Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-27, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. november 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2008 lýsingartilfar 47 ‘08 Tað er sera einfalt, hví eigarin av skóhandlinum Lissan fór í gongd við slíkan handil. Hon elskar nevniliga skógvar. Tað er umráðandi at fylgja væl við, verður mett í Lissuni Á Norðskála eru fleiri handlar komnir síðstu árini, og ein av teimum nýggjaru er Lissan. Eigarin sigur, at einafalda orsøkin til, at hon fór í gongd við skósølu er, at hon elskar skógvar. Hon arbeiddi annars á støð í eini 20 ár og dámdi væl, Men hugurin at royna nakað nýtt førdi til Lissuna. Lissan er nú beint yvir ár ár. Handilslívið í økinum er í fagrasta blóma, og fleiri handlar eru komnir á Norðskála. Og nógv fólk leggur leiðina framvið, og hetta merkja handlarnir. Og í Lissuni merkja tey eisini, at ymsu handlarnir hava gleði hvør av øðrum, tí fólk kunnu koma í økið og fáa ymsa vøru, og sleppa kanska undan at koyra longri teinar. Í Lissuni verður dentur lagdur á at fylgja væl við. Roynt verður at fara á messur og annars at fáa tað gamla út, og nýtt úrval inn. - Tað er umráðandi at fylgja væl við, verður mett í Lissuni. Og ongum nýtist at fara í Lissuna til fánýtis, tí vøruúrvalið er stórt, og er til menn, kvinnur og børn. Og hugsað verður eisini um at hava skógvar til bæði yngri og eldri. _____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo' Ongum nýtist at fara í Lissuna til fánýtis, tí vøruúrvalið er stórt, og er til menn, kvinnur og børn Rein føroysk ull! Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Stílur & elegansa Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo cool til jóla! Í Miðlon Hoyvíksv. 67 100 Tórshavn Tel 321755 k EIN K J ÓLI 33 MØG ULEIK AR Á A R V E G U R 1 2 · T Ó R S H A V N · T E L 3 2 1 7 0 6 Eitt ár við Lissuni