fríggjadagur 7. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 172 - 7. september 2001
Nr. 172 - 7. september 2001
11
-Árinini av eini
oljuvinnu byrja langt
áðrenn tú hevur
funnið olju. Tey byrja,
tá fólk fara at tosa um
ta nýggju vinnuna.
Hon stressar fólk og
hevur ávirkan á,
hvussu tú tilrætta-
leggur framtíðina.
Tvs. at hóast olju-
vinnan enn ikki er
komin rættiliga í
gongd, so setir hon
longu nú síni merki á
samfelagið og fólk, tí
man hevur ávísar
vónir til hana ella tí
man kanska er bangin
fyri henni. Fólk vilja
tí innrætta seg eftir tí
sigur Randi
Frederiksberg í hesi
fyrru av tveimum
greinum um sosialu
árini frá eini komandi
oljuvinnu og sum
setir fokus á bústað-
arspurningin
OLJUVINNA OG
SOSIAL ÁRIN
Jan Müller
1. partur
Hon eitur Randi Frede-
riksberg og er av Strondum.
Í summar bleiv hon liðug
sum cand.scient í geografi.
Randi fór undir at skriva
serritgerð um tað mundið,
tá ein føroysk oljuvinna var
nógv frammi í fjølmiðl-
unum og hon valdi tí at seta
fokus á tey árinini, man í
øðrum londum hevur havt í
samband við eina slíka
vinnu. Endamálið við ser-
ritgerðini bleiv at lýsa
núverðandi støðuna á bú-
staðarmarknaðinum í Tórs-
havn og at kanna, hvørjir
møguleikar eru fyri eina
marknaðartillaging
við
einum møguligum oljuídn-
aði fyri framman. Til at
loysa hesa uppgávu nýtti
hon royndir úr St. John’s,
New Foundlandi, umframt
teoretiskar og metodiskar
metingar við at nýta Social
Impact Assesment, tvs.
sosialar árinsmetingar, sum
hjálpiamboð. Fyri hesa
serritgerð, sum hon vardi á
lærda háskúlanum í Keyp-
mannahavn, fekk Randi
ikki færri enn tvey rein 13
tøl.
Fyri at fáa tilfar til rit-
gerðina gjørdi Randi fyrst
av at fara á á kanningarferð
til Hetlands fyri har at fáa
eina mynd av, hvussu olju-
vinnan hevði ávirkað hetta
lítla
oyggjasamfelagið.
Men árin av eini oljuvinnu
á eitt samfelag er eitt sera
stórt øki og tí valdi Randi
serstakliga at leggja seg
eftir teimum avleiðingum,
ið oljuvinnan hevur havt á
bústaðarmarknaðin. Men
trupulleikin var tann, at tað
eru meira enn 30 ár síðani,
at oljuvinnan kom til
Hetlands og lítið bleiv í tí
tíðini gjørt fyri at kanna
sosial árin. Randi valdi tí
heldur at fara til New
Foundlands.
Oljumála-
stýrið kundi eisini viðmæla
at brúka New Foundland,
nú tað hevði brúkt ráðgevar
hagani í sambandi við
fyrireikingarnar til eina
føroyska oljuvinnu, og nú
hesi samfeløgini mintu
nógv um hvørt annað á
fleiri økjum. Randi var í
New Foundlandi í einar
tveir mánaðir, har hon
savnaði tilfar og gjørdi
samrøður.
Oljuvinnan ymisk frá
einum landi til annað
Hon gjørdi av at lýsa
Newfoundland sum sam-
felag fyri at skilja bak-
grundina fyri oljuútvikl-
inginum í landslutinum og
hvussu oljuvinnan tók seg
upp har. –Tað vísir seg, at
oljuvinnan er ikki ein og
tann sama, hvar hon enn
festir røtur. Hon er rættiliga
ymisk og serliga í nýggjari
tíð hava smærri samfeløg
funnið fram til, at tey sjálvi
hava møguleika at ávirka
oljuvinnuna tvs. at vera við
til at forma hana og seta
karmarnar - og ikki bara
øvugt, har tað er olju-
vinnan, sum ásetir krøv og
formar samfelagið hon
kemur til.
