Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 227 - 25. november 2008 lýsingar Føroya Kærustovnur Nýggj hølir Skrivstovan er stongd í viku 48 frá mánadegnum 24. november til og við fríggjadagin 28. november 2008. Mánadagin 1. desember 2008, kl. 10.00, lata vit upp í nýggjum hølum Undir Hornabakka (Havnar Róðrarfelag) 100 Tórshavn. Føroya Kærustovnur Undir Hornabakka Postboks 45 · 110 Tórshavn Tlf. 320585 · fax 320590 t-postur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo Skrivstova fyri: Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Lendiskærunevndina, Skatta- og Avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, Skuldarumskipan arnevndina og Vinnukærunevndina. Starv til Sosialudeild hjá Porkeris- og Vágs Kommunu Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á arbeiðið í barnaverndar-og sosialum viðurskiftum í Porkaris- og Vágs kommunu? Porkeris- og Vágs kommuna hava samtyk at seta barnaverndar- tænastu á stovn, ið kemur at liggja undir Sosialu-deild hjá Porkeris- og Vágs kommunu, ið er í Porkeri. Tí verður søkt eftir málsviðgerða til hesa tænastu. Førleikakrøv Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra hóskandi sosiala ella aðra í minsta lagi miðallanga út- búgving, innan heilsu-, og almanna- ella skúlaverkið og hevur tú hug til sosialt arbeiði og hevur góðar samstarvseginleika, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ynskir at ger mun, so er tað tær vit leita eftir. Setunarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta lagið 5. januar 2009. Arbeiðið er fulla tíð og verðu lønt sambært sáttmála millum Kommun- al Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fakfelag. Fleiri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Annu Djurhuus, leiðara á Sosialu Deild tlf. 37 36 04 ella 22 67 04. Umsóknin við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til Sosialu Deild att.: Anna Djurhuus í seinasta lagi 28 .november 2008 kl 12.00. Sosiala Deild Porkeris- og Vágs Kommuna Við Á 8 · 950 Porkeri Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04 T-post: sosialadeild@email.fo Nýtt teoriskeið Nýtt teoriskeið byrjar hósdagin 27. nov. kl. 17 KOYRISKÚLI FØROYA Stanley A. Olsen tel. 211099 Niels Petur Olsen tel. 223041 Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn – avgreitt skjótt og gott! Eisini byrjar R/F skeið fyri tey, sum hava mist koyrikortið fyri rúsdrekkakoyring. Fyri løgfrøðing í barsilsfarloyvi verður søkt eftir av- loysara til Vinnumálaráðið frá 1. februar 2009 og fram til 1. desember 2009. Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum er at ráðgeva landsstýrismanninum og stjóranum í løgfrøðiligum spurningum. Harumframt fevnir arbeiðið um gerð av lógar- og kunngerðaruppskotum og máls- og kæru- viðgerð. Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal duga føroyskt og enskt væl. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi 15. desember 2008. Umsóknir skulu sendast til: Vinnumálaráðið Postsmoga 377 Tinganes FO-110 Tórshavn Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen á telefon 556070. VINNUMÁLARÁÐIÐ Søkt verður eftir avloysara til Vinnumálaráðið Jólasøla 2008 Árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður í ár 29. og 30. november í ítróttarhøllini á Hálsi. Á sølubásunum verður eins og undan- farin ár, eitt stórt úrval av heimavirkaðum lutum/pløggum, bæði virkað siðbundi føroyskt og við nýggjum íblástri. Eisini verður café á staðnum við føroyskum viðskera og onkrum søtum omaná. Opið verður hesar tíðir: Leygardagin frá kl. 10.00 til 19.00 Sunnudagin frá kl. 14.00 til 19.00 Atgongumerkið kostar kr. 30,00 fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár hava ókeypis atgongd. Atgongumerkið er samstundis lutaseðil um: 3 gávukort á kr. 500,00 3 gávukort á kr. 300,00 úr handlinum hjá felagnum Tina Mik, Niels Finsensgøta 35, Tórshavn, har eisini er stórt úrval av heimavirkaðum lutum. Vit skulu eisini gera vart við, at ikki ber til at gjalda við gjaldskorti á flestu básunum Lærari til Venjingarskúlan Vit søkja eiftir einum lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara, sum fer frá vegna aldur. Starvið er frá 5. januar 2009 og skúlaárið út. Tað snýr seg fyrst og fremst um 21 tímar um vikuna: • 4 tímar í týskum í 8. fl. • 6 tímar í handverk og list í 6. og 7. fl. (handarbeiði og tilevning) • 4 tímar í kristni í 6. og 7. fl. • 7 tímar í serundirvísing Starvið kann verða snikkað til eftir førleika og ynski hjá umsøkjarum og kann fevna um fleiri tímar. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við CV, avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. desember 2008 klokkan 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Ova Petersen, skúlastjóra á tlf. 301529 ella 213502. Lýsingin er eisini á heimasíðu skúlans www.skulin.fo/ven Í Venjingarskúlanum ganga 428 næmingar í 19. flokkum VENJINGARSKÚLIN handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn