hósdagur 6. september 2001síða 24
Tekstur á síðuni
24
Nr. 171 - 6. september 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
C
M
Y
K
Einaferð tók ímillum
seks vikur og tríggjar
mánaðir at framleiða
ein bil. Bert lakering-
in tók umleið 4 til 5
vikur. Fleiri bilverks-
miðjur hava hildi 100
ára føðingardagin, frá
tí framleiðslan fór í
gongd. Í fjør var tað
Opel, skrivar Eirikur
Ó. Simonsen, sum er
lærari á tekniska
skúla í Havn
BILAFRAMLEIÐSLA
Eirikur Ó. Simonsen
Einki er at ivast í, at ein ó-
metalig menning er farin
fram hesa øldina. Men tað
er
konstruktións-tøknin,
sum eina mest er áhugaverd
í hesum sambandi. Latið
okkum fara nøkur ár aftur í
tíðina:
Har var lagt eina við at
motorurin skuldi »tilkoyr-
ast« – eitt nú í mesta lagi 40
km/t teir fyrstu 1000 kilo-
metrarnar. Hetta var gald-
andi í 50'unum og inn í
trýssini. Ikki fyrr enn í
70'unum gjørdist tilkoyr-
ingin óneyðug.
Hugsið tykkum: Í dag
koyra vit ein spildur nýggj-
an bil, sum um vit høvdu
havt hann í longri tíð.
Framleiðslan í dag hevur
ikki nógvar minuttir um
hvørt akfarið, ið fer av
samlibandinum, men so-
leiðis var tað als ikki í byrj-
ani og fleiri ár framyvir.
Hetta var ein meiri tor-
greidd uppgáva enn so —
søguliga sæð, ið tók nógva
tíð.
Lat okkum bert líta aftur
á tíðina í 1912 hjá Opel, tá
ið 3.100 verkamenn fram-
leiddu 3.202 bilar tað árið.
Chassis ella ramman, sum
tá var nýtt til allar bilar og
karrossaríið, vóru fram-
leidd hvør sær. Uppseting
og tilgerð av teimum stívu
akslunum upp á rammuna
tók ikki ta nógvu tíðina,
men karrossaríið, sum var
framleitt sum ein rimagrind
úr timbri, ið var eitt serligt
handverk, sum bert karet-
makarin tók sær av, hetta
tók drúgva tíð.
Seinni var hetta so klætt
við jarnplátum, ið vóru
smíðað í tí formi og sniði,
tað skuldi hava, sum til-
dømis teir rundu formar,
bilarnir tá høvdu. Alt hetta
var gjørt við hond, sum
dugnaligir
handverkarir
tóku sær av. Amboðini vóru
í høvuðsheitum hamari og
sandsekkur, sum undirlag.
Hetta var so ikki løtuverk
– tað tók umleið seks vikur
at gera ein minni bil, og
tríggjar mánaðir at gera ein
limousine.
Málingaarbeiðið tók í-
millum fýra til fimm vikur,
ein orsøk var tann, at lakkið
tá hevði so drúgva tíð um at
torna. Tí var tað, at Ford T
hjá Henry Ford bert kundi
fáast sum svartur, tá hann
fór undir framleiðslu á
samli band, hetta tí at svart-
ur litur hevur munandi
styttri tíð um at torna, enn
onnur litbrigdi.
Ímeðan var tað motorur-
in, sum var ein tann týdn-
ingarmesti í allari hesari til-
gongd. Tað var ein lang-
drigin og fløkjaslig manna-
gongd, tá farið verður í
smálutir. Hvør einasti mot-
orur var samlaður av einum
verkfrøðingi og hjálpar-
manni hansara, allir rørslu-
lutir sum t.d. legur, stemp-
ul- við ringum og lokur við
meira, vórðu stramt saman-
sett, soleiðis at hetta kundi
slítast saman til ein minst
møguligan trekleika, men
passa væl saman kortini, til
tað kundi tilkoyringin sakt-
ans verða um 10.000 km
tilsamans fyri tann, sum
ognaði sær bilin. Hetta, tí at
neyvleikin ella tolerancan
tá var ikki møgulig í fram-
leiðslu, sum vit kenna hana
í dag.
Mannagongdin
undir
framleiðslu var soleiðis, at
tá motorarnir vóru liðugt
samlaðir, blivu teir sendir í
eina royndarhøll, har ein
røð av royndarbenkrum
vóru tøkir. Hesir motorar
vóru síðan ísettir. Hesir
royndarbeinkir vóru kobl-
aðir saman í eina felags ás,
sum var drivin av eini
dampmaskinu, ið stóð á
verksmiðjuni.
Hetta fór fram á tann
hátt, at motorarnir vórðu
royndarkoyrdir varisliga,
kaldir í umleið 10 til 12
tímar, soleiðis at tær ógvus-
ligasta og grovasta slíping-
in ímillum rørslulutirnar
fór fram hesa tíðina.
Eftir hetta var motorurin
settur ígongd við bensini
sum drívmegi, nú gekk
hann ólastaður í 10 tímar.
Síðan var hann sundurskil-
aður og kannaður í smá-
lutir, samansettur fyri aðru
ferð og instillaður og enn
einaferð settur í royndar-
bonkin, har hann skuldi
koyra uttan tyngd í 3 tímar,
harnæst var farið at máta
størstu megi, við áhaldandi
at økja um lastina, sum
vanliga fór fram á tann hátt,
at motorurin stigvíst var
bremsaður niður av eini so-
nevndari
Pronybremsu,
hetta vóru ásett snúnings-
virði mátað í kpm, og síðan
umroknað til hestakreftir,
ið tann ávísi motorurin
skuldi uppnáa.
Ikki fyrr enn hetta var
nátt, kundi motorurin setast
á rammuna saman við gervi
akslum v. m. Nevnast kann,
at eisini gerv og different-
iali fingu eina neyva kann-
ing og eftirmeting, ið fór
fram á nøkulunda sama
hátt, sum fyrr nevnt, har
innkoyringin
vardi
um
fimm tímar.
Tá so alt var liðugt saml-
að á rammuna við hjólum,
men uttan hús, var aftur
framd ein royndarkoyring á
rullum. Eftir tað varð eitt
serliga tungt karrossarí lyft
omaná, har so royndarkoyr-
ingin helt áfram og skift
varð ímillum øll gervini.
Tá alt hetta var liðugt, var
sjálvt karrossaríið, sum
hevði verið í gerð ímillum
seks og 16 vikur, alt eftir
hvat bilur talan var um, sett
á rammuna — og so var bil-
urin klárur at lata viðkom-
andi – vónandi nøgda
eigara, ið hevði eina longri
tilkoyring av nýggja bili-
num at síggja fram til.
Pioneer cd-spælara
r av hátalarum
lar bilar
8,00 TIL kr. 1.598,00
Radiobúðin
Runaví
www.radiobud.fo
ONEER til tann rætta prísin
Sosialurin 311820
Tá tað tók upp í sekstan vikur at gera ein bil
Pástandurin um, at Ford T
kunni fáast í øllum litum,
bara hann var svartur,
passar ikki rættuliga. Í
byrjanini av 1909 vóru teir
flestu av T-modellinum
reyði, seinni tað árið tann
grøni liturin tikin í hásæti.
Tað var ikki fyrr enn
samlibandsframleiðslan
kravdi tað, at bilarnir bara
vór lakeraðir svartir – tað
var tann einasti liturin, ið
tornaði nóg skjótt…