Hetta er kanska eisini
munurin millum eitt nú
Hetland og New Found-
land. Í New Foundlandi var
fokus tíðliga sett á árinini.
Man hevði nakrar stórar
samfelagsligar trupulleikar
og roynt varð tí at fáa
útviklingin at líkjast tí, sum
mest var brúk fyri í
samfelagnum. Tí fór Randi
sum partur av uppgávuni at
kanna samfelagið sum so,
tvs. at staðfesta, hvat tað
vóru fyri faktorar, sum
gjørdu, at man valdi tær og
tær loysnirnar í sambandi
við oljuvinnuna.
Oljuleitingin byrjaði í
New Foundlandi mitt í 60-
unum og var stóra oljufeltið
Hibernia funnið í 1979 sum
boring nr. 60. Síðani eru
fleiri nýggj felt funnin.
Stóri parturin av oljuútvikl-
inginum er farin fram í St.
John’s við undantaki av
byggingini av oljupallum.
Hóast New Foundland
verður mett sum eitt lítið
samfelag, so búgva har ein
hálv millión fólk, og sam-
anlíknað við Føroyar skuldi
oljuvinnan tí eisini vera
rættiliga umfatandi, áðrenn
hon merktist á samfelag-
num.
Harafturat
hevur
arbeiðsloysið verið stórt,
umleið 20% uppá provins-
basis. Nógva staðni í út-
jaðaranum var tað tó heilt
uppi á 80%. Tað var tí lætt
hjá oljuvinnuni at skaffa
arbeiðsmegi.
Húsamarknaðurin í
St. John´s
Randi valdi fyrst at seta
ljóskastaran á húsamark-
naðin í størsta býnum í
New Foundlandi, St. John’s
við sínum umleið 170.000
íbúgvum. Har hendi ein
ávísur vøkstur í eftir-
spurninginum eftir húsum,
tá oljuvinnan kom. Hesin
stavaði mest frá vónum til
framtíðina og tí speku-
latión, men førdi við sær
hækkandi húsaprísir, ser-
stakliga tí at fólk høvdu
fingið fleiri pengar um
hendi. Ringt er tó at siga,
hvussu
nógv
av
hesi
hækking stóðst frá olju-
vinnuni og hvussu nógv
hevði aðrar orsøkir. Tað
vísir seg, at fleiri vællønt,
sum hava ynskt sær betri
hús, hava verið við til at
lagt eitt trýst á tann ovara
partin av húsamarknað-
inum. Soleiðis eru tað fleiri
pengar millum fólk, sum
hava fingið húsaprísin at
hækka og ikki mangul á
húsum.
Talið á húsum, sum olju-
vinnan hevur havt brúk fyri
í St. John’s, er sera lítið í
mun til støddina á býnum.
St. John’s hevði longu,
áðrenn oljuvinnan kom, ein
vøkstur í fólkatalinum uppá
eini 10% um árið. Tvs. at
man í samfelagnum longu
var vanur við ein stóran
fólkavøkstur, so tann lítli
fólkavøksturin, sum kom
afturat orsakað av olju-
vinnuni, merktist ikki.
Orsøkin til at fólka-
vøksturin, ið stóðst av
oljuvinnuni ikki var størri,
var tann, at arbeiðsloysið í
provinsinum var so stórt, at
stórsti parturin av arbeiðs-
styrkini
kundi
skaffast
lokalt og tí flutti ikki so
nógv fólk til uttanífrá.
Hetta afturat tí, at býurin
hevði
verið
í
stórum
vøkstri, áðrenn oljuvinnan
kom og so tað, at bygging
av oljupallinum kom at
liggja uttan fyri St. John’s
gjørdi, at man fekk atskilt
fólkavøksturin frá sjálvum
høvuðsstaðnum.
Stórur munur millum
Føroyar og New
Foundland
Randi
heldur
fyri,
at
munurin millum Føroyar og
New Foundland er, at vit
hava næstan einki arbeiðs-
loysi, vit eru eitt lítið
samfelag og hava ein lítlan
høvuðsstað. Árinið á ein bý
við 170.000 fólkum verður
ymiskt frá einum við l6.000
fólkum. Og so tað at
húsamarknaðurin her hjá
okkum longu nú vísir stórt
stress. Tvs. at tað skal ikki
nógv til at sprongja hann.
