Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 226 - 24. november 2008 Hóskvøldið legði Mathias Lassen alment fram bókina um hollendska skip­ið, Westerbeek, sum rendi á land á Lop­ranseiði fyri 266 árum síðani Bókaútgáva Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hollendski eysturindiafarin Westerbeek fór á land undir Kirvinum sunnan fyri Lopr­ anseiði í Suðuroynni tann 2. september í 1742. Síðani hevur hetta verið eitt av gitnastu skipsbrotum í søgu Føroya, og søgur hava livað á mannamunni. Men nú er kannað og skriv­ að, og bók er nú tøk við øll­ um, ið vert er at vita um hend­ ingina, og tað, sum hevur við hendingina at gera. Framløga Hóskvøldið var almenn fram­ løga av bókini um West­ erbeek í Stóra Pakkhúsi í Vági. Nógv fólk hevði leitað sær í húsið at hoyra Mathias Lassen greiða frá kanningar­ arbeiðinum. Mathias Lassen hevur verið nærlagdur, og hann hevur latið stórverk úr hondum, ið ikki tykist lata nógvar óskrivaðar reglur eftir í spennandi søguni um West­ erbeek. Eisini var áhugin eyðsýnt stórur at ogna sær bókina longu á framløgudegnum. Eftirkomarar Nógv hevur verið prátað um, at eftirkomarar eru í Føroyum eftir manningina av Westerbeek, og so er. Ein teirra er Sámal Blá­ hamar, ið eisini hevði leitað sær til Vágs til bókaframløg­ una. Sámal greiddi frá ættini, og at hann sjálvur er sjeynda lið í grein av eftirkomarum av Westerbeek. Sámal Blá­ hamar hevur verið høvund­ anum góður stuðul í arbeiðin­ um at skriva bókina, og Mathias Lassen handaði Sám­ ali Bláhamar eitt eintak av bókini um Westerbeek. Bókin um Westerbeek alment løgd fram Sámal Bláhamar hevur verið høvundanum góður stuðul í arbeiðinum at skriva bókina, og Mathias Lassen handaði Sámali Bláhamar eitt eintak av bókini um Westerbeek Mynd: Dagfinn Olsen ToyoTa Camry 2.4 Skrásetingarnr: VH 257 Km: 104.500 Árgangur: 23.09.2002 Útgjald: 37.000 mðr. gjald: 3.709 (3 ár) kr. 148.000,- ToyoTa Corolla 1.6 H/B auT. Skrásetingarnr: JH 264 Km: 117.878 Árgangur: 10.06.2002 Útgjald: 27.000 mðr. gjald: 2.701 (3 ár) kr. 108.000,- Corolla 2.0 linea Terra D-4D Skrásetingarnr: HE 038 Km: 217.000 Árgangur: 07.08.2002 Útgjald: 21.250 mðr. gjald: 2.151 (3 ár) kr. 85.000,- SuBaru legaCy 2.0 auT. Skrásetingarnr: AD 873 Km: 100.000 Árgangur: 09.03.2006 Útgjald: 49.500 mðr. gjald: 3.172 (5 ár) kr. 198.000,- ToyoTa yariS luna Skrásetingarnr: KE 941 Km: 16.418 Árgangur: 11.05.2006 Útgjald: 38.000 mðr. gjald: 2.469 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTa rav4 2.0 vvT-i 4x4 Skrásetingarnr: JG 132 Km: 55.000 Árgangur: 03.02.2005 Útgjald: 58.750 mðr. gjald: 3.744 (5 ár) kr. 235.000,- mazDa 6 2.0 BenSin Skrásetingarnr: GF 564 Km: 97.000 Árgangur: 03.09.2004 Útgjald: 38.000 mðr. gjald: 2.489 (5 ár) kr. 152.000,- ToyoTa Corolla 1.6 Terra H/B Skrásetingarnr: SD 828 Km: 69.000 Árgangur: 25.11.2003 Útgjald: 31.000 mðr. gjald: 2.410 (5 ár) kr. 124.000,- BmW 320 D Skrásetingarnr: SB 326 Km: 146.000 Árgangur: 01.06.2001 Útgjald: 38.750 mðr. gjald: 3.858 (3 ár) kr. 155.000,- ForD FoCuS gHia 1.6 Skrásetingarnr: VP 011 Km: 35.000 Árgangur: 30.12.2004 Útgjald: 37.000 mðr. gjald: 2.425 (5 ár) kr. 148.000,- Seinnap­artin í dag fóru 18 av manningini á russiska skip­inum ROS til Keyp­mannahavnar við Atlantsflogi. Tó er skip­arin, saman við tveimum øðrum, enn í Kollafirði Fiskivinna Jóanis Nielsen joanis@post.olivant.fo Fleiri av teimum 18 monn­ unum hava verið í Føroyum síðani 14. mai, tá ið russisku skipini Izotop og Ros vórðu tikin, fyri at hava fiskað ólóg­ liga í føroyskum sjógvi. Í Føroya Rætti fingu skipararnir 100.000 krónur í bót hvør. Harafturat skuldu teir gjalda fyri virðið á fiskinum, sum mett varð, at teir høvdu fiskað í føroysk­ um sjógvi. Virðið varð mett til 132.530 krónur hjá Izo­ top og 242.860 krónur hjá Ros. Dómurin er kærdur til Landsrættin. Izotop fór til fiskiskap aft­ ur, tá trygd varð veitt fyri upphæddini, men Ros ligg­ ur enn á Kollafirði, har hann hevur ligið í meira enn hálvt ár. Tað vóru 36 mans við Ros, tá teir vóru tiknir 14. mai. Nakrir eru farnir heim við russiskum skipum, onkur við Norrønu og 18 fóru loftvegis í kvøld, men enn er skiparin saman við tveimum av manningini umborð á Ros. Russar úr Kollafirði