Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 229 - 27. november 2008 Brúkaramál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ein myrkan seinnapart í november krúpa vit niður í kjallaran í sniðhúsinum frá 70unum. Har finna vit Rúna, Tóka, Hóra og Fríða. Aftur í dag sita teir har og dampa í jakkum og húgvum, meðan fulldrøn heavy dukar úr teimum fýra hornahá­ talarunum, sum heitu dreingjanakkarnir takta til. Tveir teirra sleingjast í djúpu Futon­sofuni og spæla PlayStation, meðan hinir báðir spæla fótbólts­ spæl á telduni á skrivara­ borðinum. Fríði er heldigur, tí hann eigur alt og hevur ofta kammirátar heim við... Nøringarevnini minka Hetta kundi verið ein mynd úr nógvum barnakømrum kring landið. Dreingir og maskinur í smáum kømrum, dag út og dag inn. Tað kundi verið so hugna­ ligt. Men veruleikin er, at hes­ ir fýra dreingirnir eru í van­ da fyri, í besta føri at fáa ovurviðkvæmi og allergi, og í ringasta føri, at enda sum einsamallar rosinur í endanum á hvør sínum ættartræi. Tí, meðan nøringarevnini hjá mannfólkum eru í støðugari minking, veksur illgrunin til kemisku evnini í umhvørvinum hjá moder­ naða menniskjanum. Barnakamarið setir met Børn eru smáar og viðbrek­ nar verur, sum tola nógv færri kemikaliir enn vaksin. Kortini er barnakamarið ofta tað rúmið í húsinum, har vit finna størstu nøgdir­ nar av kemiskum evnum. Hetta vísa kanningar, sum danski umhvørvisstovnur­ in, Miljøstyrelsen, nýliga hevur almannakunngjørt. Sambært danska blaðnum Politiken, sigur Anette Ejer­ sted frá Miljøstyrelsen orsøkina til stóru nøgdirnar av skaðiligum evnum vera, at børnini ofta hava nógv elektronisk tól á kamari­ num, so sum teldur, sjón­ varp, PlayStation og stereo­ anlegg. ­ Vit vita, at kemisku evnini, sum dampa úr heitu tólunum, kunnu verða vandamikil fyri heilsuna. Eisini tá tólini eru standby, sum tey ofta gera, tá børnini liggja og sova, sigur Anette Ejersted. Hon vísir á, at hetta er ser­ liga óheppið í barna­ kømrunum, sum ofta eru minni enn hini rúmini í húsi­ num, og tí verða nøgdirnar av skaðiligum evnum lut­ falsliga stórar. Krabbi og høvuðpína Í kanningini hjá Miljø­ styrelsen varð komið fram á serliga nógv ftalat, sum eru undir álvarsligum ill­ gruna fyri at skaða nøringar­ evnini hjá dreingjum. Eisini vóru nógvir logatálmarar, sum kunna elva til krabba­ mein. Evni við anga í eru rættiliga vanlig í eitt nú leikum, og granskararnir funnu stórar nøgdir av limonene, sum er eitt av 26 evnum, sum ES hevur sett á yvirlitið yvir evni, sum elva til ovurviðkvæmi. Kemisku evnini eru eisini undir illgruna fyri at birta upp­ undir kynsbúningina hjá børnum, so hon verður framskundað fleiri ár. Evnini kunnu eisini hava mistrivað við sær sum heild. So sum høvuðpínu, ørilsi og vánalig bindindi. Samlaði pakkin Í sjálvum sær eru lutirnir á barnakamarinum ikki vanda­ miklir. Men granskararnir vísa á, at tá so nógvir lutir eru savnaðir á einum so lítlum øki, kann vandi vera á ferð. Eisini er tað saman­ setingin av evnunum, sum vit vita alt ov lítið um, verður sagt. Tað er tískil samlaði pakkin, sum fær granskararnar at rópa var­ skó. ­ Tað er ikki vandamikið at vera inni á kømrunum í sjálvum sær. Men um børn­ ini fáa fleiri evni í senn, til dømis frá ljósum og leikum við anga, roykilsi, spray­ dósum og elektriskum tólum, so verða nøgdirnar so høgar, at tær kunnu ávirka heilsuna. Tí er neyðugt at taka neyðugu fyrilitini, fyri at fáa eitt gott innandura umhvørvi – eisini á barnakømrunum, sigur Anette Ejersted. Og her í Føroyum vóna vit bara ikki, at børnini eisini hava etið seg mett í tvøsti ..! PlayStation, teldur, sjón­ varp og leikur við anga gera smáu barnakømrini til sannar kemikaliu­ bumbur, har inniluftin er á tremur við skaðiligum evnum. Hetta vísur nýggj kanning frá danska unhvørvisstovninum Miljøstyrelsen Reinari umhvørvi á barnakamarinum 1. Lufta út, 2 x 5 min. við gjøgnumtrekki hvønn dag. 2. Vaska kamarið javnan og støva væl av. Innrætta kamarið lætt og vaska bamsur í maskinuni annan hvønn mánað. 3. Sløkk øll elektrisk tól. Standby er ikki nóg mikið. 4. Fylg vegleiðingunum á leikunum væl. Serliga leikur til smábørn, sum ikki skulu í munnin. 5. Lukta til leikur og lutir til kamarið. Skulu ikki lukta av kemi. 6. Minka um royk og spray. 7. Vegleið børnunum í góðum vanum. Til dømis at brúka vørur uttan parfumu, sum eru merkt við Svanamerkinum. Keldur: Miljøstyrelsen og Politiken Handilsmaður úti í Grønlandi keypt parkeringspláss At parkeringsviðurskiftini í høvuðsstaðnum eru darvandi fyri handilslívið, hava flestu handilsfólk og viðskiftafólk sannað. Ein teirra er Per Andreasen í handlinum hjá Jóhannes Andreasen úti í Grønlandi í Havn. Handilin er gamal í gøtuni – og frá teirri tíðini, tá fólk ikki fóru til handils við bili. Tískil keyptu tey fyri nøkrum árum síðani grannaognina. Nú er garðurin út móti Grønlandsvegnum tikin niður, og parkeringsøki gjørt inni í garðinum – sum vera man til kundar í handlinum hjá Jóhannes Andreasen. Í morgun hittust handilsfólk úr miðbýnum inni hjá grannanum, samskiftisfyritøkuni Sendistovuni, m. a. at tosa um parkeringsviðurskifti í miðbýnum. Tað vóru glómur í eygunum hjá Per Andreasen, tá hann sá allar bilarnar – tí hann helt, at nú vóru nógvir kundar í handlinum. Men tað vísti seg at vera handilsfólk í miðbýnum, sum fyltu nýggja parkeringsøkið, og tey kenna uttan iva trupulleikarnar hjá Per… Per Andreasen, handilsmaður í Havn, framman fyri nýggja parkeringsplássinum hjá »Keypmanninum úti í Grønlandi« Barnakamarið ein kemikaliu-bumba