týsdagur 25. november 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2008
lýsingartilfar
‘08
37
Brá er klædnahandil
á Norðskála. Handilin
hevur 3 ár á baki, men
eigarin hevur drúgvar
royndir, og metti, at
slíkur handil vantaði í
økinum, og fór tí undir
Klædnahandilin Brá
Anna Maria Zachariassen fekst í
mong ár við handil í Havn, men
seldi so, og var so heima í nøkur ár.
Men hon misti ikki áhugan fyri
handli.
Tørvur á handli
- Eg helt, at okkum vantaði ein
klædnahandil her í økinum, og eg
metti tørv at vera á hesum. Tí valdi
eg at lata upp handil við klæðum til
alla familjuna, so fólk sluppu undan
at koyra langa leið, sigur Anna
Maria Zachariassen.
- Nógv fólk koma framvið hendan-
vegin, og tí skuldi møguleiki verið
at fingið fólk á gátt, metti Anna
Maria Zachariassen.
Og rætt hevði hon, tí hon er í dag
væl nøgd við undirtøkuna, ið
handilin hevur fingið.
At fleiri aðrir handlar eisini eru í
økinum ger eisini, at fólk vitja har á
leið, tí útboðið er tað størri og
áhugaverdari, tá fleiri fyritøkur hava
ymiskt at bjóða í økinum.
Stór og smá
Anna Maria Zachariassen legði dent
á at hava klæði til alla familjuna,
men hon hevur eisini merkir, ið
hava dámuklæði í stórum støddum.
- Men tað eru klæðir til dámur,
harrar og børn. Sum vit plaga at
siga; Tú hevur kroppin, vit hava
klæðini, sigur Anna Maria
Zachariassen.
Klædnahandilin Brá hevði í
september 3 ár á baki.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Klæði til hansara
og hennara og
stór og smá
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur
í Før oyum. Við mest
seldum ketlum á før-
oyska markn aðinum
nýtist ikki at siga
meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
Tel 312 000
| Fax 315 970
| mp@mp.fo
| www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur
í Før oyum. Við mest
seldum ketlum á før-
oyska markn aðinum
nýtist ikki at siga
meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
m
Anna Maria Zachariassen legði dent á at hava klæði til alla familjuna,
men hon hevur eisini merkir, ið hava dámuklæði í stórum støddum. - Men
tað eru klæðir til dámur, harrar og børn. Sum vit plaga at siga; Tú hevur
kroppin, vit hava klæðini, sigur Anna Maria Zachariassen, ið eigur og rekur
Klædnahandilin Brá