Tey, sum selja hús, siga,
at tað hava ongantíð verið
so nógv hús á markn-
aðinum sum nú og fram-
vegis blíva prísirnir við at
hækka. Tað má vera frá eini
ella aðrari spekulatión.
Fólk eru bangin fyri, at tey
fáa ikki tak yvir høvdið, um
tey bíða, og húsaprísirnir
blíva við at hækka. Tað er
ringt at fáa grundstykki,
eingir alternativir bústað-
armøguleikar eru, og leigan
er sera høg. Tað er við til, at
fólk seta seg harðari fyri,
enn um tey sóu onkran
annan útveg.
Tí eru nakrir heilt stórir
munir á støðuni í Føroyum
og New Foundlandi. Sam-
stundis var støðan í New
Foundlandi so ring, tá
oljuvinnan kom, at man
politiskt var varugur við, at
man hevði ein bólk av
arbeiðsleysum og fíggj-
arliga veikum, sum høvdu
brúk fyri og fingu almenna
hjálp.
- Samanumtikið haldi eg
man kann siga, at olju-
vinnan í New Foundlandi
hevur verið góð fyri fá og
ring fyri fá. Tey, ið hava
merkt ringu árinini eru tey,
ið keyptu hús ta tíðina, tá ið
prísirnir vóru alt ov høgir
sum ein avleiðing av for-
væntningum
til
oljuút-
viklingin og spekulatión.
Stórur partur av ágóðanum,
sum hevur verið frá olju-
vinnuni, er komin av, at tað
frá almennari síðu hava
verið gjørdar stórar íløgur
fyri at fáa oljuvinnuna at
skapa
hart
tiltrongd
arbeiðspláss og á tann hátt
geva nakað av sær. New
Foundland
hevur
sum
landslutur í Kanada havt
stórar búskaparligar trupul-
Oljuvinnan setir stór krøv
til bústaðarmarknaðin
-Føroyska samfelagið hevur brúk fyri, at vit fáa okkara egnu
fólk heimaftur, og tá er oljuvinnan eitt kærkomið høvi. Men
hetta setir stór krøv til eitt nú húsamarknaðin sigur Randi
Frederiksberg
Mynd Jan
leikar, og tað var í hesum
høpi, at myndugleikarnir
sóu eina oljuvinnu sum ein
møguleika at betra um
støðuna.
Samfelagsliga
samansetingin undan
oljuvinnu
- Tá munurin er so stórur
ber so til at samanbera
Føroyar og New Foundland,
tá ein oljuvinna tekur seg
upp?
- Vit eiga ikki at seta =.
Tað er sera týdningarmikið,
tá vit í Føroyum skulu læra
av útviklingi aðrastaðni, at
vit taka hædd fyri sam-
felagsligu samansetingini,
sum er ymsu støðini. Tað er
samfelagsliga
samanset-
ingin, sum hon er í tíðini
fram til tú fær eina olju-
vinnu, sum ger av, hvussu
tú formar oljuvinnuna, tvs.
hvat tú velur av loysnum,
hvat tú setur í lóggávuna
osfr. Og tað er ymiskt frá
samfelag til samfelag. Tað
er tann samanhangin, sum
vit oftani gloyma. Man
kann siga, at tað í New
Foundlandi kanska eru
fleiri ting, sum víkja frá
støðuni í Føroyum. Hin-
vegin haldi eg eisini man
kann læra av tí. Man kann
spyrja, hví so fá árin hava
verið har! Hvat hevur gjørt,
at tey sluppu undan nøkrum
av teimum negativu árin-
unum, sum vit bera ótta fyri
í Føroyum! Eisini kunnu vit
læra av framferðarhátt-
inum, sum newfoundlend-
ingar hava nýtt yvir fyri
oljuvinnuni, sæð í mun til
tey mál, sum teir ynsktu, at
oljuvinnan skuldi uppfylla/
røkka.
