mikudagur 26. november 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 26. november 2008
lýsingartilfar
39
‘08
Tað eru næsta ár 25 ár
síðani, at handilin Siri
sá dagsins ljós. Og líka
síðani hevur dentur verið
lagdur á “quality of life”,
ella snøgt sagt; vælveru
Sjálv er Siri ikki í iva, tá honskal lýsa
verksemið, ið handilin stendur fyri.
- Tað snýr seg um “quality of life”,
ella vælveru! Tá eg standi mitt í
handilshølunum, so kann eg siga, at
allar vørurnar standa her, tí at vit
kunnu standa inni fyri teimum,
sigur Siri, og nevnir fleiri vørur og
merkir.
Og sama er galdandi, um vit
nevna náttúruvørurnar. Tað snýr seg
um góðsku, og merkir, ið borga fyri
góðsku.
Tænasta
– Men eg velji eisini frá. Er t.d. talan
um undirklæði, ið kanska ikki rigga,
so eri eg so næsadjørv, at eg velji
tey frá. Vit selja ikki bara fyri at selja,
og eg vil heldur, at kundin fer
avstað við ongum, um vit ikki hava
røttu vøruna. Ta er betri at siga, at
viðkomandi kanska kann koma
aftur, um vit kunnu fáa hendur á
vøruni, sigur Siri.
Í øðrum førum kann talan eisini
vera um, at kundi t.d. hevur ilt í
knæðnum. Tá verður ofta spurt, um
hetta hevur verið so í longri tíð, tí
um so er, so verður heldur mælt
viðkomandi til at fara til lækna,
heldur enn at keypa eitthvørt.
– Kundatænasta hevur alt at siga.
Vit bjóða ikki kundunum nakað, ið
vit ikki kunnu standa inni fyri, og vit
selja ikki bara okkurt. Vit kenna
ábyrgd, sigur Siri.
Røttu vøruna til kundan
– Vit selja eisini undirklæðir til
barmfagrar kvinnur og stórar
kvinnur, sigur Siri.
– Vit ráðgeva eisini kvinnum. Tá
tær t.d. keypa undirklæði, so kann
tað vera, at vit tosa um, hvørja blus
hevði verið hóskandi at nýtt saman
við, sigur Siri.
– Vit hava sum heild sum mál at
selja røttu vøruna til kundan, sigur
Siri, og leggur dent á, at tað er betri,
at kundin fer avstað við ongum,
heldur enn at viðkomandi hevur
keypt eitthvørt, ið ikki er júst tað
rætta.
Hjá Siri fáast undirklæði, skógvar,
náttúruheilivágur, krem og mangt
annað heilsugott í samband við
vælveru.
Sum tey siga hjá Siri: Stytsti vegur
til vælveru er ein vitjan hjá Siri.
Fimm starvsfólk arbeiða skiftandi
tíðir hjá Siri.
___________________________
Dagfinn Olsen
Stytsti vegur til vælveru
er ein vitjan hjá Siri
NOKIA 1208
Ein einkul og
snøgg fartelefon við
innbygdari lummalykt
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24
395,-
Heykavegur 3 | á Hálsi | Tórshavn | Tel. 319088
voggan@post.olivant.fo | www.voggan.fo
Hoppe Juniorsong
v/seingjahesti og 3 skuffum
s
www.green-house.com/fo
Kom og keyp jólastásið
Vit verða á torginum í Vági við
nógvum klæðum frá Green House
leygardagin 29. november.
Kom og hygg eftir
úrvalinum og ger kvettið