mánadagur 24. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 226 - 24. november 2008
Heini Olsen minnist
og ørminnist
Byrjanin av mongu ferðunum hjá
ævintýraranum hjá Heina Olsen er komin
út í bókini Meg minnist - og ørminnist
Bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Heini Olsen hevur strokið víða í sínum lívi og hevur
stóran part av ævini virkað millum fólk, sum eru
okkum ógvuliga fremmand. Hann hevur sæð og hoyrt
mangt forvitnisligt og skemtiligt.
Nú hevur hann í hyggju at taka okkum við sær og
endurliva sínar mongu ferðir kring knøttin í orðum og
myndum.
Meg minnist - og ørminnist er fyrsta bind av fleiri
um hesar ferðir. Heini Olsen byrjar her við barna- og
ungdómsárunum í Vestmanna og á Tvøroyri, áðrenn
hann leggur til brots.
Lívsins søga
Í bókini greiðir Heini Olsen frá, at longu sum smá-
drongur fekst hann við at penta søgur saman í huga-
heiminum, sum tó ongantíð vórðu festar á blað. For-
eldrini hildu bæði, at hóast fátæksligt var til verðsligt
ríkidømi, mundi lívið í sjálvum sær vera besta søgan,
skrivast kundi, og sum árini gingu, kom Heini á teirra
orð. - Eg gjørdist sannførdur um, at neyvan mundi
vera frægari tilfar at hugsa sær til enn tað, sum í minni-
num liggur tøkt at finna fram. Tað veri seg úr teirri
døkku myndarøðini, ið, sum frá líður, tíbetur hevur
lyndi at kámast og kanska best hevði verið gloymd,
ella heldur úr teirri bjørtu, ógloymandi røð av glitrandi
gripum av løttum og tungum, men hugtakandi hend-
ingum, sum lívið í sjálvum sær kann fevna um, skrivar
Heini Olsen í nýggju bókini.
Meg minnist - og ørminnist verður løgd fram hós-
kvøldið klokkan 19 í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Tá lítla Mia og abbin
hugnaðu sær sam
an, sat Mia altíð og
teknaði. Nú hevur
abbin givið tekn
ingarnar hjá Miu út í
bók
Bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Nógvir abbar goyma onkrar
tekningar hjá abbabørnu-
num. Tað ger abbi Miu úr
Havn
Thomas
Michael
Smith eisini. Serliga væl
goymir hann eina lítla bók,
sum Mia teknaði í, tá hon
var fýra ára gomul. Í dag er
Mia 15 ár, men tekningarnar
eru til enn, og nú hevur abbi
Miu gjørt tær til eina bók,
sum eitur Miusa dagbók.
Prát og tekingar
»Mamma og pápi Miu búðu
í Danmark, tá tey fingu
hana. Og so var tað, at
mamman skuldi skriva tað,
sum hon hevði lært, meðan
hon hevði gingið í skúla, á
fleiri pappír, og fáa prógv
frá skúlanum.
Tá var tað gott, at Mia
átti ommu og abba í Havn,
tí so kom hon bara heim til
tey, so mamma fekk betri
frið at skriva til skúlan«
Soleiðis byrjar Miusa
dagbók. Tí tá Mia kom til
ommuna og abban í Havn
at ferðast, hevði hon sína
egnu lítlu dagbók við sær -
eina fína, lítla gula bók við
tveimum fittum einglum á
permuni. Hesa bókina ætl-
aði hon at tekna í hvønn
dag, nú hon skuldi ferðast í
Føroyum í 14 dagar.
Mia byrjaði longu at
tekna í bókina, meðan hon
sat í flogfarinum á veg til
Føroyar. Hon teknaði eitt
fínt flogfar og niðriundir
skrivaði Mia, ”Nú flúgva
vit”. Og soleiðis helt Mia á
at tekna alt, sum hon sá og
upplivdi. Serliga tá hon var
saman við abbanum, tekn-
aði Mia nógv, tí hann hevði
so góða tíð at ansa eftir Miu
og dugdi eisini sjálvur væl
at tekna.
