týsdagur 25. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 227 - 25. november 2008
Við nýggju heima
síðuskipanini Sansir.
net 2.0 er tað vorðið
lættari enn nakrantíð
at gera heimasíður og
dagføra tær. Við fleiri
enn 150 føroyskum
og útlendskum heima
síðum á baki hevur
Sansir.net prógvað, at
tað er ein dygdargóð
skipan. Ein av hesum
er heimasíðan hjá
Faroe Petroleum,
ið varð kosin besta
heimasíða á AIM keyp
skálanum í London
fyrr í á
Kunning og
samsKifti
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
At hava eina vælvirkandi
og livandi heimasíðu er
vorið eitt sera týðandi sam
skiftis og søluamboð. Tosa
vit um eitt nú virkir og
stovnar, so eru tað nógv, ið
vilja hava eina heimasíðu
loysn, ið er ómaksleys at
brúka og at umsita, og sum
samstundis gevur nógvar
og fjølbroyttar møguleikar.
Sansir slóðar vegin
Hetta hevur fingið Sansir,
sum eru serkøn í heima
síðuloysnum, at menna eina
skipan, ið tey rópa Sansir.
net. Ein víðkað versión er
júst komin á marknaðin, ið
kallast Sansir.net 2.0.
Sansir.net 2.0 er so løtt at
brúka, at við hesari skipan
kunnu øll røkja og dagføra
eina heimasíðu. Harafturat
gevur Sansir.net 2.0 nógvar
møguleikar. Við henni ber
til at gera broytingar bein
leiðis á heimasíðuni, líka
mikið hvar tú ert staddur.
Til ber at minka og klippa
myndir beinleiðis í Sansir.
net 2.0, og tað sparir tíð og
orku samanborið við, um
ein skal viðgera myndirnar
í einum øðrum forriti fyrst,
áðrenn tær verða lagdar út á
heimasíðuna, sigur Tór Ver
land Johansen, samskiftis
og internetráðgevi hjá Sans
um; og hann heldur fram:
Tað er lætt at kanna
heimasíðuna, áðrenn hon
verður gjørd virkin, og hon
hevur eina neyva brúkara
stýring, sum er eitt hent
amboð hjá arbeiðsplássum
við nógvum starvsfólkum,
sum hvør í sínum lagi skulu
dagføra síni økir á heima
síðuni.
Lítið er at ivast í, at Tór
Verland Johansen og hans
ara starvsfelagar á Sansum
eru ikki tey einastu, sum
dáma hesa heimasíðuskip
anina væl. Sansir hevur
veitt sínar tænastur til hópin
av viðskiftafólkum – ikki
bara í Føroyum, men eisini
í útlandinum. Higartil er
tað blivið til fleiri enn 150
fyritøkur, feløg, stovnar og
kommunur, sum hava ognað
sær heimasíðu, ið er bygd á
Sansir.net. Ein av hesum
heimasíðum er tann hjá
Faroe Petroleum í Aberdeen,
ið vann ein prís fyrr í ár
sum besta heimasíða mill
um tær umleið 1700 fyritøk
urnar á AIM keypskálanum
í London.
Donsk fyritøka vann
innanhýsis prís
Nýliga vann ein útlendsk
fyritøka ein innanhýsis prís
hjá Sansum, ið tey rópa
»Ársins
Sansir.netloysn
2008«. Hetta hendi tann 30.
oktober í ár, tá nýggja
Sansir.net 2.0 varð víst fram
fyri umleið 70 fólkum um
boðandi ymsar fyritøkur,
feløg, stovnar og kommunur.
Vinnari gjørdist fyritøkan
Norsk
Rejsebureau,
og
Jeanette Førstø úr Norsk
Rejsebureau, sum er ein hin
elsta ferðaskrivstovan í Dan
mark, var komin til Føroya
at taka ímóti heiðurslønini.
Hon segði soleiðis:
Vit ynsktu eina professio
nella heimasíðu, ið var løtt
at brúka, og tað fingu vit.
Sansir.net er ein sera brúk
aravinarlig skipan, og vit
hava havt stóra gleði av
teimum mongu møguleik
unum, sum hon gevur.
Tað var á deildini hjá
Sansum í Danmark, at avtal
an millum Sansir og Norsk
Rejsebureau kom í lag.
Norsk Rejsebureau hava
sýnt stóran arbeiðshug og
sett seg væl inn í allar
møguleikarnar í Sansir.net
skipanini. Eisini hava tey
lagt dent á dygdargott inni
hald, bæði í myndum og í
teksti. Heimasíðan verður
javnan dagførd við nýggjum
ferðamálum og kostnaðar
broytingum og hevur góða
og lætt lesiliga kunning um
tænastur og vørur, sigur Tór
Verland Johansen.
Heimasíðan hjá teimum
kann síggjast á
www.norskrejsebureau.dk
Eitt annað sum Sansir hevur
lagt seg eftir er at menna
skipanina soleiðis, at hon
kann koyra á bæði Mac og
PC. Nevnast kann eisini, at
skipanin hevur tekstvið
gerðarforrit við millum ann
að føroyskum rættstavara,
ið er sera líkt Word hjá
Microsoft, og so hevur skip
anin eisini eina væl virkandi
tíðarstýring, sum kann brúk
Sansir ger tað
væl við nýggjari
heimasíðuskipan
Ætlan um tveir frystitrolarar slept
Nógv bleiv gjørt burturúr, tá íslendska reiðaríið Rammi hf. skrivaði undir sáttmála við
norsku skipasmiðjuna Solstrand Verft um at byggja tveir flakatrolarar. Teir skuldu vera
70 metrar langir, næstan 15 metrar breiðir og skuldu latast í 2009 og 2010. Kostnaðurin
fyri teir báðar trolararnar var 400 milliónir norskar krónur, og hetta var størsti einstaki
sáttmáli, sum Solstrand Verft nakrantíð hevur gjørt. Men nú er øll byggiætlanin slept.
Fíggjarkreppan hevur noytt íslendska reiðaríið at boða skipasmiðjuni frá, at byggingin
verður av ongum.
Stutt um skipanina
Sansir.net 2.0 er ein skipan til alnet og intranet heimasíður, ið er løtt og
smidlig at brúka. Skipanin letur upp í einum internetkaga, og tað ger, at tað
er skjótt og lætt at gera dagføringar og broytingar, líkamikið hvar ein er
staddur – á arbeiðsplássinum, í útlandinum ella heima við hús.
Sansir.net er ein sokallað »Content Management Skipan« (CMS), ið byggir á
nýggjastu tøknina hjá Microsoft.NET. Hon er grundað á standard modulir,
sum eru løtt at arbeiða við og kann nýtast til bæði til Windows og Mac OS.
Kelda: Sansir
Tór Verland Johansen handar Jeanette Førstø frá Norsk Rejsebureau heiðurin »Ársins Sansir.net-loysn 2008«