mikudagur 26. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 228 - 26. november 2008
- Tað er so skaðiligt
at eta grind, at tað
er við sorgblídni,
at vit nú noyðast at
biðja føroyingar heilt
gevast at eta tvøst
og spik. Hetta siga
Høgni Debes Joensen,
landslækni, og Pál
Weihe, granskari, í
einum spildurnýggj-
um tilmæli. Sjey út
av 10 føroyingum er
ósamdir
Grindatilmæli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú eiga føroyingar full
komiliga at halda upp at eta
grind.
Tað
staðfesta
Høgni
Debes Joensen, landslækni
og Pál Weihe, granskari, í
einum spildurnýggjum til
mæli til føroyingar um
grind.
Í tilmælinum, sum teir
almannakunngjørdu beint
fyri døgverða í morgun,
staðfesta teir, at tað er við
sorgblídni, at teir nú koma
við hesum tilmæli.
Men teir siga, at nýggjar
kanningar vísa, at tað nú er
so skaðiligt fyri heilsuna at
eta grind, at teir kunnu ikki
annað enn at mæla fólki frá
at eta grind yvirhøvur.
Grindin hevur tænt
føroyingum væl í mong
hundrað ár og man eiga
lívið í mongum føroyingi
gjøgnum øldirnar. Men tíðir
og umhvørvi broytast, og tí
meta vit tað heilsufakliga
neyðugt við hesum tilmæli,
sigur okkara fremsti lækna
frøðiligi myndugleiki á øki
num.
Døpur mynd
Teir siga, at seinastu 10
árini eru so fleiri úrslit av
vísindaligum
kanningum
komin í ljósmála av grind
sum mannaføði.
Og tey geva okkum eina
enn daprari mynd av vanda
miklu heilsuárinunum av
grindatvøsti og spiki, enn
vit higartil hava havt,
Teir báðir siga, at kann
ingarúrslitini kunnu setast í
altjóða ljós.
Kyksilvurmongdin í
alheimshøvunum er økt, og
til dømis er kyksilvurinni
haldið í ísbjarnarhári og
skinnum 10 ferðir hægri í
dag, enn tað var fyrr í tíð
ini.
PCB er komið sum eitt
nýtt umhvørviseitur í sein
nu helvt av 1900 – talinum,
men eftir at evnið varð bann
að umleið 1980, er nøgdin í
grind ikki minkað stórvegis
enn.
Nýggj
umhvørviseitur,
sum eru DDE, og DDT,
verða framvegis nýtt ymsa
staðir í heiminum.
Harumframt eru komin
nýggj evni, eitt nú lívrunnar
fluorsambindingar, ið verða
nýttar til at viðgera klæði í
klædnaídnaðinum og aðra
staðni og nú síggja vit økta
mongd í blóðinum hjá børn
um, sum eta grind.
Grind er ein kyk
silvurbumba
Landslæknin og Pál Weihe
staðfesta, at seinastu kann
ingarnar sýna, at mongdin
av kyksilvuri í grindatvøsti
er framvegis høgt við einum
miðalvirði á umleið 2 mikro
gramm fyri hvørt gramm.
Í ES er galdandi hægsta
markvirði upp á 1 mikro
gramm fyri hvørt gramm,
men tað er bert galdandi
fyri mest dálkaða fiskin.
Hetta markið fara flestu
grindahvalir uppum.
Grundað á kanningarnar
í Føroyum, hava amerikan
arar sett markvirðið fyri
tað, vit tilsamans dagliga
fáa niður í okkum við mati,
til 0,1 mikrogramm av kyk
silvuri fyri hvørt kilo av
kropsvekt.
Tað merkir, at eitt fólk, ið
vigar 70 kilo bert kann eta
3,5 gramm av tvøsti um
dagin fyri at náa markvirð
ið.
Í spiki eru eisini stórar
nøgdir av ymiskum lívrunn
um evnum, ið verða brotin
niður spakuliga, eitt nú
PCB og DDE.
Nøgdin av bæði PCB og
DDE er størri enn 10 mikro
gramm fyri hvørt gramm
av spiki. Flestu galdandi
mørkini fyri PCB eru lægri
enn 1 mikrogramm fyri
hvørt gramm.
Niðurstøðan
verður
sostatt, at í dag eru grinda
hvalir so illa dálkaðir, at
hvørki tvøst ella spik lúka
treytirnar fyri loyvdum inni
haldi av eitrandi dálkingum,
siga Høgni Debes Joensen
og Pál Weihe.
Føroyingar illa
dálkaðir
Teir vísa eisini á, at saman
borið við aðrar tjóðir, er
nøgdin av dálkingarevnum
í føroyingum, stór.
