Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 227 - 25. november 2008 Fyri aðru ferð innan lutfalsliga stutta tíð er føroyski granskarin, Helgi Nolsøe, boðin til stóra ráðstevnu at halda framløgu um úrslit síni higartil innan gransking av nýggjum hátti at útvinna surimi GRANSKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Gransking átti nógv rúm í valstríðnum upp til løgtingsvalið 19. januar í ár. Politikarar førdu seg fram við lyftunum um, at nú var nóg mikið tosað, nú skuldi nakað henda innan føroyska gransking. Tað kann væl vera, at intentiónirnar vóru góðar, men lutfalsliga fáu gransk­ ararnir í Føroyum hava neyvan merkt ta stóru broyt­ ingina higartil eftir valið. Men at gransking í Før­ oyum hevur áhuga uttan­ lands hevur Helgi Nolsøe, granskari á Fiskirannsókn­ arstovuni, merkt. Fyri lítl­ um ári síðani fekk hann innbjóðing heilt úr Kina um at koma á eina ráðstevnu, sum skipað varð fyri har, og nú ein dagin fekk sami granskari enn eina inn­ bjóðing, hesaferð til eina stóra ráðstevnu í India. ­ Eg havi seinastu fimm árini granskað meira og minni konsentrerað við at menna eina nýggja skipan at útvinna surimi. Hesin nýggi hátturin økir um úrtøkuna við upp til 25%, eins og hann samstundis ikki er so dálkandi sum gamli hátturin, sigur Helgi Nolsøe. Føroyski granskarin sigur seg ikki heilt vita, hvussu indiumenn eru komnir eftir hansara gransking, men hann hevur kortini latið frágreiðing frá sínari gran­ sking til sertíðarrit innan økið, og heldur hann tí, at tað er har ígjøgnum, at fyri­ reikararnir av hesari ráð­ stevnuni eru vorðnir varð­ ugir við hann. Stór verkætlan Helgi Nolsøe er einsamallur granskari á økinum, og samstundis skal hetta passa inn í alt annað arbeiði, sum hann fæst við. ­ Eg havi granskað í surimi í eini fimm ár, men tað er eisini ein spurningur um pengar. Og tá eg eri einsamallur og samstundis fáist við fleiri aðrar verk­ ætlanir, so sigur tað seg sjálvt, at tað tekur sína tíð, sigur Helgi Nolsøe. Men granskingin er nú komin hartil, at ítøkiligar ætlanir liggja á borðinum. ­ Ætlanin er at fara undir eina størri verkætlan kom­ andi ár, har ætlanin er at fara undir at framleiða størri nøgdir av surimi. Hetta verður gjørt í samstarvi við Vinnuna í Gøtu, Fiska­ virking, Noma­tek og Sea­ gaine hjá Torben Johansen, sigur Helgi Nolsøe. Talan er sum nevnt um eina stóra verkætlan, har granskingin hjá Helga Nolsøe skal standa sína roynd úti í markini. Men sum nevnt skal meiri teoretiski parturin leggjast fyri stóra ráðstevnu í India, sum verður í døgunum 28. til 30. desember. ­ Talan verður í stóran mun um somu framløgu, sum eg hevði í Kina í mai mánaði, sigur Helgi Nolsøe, sum gleðir seg til enn einaferð innan lutfalsliga stutta tíð at taka lut á stórari ráðstevnu fjart frá okkara leiðum. Føroysk gransking úr Kina til India Í hesum døgum eru tveir danskir serfrøð­ ingar í Føroyum til tess at hjálpa Forn­ minnissavninum at skráseta steinar, sum eru dotnir úr Múrin­ um og øðrum gomlum bygningum í Kirkjubø FORNMINNI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur í veruleikanum ligið á láni í langa tíð. Men nú eru umstøðurnar og tíðin hin rætta at skráseta allar teir steinar, tilvirkaðir av mannahond, sum gjøgnum tíðirnar er dotnir úr Múri­ num og øðrum bygningum í Kirkjubø. ­ Steinarnir hava verið savnaðir gjøgnum tíðirnar, men hava higartil ligið í kjallaranum í íbúðarhúsi­ num. Nú brúkar bóndin ikki fjósið meiri, og tí hevur borið til hjá okkum at breiða steinarnar út har, og fyribils hava vit leigað fjósið til goymslu av hesum steinunum, sigur Símun Arge, landsantikvar. Talan er fyrst og fremst um konsollir úr hválvinum, vindeygapostar, botnar av vindeygakarmum og líkn­ andi. Felags fyri allar stein­ arnar er, at teir týðiliga hava havt mannahond á sær. Seinastu viku og fram til mikudagin hevur ein ser­ frøðingur frá Slots­ og Ejen­ domsstyrelsen, Mette Marc­ iniak, umframt ein privatur konservator, Anne Marie Stenberg, hjálpt Forn­ minnissavninum við at skráseta steinarnar, sum eru út móti 160 í tali. Bispasetrið Skrásetingararbeiðið, sum nú er farið í gongd, spratt í veruleikanum úr einum seminari, sum varð hildið í juni í fjør. ­ Har varð mest tosað um konserveringina av múrin­ um, og sum eitt náttúrligt framhald av hesum vórðu eis­ ini steinarnir, sum nú liggja á plattum í fjósinum, umrøddir, sigur Símun Arge. Hann sigur, at tveir múr­ arar vóru í Føroyum í fjør og tá varð nógv tosað um at finna fram til konserver­ ingspuss at varðveita stein­ arnar við. ­ Nú er arbeiðið við at skráseta steinarnar í gongd, og næsta stigið verður so at gera uppmátingar av stein­ unum og finna fram til, hvar teir eru komnir frá, sigur Símun Arge. Hann sigur, at fjósið er ein fyribils loysn, men upp á longri sikt vónar hann, at tað ber til at siga søguna um bispasetrið á staðnum. Skráseta steinar úr Múrinum Símun Arge, landsantikvarur, og fólk frá Fornminnissavninum hyggja at, meðan Mette Marciniak frá Slots- og Ejendomsstyrelsen kannar ein av teimum um 160 steinunum Mynd: Jens Kristian Vang Helgi Nolsøe er við at skapa sær eitt navn innan altjóða gransking. Hann skal millum jól og nýggjárs á ráðstevnu í India Mynd: Jens Kristian Vang Tjúkkar bøkur, klænar bøkur, jóla bøkur, barna bøkur, góðar bøkur.... Fyrst í desember verða bókmentadagar í Havn við upplestri, kjaki og rithøvundavitjanum. Tiltakið byrjar hósdagin 4. desember við maratonupplestri á Reinsarínum. Fríggjdagin verður upplestur og signering í Rit og Rák, og um vikuskiftið flyta bókadagarnir niðan í Norðurlandahúsið, har kjakast verður um støðuna hjá nýggjum bókmentum og barnabókmentum. Tað eru Rithøvundafelagið, Outsider Magazin, Forlagið Eksil, Vencil og Rit & Rák, sum í felag skipa fyri bókmentadøgunum 4.­7. desember 2008. Meira fæst at vita seinni.