týsdagur 25. november 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2008
lýsingartilfar
39
‘08
Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo
Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo
Stórt úrval av jólaljósum
tel. 351220
Jólagávuhugskot
Tórshavn | Kambsdalur
kr. 295,-
SONY NWZ-B135
1GB (250 sangir) Elegant snið. Bein-
leiðis USB-samband (drag and drop)
MP3 avspælari
Tel 42 22 70 · 460 Norðskáli
STANLEY
GÁVU- OG LITBÚÐ
Vanligur prísur
kr. 799,-
Jólatilboð
kr. 599,-
Jólagávuhugskot
Termokanna frá
á
Komandi ár fyllir Simme
Musikkhús runt, og hóast
eigaraskifti er farið fram ,
so er The Grand Old man
– Simme – enn eitt sindur
við, og fyritøkan er enn
í fremstu røð og kennir
tónleikarar í øllum aldri
Simme Jacobsen er av sonnum the
grand old man, tá tosað verður um
føroyskan tónleik. Síðani 50’ini
hevur hann verið tónleikari, og var
felagsnevnarin innan tónleika
framførslu í Havn í mong, mong ár.
Tá útvarp kom í fimmtiárunum var
hann við og tá Útvarpið sendi V4
skemt og tættir í sjeyti og partvís
áttatiárunum, so var Simme við. Og
tað hendir seg enn, at hann fer á
pall.
Í 1959 setti hann Simme
Musikkhús á stovn, og fór undir at
selja ljóðføri, og fyritøkan fyllir
sostatt runt komandi ár.
Bjarnastein
Tað eru nú 4 ár síðani, at Magnus
Bjarnastein kom við í fyritøkuna.
Fyri trimum árum síðani yvirtók
hann alla fyritøkuna, men síðani
hevur Simme fingið harmonikurnar
aftur at umboða og umvæla. Nakrar
harmonikur verða eisini sýndar
fram í handlinum í Havn, so enn
hevur Simme líkasum ein fingur við
í spælinum.
Magnus var frammanundan
yvitøkuni av Simma Musikkhúsi
kendur sum guitarbyggjari og hann
framleiðir enn kendu Bjarnastein
guitararnar.
Magnus Bjarnastein hevur flutt
verkstaðin í størri og betri hølir, so
nú kann hann eisini gera størri
umvælingar.
Guitarbyggjarin hevur eisini júst
lagt síðstu hond á enn ein Bjarna
stein guitar, so byggivirksemið
heldur á, hóast hann nú eisini fæst
við keyp og sølu og umvælingar,
sum eigari av Simma Musikkhúsi.
Fylgir teim ungu
Magnus Bjarnastein sigur, at úrvalið
er sera breitt, og at hjá Simma, sum
tað eitur millum manna, hava tey
nógv at bjóða og innan øll tey
vanligastu ljóðførini.
Hjá Simma koma bæði leikfólk og
professionellir tónleikarar, umframt
umboð fyri skúlar og aðrar stovnar,
og hjá Simma eru tey til reiðar at
hjálpa og ráðgeva.
Hann sigur eisini, at tað er
stuttligt at fylgja við, tá yngri
tónleikarar koma innar.
Hóast eg nú bert havi verið við
her í 4 ár, so síggi eg longu onkran,
ið kom inn sum ungur og ókendur,
men sum longu nú hevur vunnið
sær veg fram, sigur Magnus
Bjarnastein.
Útvegar tað mesta
Hóast nærum hálva øld á baki, so
hevur fyritøkan Simme Musikkhús
við eigaraskiftinum tryggjað, at
handil, verkstaður og søguliga
bandið aftur í árini, tá rockurin og
poppurin byrjaði, eru varðveitt til
ættarlið, ið koma.
Magnus Bjaranstein sigur, at
fyritøkan hevur mong merkir, men
at sjálvsagt verður dentur lagdur á
nøkur, alt eftir hvat ljóðføri talan er
um, men Simme Musikkhús kann
útvega tað allar mesta, ið er til at fáa
hendur á.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Simme Musikkhús tænt tón
leikinum í nærum hálva øld
Nýggjasti Bjarnastein
guitarin, ið júst er komin av
verkstaðnum
Mynd: Jens Kristian Vang