flutn- ing av tilfari, cementtunn- um o. ø. í samband við byggiarbeiði hjá onglend- ingunum. Fyri hesum ar- beiðum stóð Tórgarð, byggimeistari. Motorurin í skipsjollu Hans Jacob Christiansen koyrir við Rolls Roycinum knapt hálvt ár. Seint í 1943 verður bilurin settur, møgu- liga tí trupult varð at fáa eykalutir undir krígnum. Motorurin bleiv seinni brúktur í eini skipsjollu, meðan bilurin tí ikki varð afturgjørdur. Teir, sum minnast bilin, siga, at alt var sera fínt gjørt, allir metalpartar á motorinum vóru pussaðir blankir. Motorurin hevði dupulta tendring og dupult sett av tendriproppum. Eis- ini vóru tríggir møguleikar at fáa bensin fram til mot- orin, tann seinasti við at seta trýst á tangan. Eisini vóru hjólini gjørd við fleiri, men tynnri, snældum enn vanligt. Keldur: Mortan Joensen Argir Frits Christiansen Tórshavn Trúgvi Árting Tórshavn »The Cammeronians« niðri á Kongabrúnni í Havn í juni 1942: Vit halda bilin uttast høgrumegin vera Rolls Royce bilin hjá Óla Jákup á Stykkinum – hjólini eru snælduhjól, sum ikki vóru brúkt á lastbilum tá (um 1940). Tá vóru »stálhjólini« komin í brúk Mynd úr savninum hjá Birgari Johannesn. Eiden Müller átti myndina Soleiðis kann Rolls Royce bilurin hjá Óla Jákup hava sæð út, tá Fritleif Johannessen fekk hann heim í 1934 Ofta vóru Rolls Royce bilarnir umbygdir – serliga til líkbilar ella sjúkrabilar. Men hesin var – eins og tann hjá Óla Jákup á Stykkinum – umbygdur til lastbil, helst til okkurt verkstað