Randi heldur samfelags-
liga støðan í Føroyum sum
so líkist meira tí í Hetlandi
og Skotlandi, tá oljuvinnan
kom har: lítil fólkavøkstur,
einki arbeiðsloysi og eins-
táttað vinnulív. Men hví
hevur hon so ikki brúkt hesi
pláss at sammeta við! Til
tað sigur hon, at útvikl-
ingurin í Hetlandi og Skot-
landi er so mikið gamal, at
lítið tilfar finst, og tí er
hann
ringur
at
doku-
mentera, samstundis sum
týdningurin av at kanna
samfelagslig árin ikki var
høgt í metum í 1970’unum,
og slíkar kanningar vóru tí
ikki hildnar at vera neyð-
ugar í sama mun sum í dag
og vóru tí heldur ikki gjøg-
numførdar.
Hagtólini tróta
Tá ið ein mynd skal fáast av
núverðandi húsamarknað-
inum í Havn er høvuðs-
trupulleikin tann, at alla
staðni mangla tøl. Eingi tøl
eru
fyri
leigumarknað,
arbeiðsstyrki, lønarstøði,
lønarbýti osfr. Tvs. at tá ið
tosað verður um árin frá
eini oljuvinnu, sum kanska
fær lønirnar ella ein part av
teimum at hækka ella fær
fleiri í arbeiði, so fær tú
ikki fylgt við broyting-
unum, tí tú hevur ikki eina
mynd av útgangsstøðuni,
tvs. støðuni, sum hon var,
áðrenn oljuvinnan hevði
nøkur árin. Tí er eisini
ómøguligt at siga, um
oljuvinnan
óbeinleiðis
longu nú er orsøk til
hækkandi húsaprísir. Hetta
kann vísa seg ígjøgnum
forvæntningar hjá fólki um,
hvussu bústaðarmarknað-
urin vil síggja út um nøkur
ár, um olja verður funnin í
stórum mongdum.
Randi royndi síðani at
kanna leigumarknaðin í
Føroyum og setti seg í
samband við Toll & Skatt
fyri at fáa at vita, hvussu
nógv uppgeva leiguinn-
tøku.
-Ein
fólka-
og
íbúðarteljing bleiv gjørd í
1977 og samanber tú talið á
leiguíbúðum tá við talið frá
Toll & Skatt í dag, so er tað
minkað við meiri enn eini
helvt. Tað ljóðar heilt
undarligt, tá ið hugsað
verður um, at útbúgving-
arplássini eru fleiri, fólk
giftast seinni, og fleiri liva
einsamøll. Tað ljóðar ikki
rætt, og man kann ímynda
sær, at antin vera leigu-
inntøkurnar ikki uppgivnar
í skatti, ella standa íbúðir
tómar. Av tí at eingi tøl
finnast, so er ómøguligt at
siga, hvør orsøkin er.
Randi kannaði talið á
leiguíbúðum í bløðunum og
vísti tað seg, at har vóru í
meðal 20-25 fólk, ið søktu
eftir íbúð pr. dag – meðan
ein eistøk íbúð ella tvær
vórðu bodnar til leigu.
Hetta undirstrikar, at tað er
ein stórur mangul uppá
leiguíbúðir. Tey, ið dagliga
fáast við at selja bústaðir,
hava í bløðunum fyrr greitt
frá, at fólk hvønn dag
spyrja eftir íbúð, og tað
sama hava eigarar av
íbúðarblokkum sagt frá.
Sosiala deild fær eisini
dagliga
fyrispurningar.
Hetta er tað einasta tú kanst
meta teg eftir, og tað ger tað
trupult at gera eina upp-
gávu sum hesa sigur Randi.
Sama støða er við húsa-
leigu. -Man hevur hoyrt um
sera høgar leigur, men um
gangast skal eftir tølunum
frá Toll & Skatt, so er
meðal húsaleigan 1.700 kr.
um mánaðin, og tað er heilt
burturvið. Ikki ein eg kenni
hevur eina leigu, sum bara
líkist tí.
Ikki er óvanligt at hoyra
um húsaleigu uppá 6.000 til
8.000 kr. og onkra heilt upp
í 15.000 kr., og tað gevur jú
eina heilt aðra mynd. At
eindirnar ífylgi Toll & Skatt
tískil
eru
so
fáar,
samstundis sum húsaleigan
er alt ov lág, má koma av, at
fólk ikki uppgeva leigu-
inntøku í skatti ella hava
børn og familju búgvandi,
ið ikki gjalda húsaleigu.
