fríggjadagur 21. november 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2008
35
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Pedagogar til nýggja bústaðin
á Leitisvegi á Glyvrum
Til nýggjan bústað til 7 vaksin fólk við
menningartarni verður søkt eftir 4
pedagogum, at byrja 1. jan. 2009 og 1
pedagogi at byrja 15. des. 2008. Nærri
avtala kann gerast um setan.
Talan er um at byggja upp nýtt virksemi,
har gerandisdagurin hjá 7 fólkum skal
skipast saman við teimum, sum búgva
har, bæði hvat viðvíkur bústaðnum,
arbeiði og frítíð. Eisini skula gerast
virkisætlanir fyri hin einstaka.
Vit sóknast eftir pedagogum sum duga
og vilja átaka sær uppgávur, ið eru
samsvarandi tørvi og ynskjum hjá
teimum, ið búgva á Leitisvegi.
Hetta hevur við sær at pedagogarnir eru
áhugaðir í og kunna luttaka aktivt í
nógvum nýggjum avbjóðingum. Tú skal
duga væl at samstarva samstundis sum
tú eisini kanst átaka tær sjálvsstøðuga
ábyrgd
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og talan er
um bæði dag-, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisvaktir.
Setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag. Um pedagogar, ið
frammanundan er tænastumaður, verður
settur í starv, heldur tænastumanna-
setanin fram, og verður lønin sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Pedagogfelag. Um eingin
pedagogur søkir størvini, verða størvini
sett við hjálparfólki sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar
Nærverkið og deildir undir tí.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til samskiparin á tlf. 516544
Umsókn
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og C.V. skulu sendast til:
Økisdeildin
Bókbindaragøta 8
100 Tórshavn
Stílað: Ingrið H. Dalsgaard
Umsóknarfreist: 5. desember 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan: Vágar Norðstreymoy
Sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni
Vestmanna/Kvívík
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at
arbeiða í skiftandi vaktum í starvsbrøki
0,6 at byrja 1. Januar 2009.
Arbeiðið umfatar røkt og umsorgan til
heimabúgvandi borgarar og til búfólkini
á Eldrasambýlinum. Arbeitt verður í
tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar
innan skipanina.
Førleiki
• Prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• Fakligan áhuga innan primera økið
• Góð samstarvsevni og dugir væl at
samskifta
• Ynskiligt er at umsøkjarin hevur
teldukunnleika á brúkarastøði
Vit bjóða
• Fakliga og persónliga menning
• Gott tvørfakligt samstarv
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt arbeiði
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Setanarøkið er Nærverkið og tænastu-
staðurin er í løtuni Heimatænastan við
útgangsstøði frá Vestmanna.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til økisleiðaran á tlf. 333249/282249.
Umsókn
Umsókn saman við prógvið verður at
senda til :
Heimatænastan Vágar/Norðstreymoy
Stílað: Sonja Klein, økisleiðari
Hornaveg 12
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 5. Desember 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Pedagogur til Býlingshúsið á Norðasta Horni
Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at
byrja 1. januar 2009 ella eftir nærri avtalu.
Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Býlings-
húsinum á Norðasta Horni, Granagøta 5, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin
8. desember 2008.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 21 09 06.
Lesið
-so eru tit við!