Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2008 35 Stutt Sagt Heimsins elsta kvinna deyð Amerikanska Edna Parker, sum doyði fyrradagin, var elsta kvinna í heiminum. Hon var fødd tann 20. apríl í 1893 og var sostatt 115 ár og 220 dagar, nú hoin doyði á einum ellisheimi í býnum Shelbyville í statinum Indi­ ana. Í metbókini hjá Guin­ ness stendur, at bara 13 fólk hava lkivað longri enn Edna Parker. Edna Parker bleiv einkja longu í 1939, tá maður hennara doyði. Hon búði einsamøll á einum garði, líka til hon varð 100 ára gomul. Tá flutti hon fyrst inn til sonin at búgva, men fór seinni á ellisheim. Sjálvt um Edna Parker ongantíð rørdi rúsdrekka ella tubbak, vildi hon ikki siga øðrum, hvussu tey skuldu gera fyri at røkka líka høgum aldri sum hon. Hennara einasta tilmælið var, at fólk skuldu gera alt fyri at fáa sær eina so góða útbúgvin, sum til bar. Sjálv var hon lærari í rokning á sínum yngru árum. Av tilvild kom Edna Parker at vera á sama ellis­ heimi sum Sandy Allen, ið sambært Guinnes var heimsins størsta kvinna. Sandy doyði í august, og nú Edna eisini er farin, hevur ellisheimið í Shel­ byville mist bæði tey kendu búfólkini, skrivar AP. Edna Parker var heimsins elsta kvinna Mynd: AP SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg hoyrdi drongin gráta, so eg skundaði mær at taka hann og rann út. Tað lukkaðist kvinna á hotelli í Mumbai útlond Indisku myndug­ leikarnir halda, at yvirgangsmenninir í Mumbai komu hagar við skipi. Kanningar hjá indisku løg­ regluni hava avdúkað at yvirgangsatsóknin at mál­ um í Mumbai fyrradagin var sera væl fyrireikað, og nógv bendir á, at yvirgangs­ menninir hava fyrireikað seg í fleiri mánaðir. Kapil Sibal, sum er ráð­ harri í vísindi og tøkni, sigur við blaðið The Times of India, at yvirgangs­ menninir høvdu gjørt sokall­ að „eftirlitsrúm“ á hotellun­ um Taj og Trident Oberoi med «kontrollrom». Tað vísti seg eisini, at teir vóru gjølla kunnaðir um, hvussu hotellini eru innrættað, og tí ivast ráðharrin ikki í, at tað eru fleiri mánaðir, síð­ ani atsóknirnar vórðu lagdar til rættis. Trolari hvarv Indisku myndugleikarnir eru sannførdir um, at yvir­ gangsmenninir komu til Mumbai við flogfari ella eftir sjónum. Løgregluovast­ in heldur, at teir komu við skipi, og at teir komu til lands við smáum gummibát­ um. Eitt hugsan hjá løgregluni er, at yvirgangsmenninir kunnu vera komnir við ein­ um indiskum trolara. The Times of India skrivar frá keldum í løgregluni um ein trolara, sum hvarv fyri 14 døgum síðani. Trolarin fór til fiskiskap tann 14. november á einari fiskileið úti fyri marknaleiðini millum India og Pakistan, men reiðaríið misti sambandið við hann. Tá indiska sjóverjan kom fram á trolaran, var bara líkið av skiparanum at finna. Nú heldur løgreglan, at yvir­ gangsmenninir rændu trol­ aran og noyddu skiparan at sigla teir til Mumbai­leiðina. Tamarhald á støðuni Indisku myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at herurin hevði tamarhald á støðuni í Mumbai. Sagt varð, at nógv teir flestu gíslarnir vóru frí­ aðir, og at støðan á hotellin­ um Trident Oberoi var kom­ in í rættlag. Á hinum hotell­ inum, Taj Mahal, var kanska ein yvirgangsmaður eftir. Samstundis varð sagt, at servandi hermenn høvdu lopið á eina jødiska støð í Mumbai, har yvirgangs­ menninir tóku fleiri fólk gíslar fyrradagin. Tað ljóð­ aði í gjárkvøldið, at Ísrael hevði sent servandar her­ menn til India at hjálpa ind­ iska herinum. Indiska forsætisætismála­ ráðið sigur, at minst 125 fólk doyðu í yvirganginum í Mumbai, og at umleið 300 vórðu særd ella fingu skaða. Komu kanska við rændum trolara Við álítandi kann­ ingum og góðari viðgerð ber tað til at beina fyri virusin­ um, sum elvir til eyð­ kvæmi Heimsheilsustovnurin WHO er bjartskygdur um bardagan ímóti eyðkvæmi. Í einari nýggjari frágreiðing skrivar stovnurin, at útrokn­ ingar vísa, at tað ber til at vinna bardagan ­ á pappírin­ um í hvussu er. Í frágreið­ ingini, sum er prentað í teirri seinastu útgávuni av tíðarritinum The Lancet, vilja leiðandi granskarar vera við, at tað ber til at útrudda HIV­virusið innan tíggju ár. Frágreiðingin byggir á royndir í Suðurafrika og Malawi, har læknar hava kannað fólk á hvørjum ári og givið teimum, sum vístu seg at hava smittuna, heili­ vág. Hetta saman við øðrum átøkum so sum upplýsing um fyribyrging hevur gjørt, at talið á nýggjum HIV­til­ burðum er minkað 95 pro­ sent tey seinastu 10 árini. WHO sigur, at verður framferðin í Suðurafrika og Malawi brúkt um allan heimin, verður talið á teim­ um, sum doyggja av eyð­ kvæmi, minni enn fýra milli­ ónir um árið innan 2050. Í løtuni er talið 8,7 milliónir. Men hesi átøk eru dýr. WHO sigur, at skal sama framferð brúkast um allan heimin, verður kostnaðurin knappar 25 milliardir krón­ ur um árið. Kunnu útrudda HIV innan tíggju ár Tað ber til at útrudda eyðkvæmi, men tað verður dýrt Mynd: AP Hesin bretski ferðamaðurin var millum gíslarnar, sum blivu fríaðir Mynd: Polfoto Indiskir løgreglumenn eygleiða støðuna uttan fyri Trident Oberoi-hotellið Mynd: AP