Stórt trot
Hvat heldur hon so er
avgerandi fyri, um olju-
vinnan fer at hava ávirkan
ella ikki.
- Tað má fyrst og fremst
vera struktururin á núver-
andi
marknaðinum
og
hvørjir møguleikar eru fyri
at útbyggja marknaðin við
at tillaga hann, um so
verður, at vit fáa ein
ógvuliga stóran eftirspurn-
ing.
Tað finnast ikki ná-
greinilig tøl fyri núverandi
marknaðin, men hann vísir
tekin uppá stress, trot á
húsum í teimum lægru
prísklassunum, manglandi
leiguíbúðir og stórt trot
uppá alternativar íbúðar-
møguleikar.
Hvør er so møguleikin at
útbyggja húsamarknaðin?
Har hevur hon hugt eftir
økjum, sum eru egnað til
bygging, arbeiðsmegini og
í hvønn mun man hevur
fyrisitingarligu orkuna at
fremja
eina
útbygging
skjótt.
Trupulleikin er so aftur
manglandi tilfar, tá tað snýr
seg um øki. Tað finnast ikki
tøl fyri, hvussu nógv jørð
finst, sum er óbygd og
egnað til bygging. Her sipar
hon til Havnina, Hoyvík og
Argir.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn úttalaði seg
herfyri, at heldur núverandi
vøksturin
fram,
verður
mangul uppá øki innan
stutta tíð. Um hetta hendir
kann man vera vísur í, at
húsaprísirnir fara at hækka
skjótt og nógv.
Síðani er tað arbeiðs-
megin. Tann stóri fólka-
vøksturin, sum hendi í 80-
unum, var í stóran mun eitt
úrslit av útlendskari ar-
beiðsmegi, ið kom til
Føroya. Hetta vóru m.a.
handverkarar og flakafólk.
Eftirspurningurin frá teim-
um eftir bústøðum var heilt
øðrvísi, enn tann vit síggja í
dag. Tey vóru bert áhugað í
leiguíbúðum.
Síðst í 80-unum fóru teir
flestu útlendsku handverk-
ararnir av landinum aftur,
og tá ið kreppan so rættiliga
setti inn í 90-unum fóru
eisini
nógvir
føroyskir
handverkarar. Samstundis
vóru fáir lærlingar tiknir
inn. Tvs. at tað komu ikki
nýggir inn fyri teir, sum
fóru út av arbeiðsmark-
naðinum, og hetta hevur
resulterað í, at arbeiðs-
megin innan nøkur hand-
verksfak er nógv minni í
dag enn í 1980’unum.
Fleiri vilja sleppa
heimaftur
Stórur partur av teimum,
sum í dag flyta til Føroya,
eru vælútbúgvið fólk, sum
hava verið uttanlanda - tey,
sum tóku útbúgving gjøg-
num 80-ini og ikki høvdu
møguleika at flyta heim í
kreppuni og tey, sum hava
lisið gjøgnum 90-ini og nú
ætla sær heim, tí ar-
beiðsmøguleikarnir
eru
góðir og lønirnar hækka.
Tvs. at tað er ein heilt annar
bólkur av fólki, sum útger
fólkavøksturin í dag enn í
80-unum.
Tey, sum blivu liðug at
útbúgva seg í 80-unum,
hava
kanska
verið
á
útlendska arbeiðsmarkn-
aðinum í nógv ár. Tey eru
tískil væl fyri fíggjarliga og
hava fingið eina upp-
sparing, eins og tey, sum nú
eru liðug við sína útbúgv-
ing kunnu koma heim til
góð og vællønt størv. Við
øðrum orðum er eftirspurn-
ingurin eftir eigaraíbúðum
og húsum í dag nógv størri
enn í 1980’unum, samtíðis
sum orkan innan byggi-
vinnuna er nógv minni.
Randi vísir á, at hetta
hevur ført til, at var støðan
á húsamarknaðinum ring í
80-unum, so er hon nógv
verri nú. Koma so fólk við
høgum útbúgvingum og
sum eru væl fyri hendir ein
miðsavning av teimum
hægri útbúnu í Havn.
