hósdagur 27. november 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2008
lýsingartilfar
‘08
45
Heilsølan hjá Poul
Michelsen hevur verið
í støðugari menning,
síðani byrjanina í 1974,
og umboðar fleiri vørur.
Fyritøkan selur m.a.
sodavatn frá Royal
Unibrew, og eru nýggju
og umhvørvisvinarligu
fløskurnar ein sólskins
søga
P/F Poul Michelsen hevur sína søgu
aftur til 1974. Poul Michelsen byrjar
sítt virksemi í kjallaranum heima í
Gundadali. Tey fyrstu árini virkaði
fyritøkan sum firma, men í 1977
varð fyritøkan umskipað til parta
felag. Í 1979 bygdi felagið við
Hoyvíksvegin. P/F Poul Michelsen,
ella PM, sum fyritøkan vanliga
verður nevnd, hevur síðan tá verið í
støðugari menning.
Byrjað varð sum serheilsøla innan
sølu av køli og frystivøru, men í
dag er úrvalið nakað væl størri, og
tænasturnar nógv fleiri.
Umframt køli og frystivøru, eru
vit eisini serkøn innan frukt og
grønmeti, catering, provianteringar
og bakaravøru.
PM er eisini umboð fyri m.a. Faxe
leskidrikkir, Merrild kaffi og Credin
bakaravørur. Hesum tænastum eru
tað serdeildir innan PM, sum taka
sær av.
Seinasta nýggja er, at PM nú eisini
bjóðar seg fram sum heildarveitara,
og kann bjóða vørubólkar innan
matvøruhandil og mattænastu.
Sodavatn í umhvørvisvinarligum
fløskum
Øll kenna Faxe sodavatn, og aðrar
danskar sodavatnsfløskur. Hesar
umboðar PM eisini.
Aftanfyri Faxekondi stendur
Royal Unibrew, sum umboðar
donsku bryggjaríini Faxe, Ceres,
Thor, Albani og Maribo.
Men Royal Unibrew er meira enn
Faxekondi. Pepsi Cola kemur eisini
frá Royal Unibrew og
sodavatnsmerkið Mirinda sæst
eisini kring alt landið.
Royal Unibrew er komin við
nýggjari og umhvørvisvinarligari
fløsku, ið hevur fingið sera góða
móttøku. Og alt bendir á, at so
verður eisini í Føroyum.
Nýggju fløskurnar eru vakrari og
lættari. Eisini slepst undan kassum
hjá handlum og hjá útkoyrarum,
og hetta lættir um og minkar
hettar um nýtslu av brennievni, og
harvið útlaátinum av CO2.
Ístaðin fyri kassar, er plast um
fløskurnar, og við brenning verður
hetta upployst í vatni og koldioxid.
Eisini er nýggja fløskan tunn, so
hon kølist skjótari í kuldaskápinum.
Pant fæst fyri fløskurnar, ið eisini
verða endurnýttar fult út.
Hjá PM starvast umleið 50 fólk.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nýggjar umhvørvis
vinarligar
fløskur frá PM
fyri hvønn bert
34,95
Reyður, svartur,
silvur ella gull
Rundir Ø38 cm
Dekkserviettar
kr. 699,-
Bundgaard
barnaskógvar
Jólaskógvarnir til barnið
Minst til 1. desember...
Minst til at skifta battaríini
á roykvarnaranum
áðrenn 1. desember
sansir.fo
r