Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 226 - 24. november 2008 Hví ikki bara geva barninum ein soft­ ice og ein posa av Matador Mix til morgunmat? Tað hevði verið líka so gott sum morgun­ matarvørurnar frá Kellogg’s’ og Nestlé Brúkaratilfar Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Talið av børnum, sum viga ov nógv, hava ovurviðkvæmi ella eru hyperaktiv hækkar líka skjótt sum blóðsukrið hjá einum barnið, sum etur Kellogg's Frosties ella Kellogg's Coco pops. Nýggjastu kanningarnar av morgunmatarvørum, sum danska brúkarablaðið Tænk hevur gjørt, vísa, ikki óvæntað, at morgunmatar­ vørur til børn eru so tjokk­ fullar av sukri, at tú eins væl kanst senda barnið í eina kiosk eftir morgun­ matinum. Átta av tíggju vørum Kanningin, sum var alman­ nakunngjørd í september, vísir, at átta av tíggju vørum hava so nógv sukur í sær, at tær fáa merkið “et minst av” frá danska matvøru­ stýrinum. Í sjey av vørunum er sukurinnihaldið umleið ein triðingur av vøruni. Ein­ ans eitt merki, nevniliga Mini Fras frá Quaker fær merkið “et mest av”. Rice Krispies frá Kellogg’s ligg­ ur eisini i lægra endanum í sambandi við sukurinni­ haldið, men har eru so fá fibur eru í, fær Rice Krispies “et minst av” merk­ ið. Tallerkur ella máltíð Á pakkunum stendur, at 30 gramm eru í einum tallerki av morgunmati. Hetta gevur 10 gramm av sukri. Men børnini eta næstan altíð úti ímóti 50 grammum av vøru­ num í einari máltíð. 50 gramm av Coco Pops eller Nesquik geva heili 18 gramm av sukri, ella umleið helvtina av dagliga tørvi­ num á sukri. Góðgæti til morgunmat Kanningar vísa, at barnagarðsbørn eiga bert at fáa 30-40 gramm av sukri dagliga. Kortini fáa tey í miðal 54 gramm dagliga. Skúlabørn kunnu eta 45-50 gramm dagliga Mynd: Jens Kristian Vang Innihaldið av sukri skal ikki vera hægri enn 10 gramm fyri hvørji 100 gramm. Á vørulýsingini verður sukur onkuntíð nevnt »sukkerarter« 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Morgunmatur við nógvum sukri í. Nummar 1-10, har 1 er ósunnast