fríggjadagur 28. november 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 28. november 2008
23
tíðindi
haldið
Tað er ikki rætt
tá sagt verður, at
Norröna siglir
fullfermd við
ferðafólki úr Bergen
summarmánaðirnar.
Hevði tað verið
so, góvust vit ikki
við siglingini,
sigur Jákup Sverri
Kass, sølu- og
marknaðarleiðari á
Smyril Line
FERÐAFÓLKA
FLUTNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í blaðnum mikudagin
greiddu vit frá
ferðamanni, sum ikki
slapp aftur til Noregs, tí
Norröna avlýsti túrin til
Bergens. Hesin ferða
maðurin skilti ikki, at
Norröna yvirhøvur gavst
at sigla upp á Bergen, tí,
sambært honum, so sigldi
Norröna full av ferðafólki
allar summarmánaðirnar.
Men hesum vísir Jákup
Sverri Kass, sølu og
marknaðarleiðari á Smyril
Line, aftur.
Vit hava sjálvandi ná
greinilig hagtøl yvir ferða
tólkatalið á
Bergensrutuni, og hesi
vísa, at vit liggja
niðanfyri 600 ferðafólk í
meðal til ein belegning
upp á 1482, sigur Jákup
Sverri Kass.
Hann sigur, at um
Norröna sigldi fullfermd
við ferðafólki hvønn túr
summarmánaðirnar, so
høvdu teir sjálvandi
hildið fram við siglingini.
Men veruleikin er ein
annar.
Belegningurin á Hanst
holm rutuni er so at siga
100% hvønn túr, og vit
uppliva alla tíðina, at fólk
spyrja um Hanstholm
rutuna. Tí optimera vit
tær rutur, sum kasta
pening av sær, meðan vit
niðurleggja tær órentablu
ruturnar, sigur Jákup
Sverri Kass.
Hann vísir eisini aftur,
at tað var siglandi upp á
Bergen seinasta
vikuskiftið.
Allat ferjur høvdu
aflýst at sigla upp á
Bergen farna vikuskiftið.
Fjord Line royndi, men
mátti gevast eftir tveir
tíma royndir. Og sama túr
valdu vit at bíða eftir
Fjord Line, sum var
seinkað, tí við vóru fýra
føroyskar familjur, sum
skuldu heim til Føroya
við Norrönu. So vit royna
sanniliga at taka fyrilit
har vit kunnu, sigur Jákup
Sverri Kass í stuttari
viðmerking.
Bergen loysir
seg ikki
Hundrað fløgg, hvørt við
sínum árstali frá 1908
fram til 2008, vóru spjeidd
út á trý borð
Eitt nýtt búmerki, ið skal nýtast í sambandi við øll tiltøk, sum verða fyriskipað í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar
kommunu sum fólkavald kommuna. Á myndini saman við borgarstjóranum Birgir Kruse, sum samskipar tiltøkini í sambandi við
100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu
Tað var ikki veður hjá Norrönu at fara inn í Bergen
seinasta vikuskifti