Seinastu kanningarnar
vísa tó, at kvinnur við barn
eta munandi minni av grind
og spiki enn áður. Av hesum
er kyksilvurmongdin í blóði
num hjá barnakonum mink
að. Men mongdin av PCB
er óbroytt, helst av tí at
PCB verður brotið niður so
spakuliga.
Vit í Føroyum eiga bert
evarska lítlan lut í teirri
dálking, sum er farin fram
av høvunum, men hon er
komin á okkum uttanifrá.
At so gransking í Føroy
um hevur virkað við til at
seta hesa dálking í brenni
depilin, er beiskt speisemi.
Men úrslitini av hesi
gransking hava longu havt
ta avleiðing, at markvirði
eru skerpt í sambandi við
dálking í alheimshøpi.
Vit mugu tí eisini sjálv
taka avleiðingarnar her í
Føroyum, leggja teir aftur
at.
Teir siga, at seinnu árini
hevur vaksandi vísindaliga
grundarlagið skapt ein var
huga um, at stundin skjótt
var komin til, at mælast mát
ti fólki frá at eta grind og
spik yvirhøvur.
Og tað er akkurát støðan,
føroyingar eru komnir í
dag, 25. november í tí harr
ans árið 2008.
Fyribils spurnarkanning
á heimasíðuni hjá Sosiali
num, vísir, at 70 prosent av
føroyingum eru fyri halda á
fram at drepa grind, hóast
tilmæli at gevast er komi
WWW.SJALVSTYRI.FO
Hjartaliga takki eg tykkum, ið stuðlaðu lista
D til býráðsvalið í Havn, og ein serlig tøkk til
tykkum 314, ið atkvøddu fyri mær persónliga.
SIGRÚN MOHR
TAKK FYRI
STUÐULIN
Nýggjar kanningar vísa, at
tað má rætt og slætt sigast at
vera lívshættisligt at eta tvøst
og spik. Tí mæla landslækni
og granskari nú frá at eta
grind yvirhøvur
Samgong
an viðger
bann fyri
at drepa
grind
Løgmaður heldur, at
nýggja tilmæli um at
gevast at eta grind,
má takast í álvara og
nú fer samgongan at
viðgera støðuna
Grindatilmæli
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nýggja tilmæli um at
halda uppat at eta grind
yvirhøvur, má takast í álva
ra.
Tað heldur Kaj Leo
Johannesen, løgmaður.
Hann vísir á, at hetta til
mælið kemur frá okkara
fremsta læknafrøðiliga ser
kunnleika og tí er hetta
eitt
áhugavert
tilmæli,
sum politiski myndug
leikin ikki kann lata vera
við at taka í álvara.
Hann sigur, at helst fer
hetta at broyta okkara mat
mentan, men hann vil ikki
siga nakað sum helst, um
hvørjar avleiðingar hetta
fer at fáa.
Kanska verður avleið
ingin at tað verður bannað
at drepa grind og kanska
er hetta eitt høvi hjá
okkum
at
endurskoða
okkara aldargomlu mat
mentan,
leggur
hann
afturat
Hann sigur, at hann fer
nú at taka málið upp til
politiska viðgerð í sam
gonguni, men hann hevur
onki boð upp á, hvat úrslit
ið av hesi viðgerðini verð
ur og hann vil heldur ikki
siga, hvørja støðu, hann
sjálvur hevur.
Tí er
grind
skaðilig
at eta
Landslæknin
og Pál Weihe,
granskari, siga, at
kanningar seinas-
tu árini vísa, at
grindkann elva
til víttfevnandi
heilsuvandar og
niðanfyri hava teir
sett kanningarúr-
slitini upp í stutt-
um.
Úrslitini higartil hava
sýnt, at
1. Kyksilvurið í
grindatvøsti ávirkar
nervalagið hjá
fostrunum
2. Árinið á nervalagið
heldur sær upp í
tannárini
3. Kyksilvur flutt frá
kostinum hjá
mammuni í
móðurlívi ávirkar
blóðtrýstið hjá
børnum
4. Dálkingarevni í
spikinum ávirka
immunskipanina
negativt, so at
børnini taka verri
við koppingarevnum
Nýggjastu kanningar
nar sýna, at
1. Dálkingarevni í
grindini tykist at
økja um vandan fyri
at fáa
Parkinsonsjúku hjá
teimum, ið eta grind
ofta
2. Vandin fyri
hækkaðum
blóðtrýsti og
æðrakálking í
hálslívæðrum økist
hjá fólkum, ið hava
nógv kyksilvur í
kroppinum
Í løtuni verða
kanningar gjørdar, av tí
at illgruni er um, at
nøringarevnini minka
orsakað av
dálkingarevnum í
grind og spiki.
Føroyingar mugu gevast at eta grind