týsdagur 25. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2008
13
Í hesari øldini hava verið
trý løgtingsval. Minnist
meg rætt, vóru tey eldru
hjartamálið hjá mestsum
øllum teimum flokkum,
sum stillaðu upp.
Hóast nøkur búpláss eru
fingin til vega til teirra, ið
ikki klára seg sjálv longur,
er langt á mál, um vit skeita
í Visjón 2015 um eldrapoli
tikk. Hava okkara politikk
arar sett sær onnur mál inn
an hetta økið, ella verður
bara farið fram eftir fumm
um? Verður mesta orkan
brúkt til at sløkkja eldar við
heldur enn at fyribyrgja?
Fleiri dagtilhald hava sæð
dagsins ljós kring landið
seinastu árini. Hetta er ein
framúr íløga fyri tey, ið fáa
gagn av hesum tilboði.
Nú frættist, at landið ið
varðar av eldraøkinum hev
ur ætlanir um at skerja játtan
ina til Almannastovuna við
fýra milliónum. Vandi verð
ur tá fyri, at fleiri dagtilhald
helst mugu lata aftur.
Vita tit, ið taka hesa av
gerð, at skipað dagtilhald
fyri eldri fólk fyribyrgir
frábyrging og einsemi og
heldur viðlíka tað sálarliga,
likamliga og sosiala virkn
ið? Eisini er vert at nevna,
at kanningar aðrastaðni
hava staðfest, at slík tilboð
eru røktarheimsfyribyrgj
andi og á tann hátt góð fyri
landsbúskapin!!
Mæli tí til, at tit lata ver
andi dagtilhald fáa frið, og
at dentur verður lagdur á fáa
fleiri dagtilhald. Vit missa
meiri fyri minni við tílíkum
landspolitikki. Hetta er eis
ini lítið virðiligt móti teim
um, sum hava slóðað undan.
Loyvi mær at spyrja, um
tit, sum stýra í dag, vilja liva
undir somu korum, sum tit
nú bjóða okkara eldru?
Eldrapolitikkur?
Sigrún Mohr
Ein stutt viðmerking til mál
ið nevnt í brævi í fjølmiðlun
um frá J. W. Joensen
10.11.2008 um Klaksvíkar
Sjúkrahús og Læknavaktina.
Fólk ringja um neyðugt
til 1870 tá tey gerast sjúk
uttan fyri vanliga arbeiðstíð
hjá kommunulækna tað er
meginreglan. Her er talan
um sjúku, sum skal hava
røttu handfaring, viðgerð
ella ráðgeving, fyri sum
skjótast at fáa greiðu á støð
uni og sum frægast at
koma fyri seg aftur. Nógv
av teimum sum ringja til
Læknavaktina kunnu av
greiðast við telefonviðtalu.
Er sjúkan ella støðan átrok
andi og krevur skjóta hand
faring, kunnu fólk eisini
ringja 112, har tað verður
vegleitt um, hvussu akut
støðan skal handfarast og tá
serliga við atliti til skjótan
fluttning til rætta lækna
førleika. At fara beinleiðis
á sjúkrahús eigur altíð at
vera ein møguleiki, sum
stendur fólki í boði, har
støðan ikki tolir drál og er
at sammeta við eitt 112
uppkall. Tað er ein uppgáva
hjá øllum í heilsuverkinum
at kunna og leiðbeina hes
um viðvíkjandi, so skip
anirnar verða nýttar rætt.
Sum tað framgongur av
nevndu grein í Norðlýsi
num, so er fyrsta kontaktin
pápin at sjúka soninum hev
ur við heilsuverkið ein
telefonsamrøða við Klaks
víkar Sjúkrahús á veg í bili
til sjúkrahúsið. Teir verða
biðnir um at koma inn á
med. deild. Viðkomandi
sjúklingur er tá undir
ábyrgd hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Um Lækni á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi eftir
meting síðani heldur at
sjúklingurin ikki er komin
til rætta stað, so eigur hann
at visiterað sjúklingin við
ari sum í hesum føri til
Læknavaktina. Víðari
visitering verður gjørt við
at ein lækni ella sjukra
røktarfrøðingur ringir til
Læknavaktina um sjúkling
in og á tann hátt flytir sjúk
lingin yvir til læknavakt
ina, sum so yvirtekur. Á
henda hátt umgongst at
sjúklingurin kennir tað sum
at verður burturvístur.
Eg vildi mett, at ein fyrsta
kontakt til 1870 i hesum føri
hevði verið í lagi, men at
ringja 112 ella sum nú sjúk
lingurin gjørdi fór á Klaks
víkar Sjúkrahús beinleiðis, er
eisini rætt. Pápin metti at
støðan var akut hjá barnin
um, og tann metingin er gald
andi, inntil fakliga kvali
fiserað fólk (lækni/sjúkra
røktarfrøðingur) hevur mett
nakað annað.