- Tað hugnaligasta var, at
sita og práta, meðan vit
teknaðu. So prátaðu vit um
tað, Mia teknaði ella tekn-
aðu tað, vit prátaðu um,
fortelur Thomas.
Goymast sum
reyðagull
Dagarnir saman við Miu
gingu skjótt, men tað var
ikki tí, tað hendi so øgiliga
nógv allatíðina, fortelur
abbin, Thomas Michael
Smith.
- Eg haldi vit hava lyndi
til at gloyma, hvussu hugna-
ligt tað kann vera bara at
vera saman og gera heilt
vanlig ting saman í gerand-
isdegnum. Tí helt eg eisini,
at vit skuldu royna at goyma
hesar løturnar væl og virði-
liga, sigur Thomas og legg-
ur afturat, at tí verður lítla
dagbókin hjá Miu eisini
goymd sum reyðagull.
Og nú kemur dagbókin
hjá Miu so út sum bók, so
onnur børn eisini sleppa at
síggja og lesa um hesar dag-
arnar. Bókin er gjørd soleið-
is, at øll børn kunnu vera
við - eisini tey, sum ikki
duga at lesa, tí tekningarnar
hjá Miu og abbanum for-
telja eina rúgvu av søgum.
Lítla Mia helt á at tekna,
eftir at ferðin heima í Føroy-
um var liðug. Tí kann tað
væl hugsast, at abbi Miu fer
at geva eina aðra bók út
seinni við meir tekingum
hjá Miu.
Knústi bil sundur í Skopun
Helst var tað ein illstøða millum tveir ungar menn, ið førdi við sær, at ein 17 ára
gamal skopuningur knústi 5 rútar í einum bili. Tað er ikki heilt vist, at tað er
hesin 17 ára gamli hevur gjørt
missbrotið, men løgreglan hevur ein
stóran illgruna um hetta, tí tað skilst at
tað er ein illstøða millum eigaran av
bilinum og 17 ára gamla drongin. 17
ára gamli drongurin verður í øllum
førum mettur at hava gjørt herverk.
Eisini onnur smá herverk vóru um
vikuskiftið.
Fólk vilja búgva heima sum longst
Fólk vilja búgva í egnum heimi sum longst, tá tey gerast gomul, sigur ein kanning,
sum millum annað er gjørd í Føroyum. Føroya Kommunufelag og Nærverkið eru við í
verkætlanini ”Okkara lív sum eldri” saman við kommunum í útjaðarum í Norður-
evropa. Endamálið er at betra umstøðurnar hjá okkum, sum verða gomul í framtíðini.
Hetta er seinna verkætlanin, sum eitur ”Okkara lív sum eldri”. Tann fyrra var í 2006,
og nú skulu tilmælini, sum spurdust burturúr tá, setast í verk. Millum annað vilja tey,
sum tá vórðu spurd, búgva heima sum longst, tá tey gerast eldri.Verkætlanin ”Okkara
lív sum eldri 2” endar í 2011 og kostar slakar 15 milliónir krónur. Okkurt um helvtin
av pengunum kemur frá ES, og føroyski parturin er 1,3 millión krónur.
Kelda www.kringvarp.fo
Abbi Miu, Thomas Michael Smith, goymir lítlu dagbókina hjá
Miu sum reyðagull
Mia og abbin
teknað dagbók
Tá Mia var lítil, kendi hon eina gentu, sum ofta
hevði blátt neglalakk. Tað helt Mia vera so
frúktiliga pent, so tað teknaði hon í dagbókina
Her hevur Mia teknað abba sín
í Havn í lítlu dagbókina
Heini Olsen byrjar frásøgnina í barna- og
ungdómsárunum, áðrenn hann leggur til
brots út í heim