Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 229 - 27. november 2008 - Við nýggja bygn- inginum ynskja vit greitt at signalisera tann áhugan, sum vit í dag hava fyri Norðoyggjum, og sum vit eisini fara at hava í framtíðini, sigur Hilmar Sam Lamhauge, deildar- leiðari hjá EIK í Klaksvík Bankavirksemi Orð&myndir: Snorri Brend Snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Seinnapartin í morgin kann EIK flyta virksemið sítt í ein nýggjan og snotuligan bygning í miðbýnum í Klaksvík. Talan er um ein stóran deildarbygning í tveimum hæddum, har virksemið hjá EIK fer at verða í fram­ tíðini. Hóast tað ikki stendur so væl til fíggjarliga í Klaks­ vík, metir Hilmar Sam Lamhauge tað ikki vera skeivt at byggja ein slíkan bygning beint nú. ­ Bygningurin liggur sera væl fyri – miðskeiðis í býn­ um, beint við standmyndina og er eitt satt prýði fyri býin. ­ Eg havi eisini skilt, at fólk eru sera fegin um at bygningurin tekur seg so væl út í landslagnum, stað­ festir deildarleiðarin hjá EIK í Klaksvík. Tey hava valt at gera nógv burtur úr hesum bygningi­ num, sum eisini skal vísa fólki í økinum á, at EIK framvegis fer at verða ein týðandi partur av menning­ ini í økinum – eisini nú, ið fíggjarkreppa er kring heim­ in og í tí lokala økinum. ­ Klaksvík fer heilt víst at reisa seg aftur! Bjartskygni Sum peningastovnur er EIK annars nýggjur í Norð­ oyggjum. Virksemið byrjaði ikki fyrrenn í mars mánaði í 2006 í leigaðum hølum. Síðani tá er virksemið økt ár undan ári, og nú er tíðin komin hartil, at tey vilja staðfesta, at tey eru komin fyri at verða í fiskivinnu­ høvuðsstaði okkara. Tá talan er um fiski­ vinnuna, er altíð talan um upp­ og niðurgangstíðir, og soleiðis er eisini í Klaksvík í løtuni. Her er so at siga einki fiskaarbeiði og spurningurin er, um býurin ikki fer at missa seks av trolarum sínum í næstum. ­ Tíðirnar eru broyttar nógv, síðani vit byrjaðu her. Men vit síggja kortini bjart uppá framtíðina. ­ Vit ivast onga løtu í, at tað fer at ganga gott aftur, staðfestir Hilmar Sam Lamhauge. Vit eru komin fyri at verða Nýggi EIK-bygningurin í Klaksvík EIK byrjaði virksemið sítt í Norðoyggjum í mars mánaði 2006. Arbeiðið við nýggja bygninginum byrjaði á heysti í fjør. Teknistovan hjá Árna Winther hevur teknað bygningin, sum verður tikin í nýtslu fríggja­ dagin 28. november. Bygningurin er í tveimum hæddum, umleið 300 fermetrar hvør, og fer at hýsa virkseminum hjá EIK og hjá INNI. Seks fólk starvast á deildini hjá EIK í Klaksvík. FAKTA EIK hevur higartil hildið til í leigaðum hølum í Bøgøtu. Nú verður virksemið flutt í tann nýggja bygningin, smáar hundrað metrar nærri miðbýnum í Klaksvík Alt er gjørt fyri at starvsfólkini skulu trívast í tí nýggja EIK-bygninginum í Klaksvík – vinstrumegin Lisa Tróndheim, Hansina Sigurðsson, deildarleiðarin Hilmar Sam Lamhauge, Oddbjørg Sigurðsson og Margit G. Joensen