Sjúklingurin var fyrst
móttikin og síðani hevði
pápin fatan av at at hann var
avvístur av Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Pápin at sjúk
linginum vendi sær so í
telefon til læknavaktina sum
í telefonviðtaluni kom fram
til sanlíka diagnosa. Pápin
fekk tilboð um at koma á
læknavaktina við soninum,
men møtti ikki. Fekk seinni
eftir vaktarskiftið á Lækna
vaktini aftur telefonviðtalu
við læknavaktina sama
diagnosa. Fekk fyriskipa
viðgerð. Bleiv frískur. Støð
an ongantíð fakliga mett
sum hættislig. Læknavaktin
hevur handlað fakliga rætt
og givið eina nøktandi
tænastu eftir øllum at døma.
Vil nýta høvið til at koma
við nøkrum generellum við
merkingum til samstarvi
millum Læknavaktina og
Klaksvíkar Sjúkrahús.
Fólk eiga at kunna venda
sær beinleiðis til sjúkrahús,
um tað er átrokandi neyð
ugt og er sambæruligt við
lívshættisligar støðir.
Læknavaktin forðar ikki
fyri tí. Tíbetur bera fólk
flest seg skjótt at tá ástend
ur sum í hesum føri í
Klaksvík og fara beinleiðis
inn á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Í allarflestu førum er støðan
ikki so átrokandi. Er ivi, tá
er sum sagt nærmasti møgu
leikin at ringja til lækna
vaktina, har royndir komm
unulæknar svara og meta
um. 1870 er ein stovnur,
sum hjálpir fólki við at
skilja millum nær tað er
neyðugt við neyvari lækna
kanning og nær ikki, nær
tað er neyðugt við ávísing
til sjúkrahús og hvar.
Fólk í Klaksvík eru iva
leyst traditiónsbundin at
sínum heimliga sjúkrahúsið
og nýta mannagongdir, sum
altíð hava verið í nýtslu.
Nýggjar tíðir nýggjar
mannagongdir. Leiðreglur
eiga at vera gjørdar millum
Klaksvíkar Sjúkrahús og
Læknavaktina, um hvussu
Læknavaktin á fakligum
støði skilabest kann gera
nýtslu av Klaksvíkar Sjúkra
húsi og innan hvørjar sjúk
lingabólkar og akutstøðir
Klaksvíkar Sjúkrahús
hevur førleika til at taka
ímóti sjúklingum.
Viðmerking til J. W. Joensen
Kommunulæknafelag
Føroya
JaSpur
peterSen
Í kjalarvørrinum á førda
politikkinum tey síðstu
árini, har mangar yvirtøkur
eru framdar av ymiskum
politiskum málsøkjum, er
eisini komið kjak í um dag
føring av ymiskum gomlum
lógum; eitt nú rúsdrekka
lógin og 266b. Eisini hevur
endurskoðan av lógini um
fosturtøku verið upp á tal.
Í farnu viku hava vit júst
hoyrt, at vit hava eitt met
høgt tal av mammum, sum
eru tannáringar. Hetta merk
ir møguliga, at tað ikki
verða framdar so nógvar
fosturtøkur, sum tað hevur
verið. Tað kann sjálvsagt
eisini bara merkja, at fleiri
tannáringar ikki ansa sær so
væl, sum teir hava gjørt.
Men uttan mun til orsøkina
av methøgum tannáringa
mammum, er tíðin komin
til endurskoðan av fostur
tøkulógini.
Av tí at fosturtøka er so
persónligt og so grundleggj
andi í okkara lívi, meini eg
tað vera alneyðugt, at ein
endurskoðan av fosturtøku
lógini tekur støði í ynski
num og etisku sannføringini
hjá Føroya fólki møguliga
við eini fólkaatkvøðu.
Áðrenn ein slík lógarbroyt
ing verður framd, er tað sera
týdningarmikið, at kjakið
verður greitt og reiðiligt, og
at farið verður í dýpdina.
Til frama fyri einum vala
kjaki, umhugsni og støðutak
an, havi eg skrivað eina
greinarøð (3 greinir) um
hetta evni, við denti á av
gerð og árin hjá tí einstaka
persóninum serstakliga
kvinnuni tí, sum áður sagt,
er hetta sera persónligt.
Greinirnar eru sostatt skriv
aðar til tað meiniga fólkið
sjálvsagt eisini til politikar
arnar, men sum privat per
sónar fyrst av øllum og
síðan sum politikarar.
Hetta er eitt evni, eg havi
tosað við nógv fólk um tey
síðstu árini, og er tískil ikki
bert nakað eg havi hála upp
úr hattinum síðstu dagarnar.
