týsdagur 25. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 227 - 25. november 2008
Stutt eftir klokkan
22 í gjárkvøldið
gjørdist brádliga
hált sum á kalvabaki
við innkoyringina
til Hósvíkar. Trý
ferðsluóhapp hendu
innan hálvan tíma,
harímillum tveir bilar
rendu frontalt saman
Ferðsluóhapp
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Trý
ferðsluóhapp
innan
hálvan tíma, hált sum á
kalvabaki á vegnum, fýra
til fimm ambulansir, um
framt løgreglu og sløkkilið
á staðið.
Tað tóktist næstan óveru
ligt í gjárkvøldið millum
klokkan 22 og 23, tá tað
brádliga gjørdist hált sum á
kalvabaki við innkoyringina
til Hósvíkar og umleið hálvan
kilometur suður og norður
eftir frá innkoyringini.
Hálkan kom sera brádliga
og hetta kom óvart á fólk, tí
vegurin var táður aðrastaðni.
Men við innkoyringina til
Hósvíkar legðist brádliga
ísur á vegin.
Fyrst misti ein førari, ið
var á veg suðureftir, tam
arhaldið á bilinum og fór
við reyvini fyrst útav vegum
niðan móti bygdini, umleið
60 metrar sunnanfyri inn
koyringina.
Stutt eftir misti ein førari
tamarhaldið á bilinum um
leið 300 metrar norðanfyri
innkoyringina til Hósvíkar,
fór yvir í hina breytin og
brast frontalt saman við ein
annan bil, ið var á veg
suðureftir. Meðan fólk tustu
á staðið og onnur stóðu og
forvitnaðust, kom brádliga
enn ein bilur, ið var á veg
suðureftir slongjandi eftir
vegnum, inn móti buss
skýlinum við Hósvík, og
útav vegnum beint við buss
skýlið. Hesin koyrdi hóast
alt somikið spakuligt, at
bara annað hjólið fór útav,
og hann varð hjálptur upp
aftur av fólki á staðnum.
Professjonell
tilbúgving
Fyrsti bilurin fór út av
vegnum stutt eftir klokkan
22, og hini ferðsluóhappini
hendu stutt eftir. Longu um
klokkan 22.45 var fyrsti
bilurin við útrykking á
staðnum, og skjótt eftir
fylgdu fleiri. Løgreglan
kom á staðið, og tað sama
gjørdu fýra ella fimm
sjúkrabilar. Sera skjótt varð
gjørt av, og má sigast at
hetta var sera professjonelt
av tilbúgvingarliðunum.
Hóast tað sá ógvusligt út,
var talan ikki um nakran
álvarsligan mansskaða. Í
teimum báðum bilunum, ið
rendu frontalt saman, breyt
førarin í árenda bilinum
øsbeinið, og eitt ferðafólk
hevði brotið annan arm
liðin.
Umframt hesi bæði, vórðu
nøkur onnur ferðafólk í bil
unum koyrd á Landssjúkra
húsið til eftirlit, sum vanlig
mannagongd eisini er.
Førarin á tí bilinum, ið
fór heilt útav vegnum sunn
anfyri innkoyringina, segði
seg hava rent høvdið í, men
hevði tað gott hóast alt.
Løgreglan upplýsir at
hann vildi sjálvur fáa bilin
fluttan, og var talan tí ikki
um nakran fólkaskaða har.
Samanumtikið spældi alt
væl av, hóast tað ógvusligt
sá út.
Landsverk vildi ikki salta
í gjárkvøldið, men fólk frá
Sunda Kommunu, ið kom á
staðið, valdi sjálvboðið at
salta landsvegin á hesum
strekkinum, til tess at fyri
byrgja eini størri vanlukku.
Vit hava roynt at fáa eina
viðmerking frá Landsverk,
um hví teir ikki saltaðu,
men hetta er ikki eydnast
áðrenn
blaðið
fór
til
prentingar.
Trý ferðsluóhapp í hálvan tíma
Her síggjast støðini, har bilarnir fóru útav og rendu saman. Tveir bilar fóru útav sunnanfyri
innkoyringina, og 250 metrar norðanfyri innkoyringina rendu tveir aðrir bilar frontalt saman
Mynd: www.kagi.fo
Hóast bilarnir fóru illa, hendi einki álvarlsligur mansskaði. Ein førari breyt øsbeinið, og eitt ferðafólk annan armliðin
Mynd: Rógvi Nybo
– a touch of the Orient
Stór jólaútsøla
Satin-/silkijakkar ....................................-40%
Satin kimono.............................................-40%
Hvítur kjólar (eisini fermingarkjólar)-30%
Indisk pashmina turriklæði
v. og u. silvurtráð ....................................-40%
Hálsprýði, armprýði, ringar, o.l. ..........-40%
Veitslukjólar....-30% -40% -50%
Opið í jólaútsøluni
Hvønn vikudag u/sunnudag frá kl. 13.15 – 17.30
tlf 31 37 57 / 27 22 12, Mikkjalstrøð 11, Tórshavn
J ó l a ú t s ø l a n e r t i l O g v i ð 6 . d e s e m b e r 2 0 0 8
...og nógv onnur
góð tilboð