fríggjadagur 21. november 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 21. november 2008
‘08
lýsingartilfar
45
e
NOKIA 1208
Ein einkul og
snøgg fartelefon við
innbygdari lummalykt
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24
395,-
Vitin er bókhandil í
Runavík, ið hevur kristi
ligt tilfar at bjóða, og tað
snýr seg bæði um lesi
tilfar, tónleik og filmar
Vitin er kristiligur bókhandil. Dentur
verður lagdur á bøkur, ið hava
kristiligt innihald, so sum bíbliur,
sangbøkur og undirvísingartilfar.
Lívsins Orð eigur bókhandilin,
men dentur verður lagdur á, at
úrvalið er tvørkirkjuligt, og eisini
verður roynt at hava eitt so breitt
úrval, sum gjørligt.
Og úrvalið er breitt, og tónleika
liga ber til at finna tað mesta, ið er
at hoyra innan andaligan tónleik,
bæði gospel, lovsang og andaligan,
kristnan rock.
Sama kann sigast um úrvalið av
filmum, ið eisini eru væl umboðaðir
á hillunum í bókhandlinum
Vitanum.
Ásannan
Endamálið hjá bókhandlinum er, at
vanligi føroyingurin skal hava
atgongd til kristiligt tilfar.
Stigtakararnir siga, at hetta er
gjørt í ásannan av, at slíkt tilfar ikki
er tókt í øðrum handlum, men má
bíleggjast.
Útgáva
Útgáva av bók, fløgu ella filmi er
altíð trupul og kostnaðarmikil, men
Vitin hevur so spakuliga flutt seg
tann vegin, og hevur verið við til at
geva út ymiskt. Vitin hevur givið út
barnafløguna Einglavakt, og hevur
annars staðið fyri ymsum
endurútgávum.
Í Runavík
Um orsøkina til, at bókhandilin Vitin
liggur í Runavík, siga tey, ið varða av,
at tað er av teirri einføldu orsøk, at
tey, sum dríva verkið, búgva í
Runavík.
Tað ber neyvan til at hava slíkan
handil á handilsligum grundarlag,
men áhugin drívur verkið, og hetta
er eisini eitt slag av missión, siga
stigtakararnir.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Vitin varpar ljós á kristiligt tilfar