Greinirnar fara at snúgva
seg um tankar viðvíkjandi
fosturtøku, sum eg, eftir
bestu samvitsku og sannfør
ing, meini er ein fyrilitarlig
og virðilig viðgerð av einum
evni, sum er av slíkum álvar
samum og etiskum slag.
Ætlanin er at fáa greinir
nar í bløðini eina í senn og
dag um dag. Eg veit, at hetta
er eitt eldfimt evni, men eg
vóni, at sakleiki, umhugsni,
vísdómur og góður fólka
skikkur fer at mynda hetta
kjak, sum er so umráðandi;
annars er tað bert burturspilt
tíð, orka og ómakur.
Fosturtøkulógin endurskoðast
DáviD iSfelD
Kasta ikki við gróti, tá tú
sjálvur býrt í glashúsi.
Nakað soleiðis minnist
eg eitt orðafelli.
Og minnist eg tað rætt,
so sigur tað alt um mína
kenslu eftir at hava lisið
meiningina hjá Sofusi
Johannesen og sæð forsíð
una á dimmalætting nr.
226, sum kom út
mánakvøldið.
Har sita tveir barónar fyri
Javnaðarflokkin, annar
hevur aftur, sambært
dimmalætting, gjørt tjóðini
fyri skommum, og hin
rópar ”Ússaligt!” eftir
mótstøðufólkunum.
Skal ikki gerð viðmerk
ingar til innihaldið í grein
ini. Skilji ikki, um so er at
Jógvan Arge og Sjúrður
Skaale hava tikið sær tikni
av útspilling av Tjóðveldis
fólki á landsfundi Javnaðar
floksins, sjálvur taki eg tað
sum ein heiður.
Tað, eg her vil gera við
merkingar til, eru tvey brot
úr greinini. Fyrra brotið er
har tú skrivar, at formaður
javnaðarfloksins bert tosaði
um vantandi álit millum
hann og formann Tjóð
veldisfloksins, men hevði
alt gott at bera hinum
landstýrisfólkunum og
tingmanning Tjóðveldis
floksins, Sofus, um hetta er
so, og tit veruliga meina
hetta, hví endar tú so
greinina við orðunum um,
at øll Tjóðveldisfólk eru
”Ússalig”, skal verða løgið
um ikki fleiri av tínum
veljarum til kommunuvalið
eru tjóðveldisfólk, nú vita
tey so, hvat tín meining er
um tey.
Hitt brotið er tað síðsta í
greinini ”Tjóðveldi
Ússaligt”.
Nú tú ert byrjaður at
skriva um ússaligt, kann eg
nevna nøkur onnur ting
sum eru ússalig.
Tað fyrsta er, at føroya
javnaðarflokkur brúkar
lygnir og undanførslur fyri
at sleppa burtur úr CHE
samstarvinum.
Sama dag, sum fundur
skuldi verða kl. 10.00 um
tað, sum stóð í samgongu
skjalinum um blokkstuðul
in, verður boðað til tíðinda
fund kl 14.55, har samstarv
ið verður sagt upp, og roynt
verður at karaktermyrða
formann Tjóðveldis
floksins, við einum so
pínligum málið, sum gjørdi
okkum til láturs í útlondum.
Tað var ússaligt.
Føroya javnaðarflokkur
kundi havt valt at vent sær
til samstarvsfelagarnar og
viðgingið, at ”vit fáa ikki
semju innanfloks um hetta
málið, havt gera vit nú?”
Tað hevði verið heiðurligt.
Úm Jóannes Eidesgaard
hevur reint mjøl í posanum
í lásamálinum, hví torir
hann so ikki at seta ein
kanningarstjóra? ”ússaligt”
Tit hava ein formann,
sum sambært dimmalætt
ing, aftur nú hevur gjørt
tjóðini fyri skommum við
eitt borðhald, tað er, um tað
er so, um ikki ússaligt, so
øgiliga keðiligt.
Tit hava ein formann fyri
tingbólkinum, sum ferð
eftir ferð ger sær fyri
skommum í sinnismuni,
millum annað við at kasta
við lutum í tingsalinum.
Rýmir úr ferðafólka
flogfarinum í sinnismuni,
sjálvt um fólk hava sitið og
bíðað eftir honum.
Í staðin fyri at koma við
eini umbering, kemur hann
við einum álopi á Atlands
flog, tá hann ikki kom long
ur við tí, skrivar hann í bløð
unum, ”tað var ikki eg, tað
var konan,” Slíkt eru menn,
gev konuni skuldina, so
kanska eg ikki missi at
kvøður, er tað ikki ússaligt?
Viðmerking til ”Mín meining” Hjá Sofusi Johannesen
hanS Jákup
olSen