Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. november 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 • 21. november 2008 Vikuskifti 3 Nr. 225 • 21. november 2008 Klokkan er 12.29, fríggjadagin 22. november 1963. Langa bilafylgið við John Fitz­ gerald Kennedy, Lyndon Johnson, varaforseta, framstandandi politikarum í Texas, umframt Secret­Service bilum og bussum við miðlafólkum, snarar til vinstru frá Houston Street í downtown Dallas, inn á Elm Street. Framman fyri sjálvt bilafylgið koyrir ein politibilur og nakrar politi motorsúklur. Fremst í sjálvum bilafylginum koyrur ein ómerktur politibilur. Førarin er Jesse Currey, politiovasti í Dallas, J. E. Decker, politiovasti fyri Dallas County og Secret Service agentarnir frá Dallas­skrivstovuni, Forrest Sorrels og Winston Lawson. Síðani koma motorsúklur og so Lincoln forseta limosinin við Jacqueline á vinstra baksetri og John Kennedy á høgra. Í faldi­ setrum í miðjuni sita guvernørurin fyri Texas, John Connally (h.m.) og konan Nellie (v.m.). Førari av bilinum er William Greer og við síðuna av situr Special Agent in Charge fyri bilafylginum, Roy Kellerman. Eftir fylgir ein bilur við Secret Service agentum og síðani kemur bilurin við varaforsetanum, Lyndon Baines Johnson, fylgdur av enn einum SS­bili. Tá Lincoln limosinin er kom­ in miðskeiðis millum hornið Houston/Elm og jarnbretyar­ brúnna nakað frammi, runga knappliga nøkur skot. Klokkan er júst 12.30 tá skot­ røðin endar við, at alt bakhøvdið á Kennedy verður blást út. Bert ein av teimum um 20 SS­agentunum reagerar upp á skotini. Clint Hill loypur av »follow­up« bilinum og rennur fram til forsetabilin, har hann trýstir Jacqueline niðuraftur í setri og fjaldi forsetaparið við kroppi sínum, tá førarin, William Greer endiliga reagerar og við fúkandi ferð koyrir móti Parkland Memorial Hospital. Kennedy var longu deyður, tá hann fáar minuttir seinni kom á sjúkrahúsið. Men hetta var forsetin, so teir umleið tíggju læknarnir gjørdu tað, teir kundu, tó at tað stóð teimum greitt, at har var einki at gera. Men av tí, at Kennedy var katolikkur (tann einasti katólski amerikanski forsetin higartil), bíðaðu læknarnir við at siga hann deyðan at vera, fyrr enn Faðir Oscar Huber hevði givið honum »the last rights«. Hetta morðið er síðani vorðið hitt mest umrødda í heimssøguni. Upprunaliga ætlaði nýggja stjórnin undir Johnson forseta bara at lata FBI kanna málið, men tá stig vórðu tikin til at fáa eina senatsnevnd at kanna morðið, reageraði Johnson skjótt, og neyvt viku eftir morðið, 29. november 1963, varð »The President’s Commission on the Assassination of John F. Kennedy«, vanliga nevnd Warren­ nevndin, sett á stovn. Í nevndini sótu Chief of Justice, Earl Warren, sum formaður, senatorarnir Richard Russell (R) og John Sherman Cooper (D), umboðsráðsmenninir Hale Boggs And we are all mortal ➘ Morðgáta Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í morgin, leygardagin 22. novemb­er, eru liðin 45 ár, síðani 35. amerikanski forsetin, John F. Kennedy, varð myrdur í Dallas í Texas. Meiri enn 90 prosent av amerikanska fólkinum trýr í dag ikki, at tað var Lee Harvey Oswald einsamallur, sum myrdi Kennedy. Hóast so mong ár eru liðin, og hóast so mong loyniligt stemplað skjøl eru leysgivin, og vit eru komin nógv longri á leið, so kennir eingin fulla sannleikan tann dag í dag Í minsta lagi trý fólk tóku morðið á Kennedy forseta upp á smalfilm. Kendasti og við bestu upptøkudygd er filmurin hjá Abraham Zapruder. Myndin er nr. 313 á filminum og vísir drepandi skotið. Filmurin varð á fyrsta sinni vístur amerikanska almenninginum í 1975 og hetta førdi til enn eina kanning, sonevndu HSCA-kanningina, sum staðfesti við 99 prosent vissu, at talan var um eina samansvørjing