Flestu teirra hava bara
arbeiðsmøguleikar í Havn
og væntast kann, at hevur
man búð uttanlanda leingi,
so vilja tey flestu ikki út á
bygd aftur. Er einasti
møguleiki fyri at fáa tak
yvir høvdið at keypa eini
hús, sum kosta nærum tað
dupulta av tí tey eiga, so
gera tey flestu tað, um tey
hava møguleika til tess.
Men trupulleikin kann tá
blíva, at nøkur av teimum,
ið longu búgva í Føroyum,
sum ikki hava fingið eina
uppsparing vegna ringar
arbeiðsmøguleikar ígjøg-
num 90’ini ella sum hava
verið
undir
útbúgving,
verða trýst út av húsa-
marknaðinum. Tey missa
rætt og slætt møguleikan at
verða við í kappingini á
húsamarknaðinum.
Støðan uttan fyri
Havnina
Randi vísir víðari á, at
húsaprísir í økjum, sum
liggja tætt upp at Havnini,
eru eisini nógv hægri enn í
øðrum smáum bygdum.
Hetta kann koma av, at
nøkur velja at flyta til pláss
sum t.d. Nólsoy, Kvívík og
Kaldbak, tí tey ikki hava
ráð til at seta seg fyri 1,5 til
2 mill. kr fyri eini hús í
Havn. Um tað yvirhøvir
letur seg gera at skaffa
fígging til eini tílík hús, so
merkir tað í flestu førum, at
tú verður skuldarbundin
fyri lívið og hevur tá lítið til
annað forbrúk.
Úti á hesum bygdum
hækka húsaprísirnir so í
takt við tann hækkandi
eftirspurningin. Tey næstu,
sum flyta, skulu tí gjalda
teir hægru prísirnar. Fólk
verða trýst longur og
longur burtur frá Havnini.
Húsaprísirnir í Havnini
hækka, tað sama gera
húsaprísirnir í bygdunum
uttanum, men bara seinni.
Tvs. at tey, ið eru ringast
fyri
fíggjarliga,
skulu
longur út í útjaðaran fyri at
finna
íbúðarmøguleikar,
sum
standa
til
teirra
fíggjarliga førleika. Tað
merkir, at tað verða tey,
sum eru ringast fyri við
teimum lægstu lønunum,
sum ikki hava møguleika at
gjalda tað, ið krevst fyri
eini hús. Ein avleiðing av
hesum kann verða, at øki,
sum
geografiskt
liggja
langt frá Havnini, sam-
stundis sum tey eru illa
fyri, td. hvat viðvíkir
arbeiðsplássum, fáa tilført
arbeiðsmegi, sum tey longu
frammanundan hava yvir-
skot av.
Randi heldur annars, at
tiltakið hjá Húsalánsgrunn-
inum og kommununi, um í
felag at fara undir at byggja
alternativar
íbúðir,
an-
deilsíbúðir til ung og eldri,
er heilt tann rætta leiðin at
fara, men er langt frá at
nøkta bara tann núverðandi
tørvin.
Spekulatión
Tað er eingin loysn, at nógv
hús koma á marknaðin
aftrat, tí sum er eru fleiri
enn vanligt til sølu, men
prísurin er framvegis høgur.
Tað eru tí helst mong, sum
selja, bara tí at prísirnir eru
so høgir. Spekulatión. Tey,
ið ikki selja orsaka av at tey
flyta av landinum, eru
samstundis við til at økja
um eftirspurningin – iva-
leyst eftir raðhúsum, ið eru
bíligari enn sethúsini ella
eftir grundstykkjum, har tú
sjálvur kanst byggja til
knapt helvtina av tí, sum tú
í dag kanst keypa eini
sethús fyri.
Um tú fært 20 ella 40 hús
afturat á marknaðin frá
teimum eldru, sum t.d.
skulu í alternativar íbúðir,
fer tað ikki at broyta
marknaðin, sum hann er.
Valmøguleikarnir
eru
framvegis bara tveir: at
keypa eini hús ella eitt
grundstykki, har tú sjálvur
kanst byggja. Bíðilistin
eftir
grundstykkjum
er
langur. Leigumarknaðurin
er lítil og húsaleigurnar
høgar. Tvs. at alterativið er
bara at keypa síni egnu hús.
