Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 229 - 27. november 2008 Tónleikur Samrøða Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Í fjør varð eitt nýtt, føroyskt plátufelag stovnað, ið eitur Rock Pipit Records. Plátufelagið vendi sær til Petur W. Háberg stutt fyri jólini við einum tilboði um at geva fløgu út hjá teimum. Hetta segði Petur skjótt ja til, og fyrst í ár fór hann í Krisstuff studio við bólkinum hjá sær, Bet You are William, at taka upp í nakrar vikur. Alt summarið arbeiddi Petur saman við Hans Poulsen um at framleiða fløguna, inn­ spæla fleiri løg og leggja síðstu hond á, áðrenn hon skuldi til miksing hjá Óla Poulsen. Prosessin hjá Onnu D. Háberg hevur verið nakað øðrvísi. Hon og maður hennara hava skrivað nøkur av løgunum sjálv, men afturat sær hava tey havt eitt nú sangskrivararnar Regin Guttesen og Martin Joensen og framleiðar­ an Gunnar Guttesen. Umframt hetta eru tvey tøkuløg við á fløg­ uni: »Heystið« hjá Judy og Óla og sálmurin »Gud, tú ert Gud mín«. Tá Anna var klár við øllum løgunum, hon vildi hava við á útgávuna, fóru hon og framleiðslu­ toymi hennara til Danmarkar at taka upp við útvaldum, donskum studiotónleikarum. Fløgan varð tikin upp live uppá tríggjar dagar. Geva út samstundis Petur greiðir frá, tá hann verður spurdur, at tað er ikki við vilja, at tey geva fløgurnar út samstundis. Tað eru bara umstøðurnar, ið hava tillagað seg soleiðis. Men nú, tá tað er so, vilja tey fáa sum best burturúr tí. ­ Tað er nokso stuttligt at geva út samstundis uppá hendan mátan. Tað gevur nógv prát aftur og fram um, hvussu man skal fara fram, hvar tað er best at framleiða, prenta, taka upp og so framvegis. Tað er ógvuliga læru­ ríkt uppá nógvar mátar. Eg skuldi í grundini geva mína fløgu út í mai í ár, men tað var ymiskt, ið gjørdi, at tað ikki bar til, og at eg Móðir og sonur við hvør sínari fløguútgávu Dagligi leiðarin í Javna, songrøddin Anna D. Háberg, og sonur hennara, Bet You are William oddamaðurin Petur W. Háberg, geva í hesum døgum út hvør sína debutfløgu. Hennara er í nu-jazz sjangruni og kallast »Nakið«. Hansara liggur yviri í rokkuta poppinum og eitur »See Inlaid Heart For Details« myspace.com/annadhaberg »Onki summar« »Leið meg« myspace.com/peturmusic »Slick Sense« »Dynasty« »So Long« »Here We Go Stereo« »Here We Go Stereo« (B.A.B.Y remix) rockpipitrecords.com Fløgan hjá Bet You are William kemur á marknaðin í dag, og tann hjá Onnu D. Háberg verður á gøtunum í morgin Mynd: Jens Kristian Vang