Randi
Frederiksberg
undirstrikar, at enn vita vit
ikki, um olja, í eini mongd,
sum er verd at útvinna,
finst í føroysku undir-
grundini. Tó kann væntast,
at fyrihalda myndugleik-
arnir seg passivar, og olja
verður funnin, sum fer at
bera við sær nógvan aktivi-
tet í Føroyum, at vit fáa
eina støðu á húsamarkn-
aðinum, har tað bert vera
tey, ið eru best fyri øko-
nomiskt, sum fara at seta
markið fyri, hvussu nógv
prísirnir kunna blíva við at
hækka. Tað verða tey, sum
hava fíggjarligar førleikar
og tey, sum eru best fyri í
samfelagnum, sum kunnu
koma at búseta seg í
Havnini.
Oljufólkini eru
føroyingar, ið flyta
heim
Hon heldur annars, at tað
kann vera eitt sindur mis-
vísandi at tosað verður um
hesi útlendsku oljufólkini,
sum
skulu
koma. Vit
gloyma, at vit hava nógv
vælútbúgvið fólk, sum býr
úttanlanda og sum hava
nógvar royndir haðani. Tvs.
at nógv av oljufólkunum,
sum fara at koma til
Føroya, kunnu væntast at
vera føroyingar úr útland-
inum.
Og hon heldur fram: -
Føroyska samfelagið hevur
brúk fyri, at vit fáa okkara
egnu fólk heimaftur, og her
er so ein góður møguleiki.
Tá er oljuvinnan eitt kær-
komið høvi. Men hetta setir
stór
krøv
til
eitt
nú
húsamarknaðin.
Árinini av eini oljuvinnu
byrja langt áðrenn tú hevur
funnið olju. Tey byrja, tá
fólk fara at tosa um ta
nýggju
vinnuna.
Hon
stressar fólk og hevur
ávirkan
á,
hvussu
tú
tilrættaleggur framtíðina.
Tvs. at hóast oljuvinnan
enn ikki er komin rættiliga í
gongd, so setir hon longu
nú síni merki á samfelagið
og fólk, tí man hevur ávísar
vónir til hana ella tí man
kanska er bangin fyri
henni. Fólk vilja tí innrætta
seg eftir tí.
Tað árið Hiberniafeltið
varð funnið í New Found-
landi hækkaðu húsaprísir-
nir í St. John’s við heili
20%. Hækkingin kom av
teimum
forvæntningum
fólk høvdu um, hvat tann
nýggja vinnan - sum tey nú
vistu við vissu fór at koma
- fór at týða fyri húsa-
marknaðin í býnum.
Hækkingin í húsaprísum
kom ikki av einum veru-
ligum bústaðartroti, men
fundið av Hibernia fekk
fólk at forvænta, at tað vildi
koma ein stór mongd av
fíggjarliga
vælstillaðum
oljufólkum uttanífrá. Fólk
væntaðu, at eftirspurning-
urin hjá oljufólkum eftir
bústøðum
fór
at
føra
ógvusligar príshækkingar
og trot á bústøðum við sær,
so vanlig fólk ikki fóru at
fáa tak yvir høvdið. Tí
skundaðu nógv sær út á
marknaðin og eftirspurdu
húsum, sum tey annars
væntaðu, at tey ikki fóru at
hava ráð til um nøkur ár.
Samstundis fall talið av
húsum á marknaðinum.
Hetta komst allar helst av,
at seljarar væntaðu, at
bíðaðu teir eina tíð við at
selja, so fór vinningurin
helst at verða nógv størri
við teimum forvæntaðu
hækkingunum. Alt hetta
hendi í St. John’s, uttan at
har var veruligt bústaðar-
trot. Hvat kann so ikki
henda hjá okkum, um eitt
ella fleiri felt verða funnin
spyr Randi! –Vit eru nógv
færri í tali, so ikki skulu
koma nógv fólk uttanífrá,
áðrenn marknaðurin ikki
kann bera tað, samstundis
sum trot longu er á bú-
støðum!
(Lesið eisini seinna part-
in í morgin)
C
M
Y
K
11
10