fríggjadagur 28. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti
4
Eini 20 teldupostar, eins nógvar
telefonsamrøður og nógv tol skal
til fyri at fáa fatur á Carolu. Eina
viku er hon í Hollandi, næstu í
Singapore, og harímillum má hon
faktiskt venja til jólakonsertirnar,
roynir hennara agentur at
forklára.
So at enda fáa vit tað at rigga -
eg og Carola - og samrøðan gerst
veruleiki.
Eitt sindur soleiðis hevur tað
eisini verið við at fingið Carolu til
Føroyar. Fólk hava roynt at fingið
hana til summarfestivalarnar
nakrar ferðir, og onnur hava drigið
í hana á jólum. Men ikki fyrrenn
nú gjørdist tað veruleiki.
- Eg vil víðka mín sjónarring, eg
havi sungið so nógv í Svøríki og
Noreg, nú er tíðin komin at syngja
í hinum Norðurlondunum, sigur
Carola Häggqvist. Hon hevur,
sum áður sagt, ongantíð verið í
Føroyum, og er tí avbera spent
at síggja, hvat Føroyar hava at
bjóða.
- Hvør veit, eg fái mær kanska
ein føroyskan mann, teir eru
kanska lættari at finna, flennur
hon, tá eg sigi, at tað bara búgva
48.000 fólk í Føroyum.
Tónleikurin, sum Carola fer at
framføra, er frá fløgunum Jól í
Betlehem 1 og 2. Fløgurnar eru
innspældar í føðikirkjuni í Betle-
hem og eru sera vælumtóktar.
Á seinnu fløguni hevur Carola
tikið nakað av tí orientalska við,
og fer tað eisini at síggjast aftur
á pallinum í Føroyum.
- Vit brúka roykilsi, hava eystur-
lendskar máttur, og eg eri ílatin í
Betlehems-kaftanin, sigur hon.
Eisini er ísraelski tónleikarin
Issa Mourad við á pallinum og
spælir eitt serligt slag av gittara,
sum eitur Oud.
Carola er sjálv trúgvandi, og
tí eru jólini ein serlig hátíð fyri
hana.
- Tá eg syngi mín egna sang,
„Himlen i min famn“, kenni eg
meg næstan sum Maria við
Jesusbarninum, sigur hon. Jólini
eru ein tíð, har vit skulu seta
kærleikan, vónina og fyrigeving
í hásæti. Eg vóni, at mínar kon-
sertir kunnu vekja fólk, og fáa tey
at síggja veruliga boðskapin á
jólum.
Carola hevur í ár hildið 25 ára
jubilæum, síðani hon byrjaði sum
songkvinna. Tey flestu minnast
hana frá Grand Prix, har hon sang
vælkenda „Fræmling“. Tá sum nú
er Bíblian í hásæti í hennara lívi.
Sjálv heldur Carola jólini saman
við familju, men sigur, at hon
dugur væl at skilja, hvussu tað er
hjá teimum, sum sita einsamøll
á jólum.
- Nú eru bæði míni foreldur
farin, og eg havi ongan mann at
halda jólini saman við, so eg skilji
væl, at jólini ikki altíð eru so ljós
hjá øllum.
Carola hevur sonin Amadeus,
10 ár, saman við norska prædiku-
manninum Runar Søgaard, men
tey eru skild. Sonurin, systurin
og eitt syskinabarn eru tey, hon
heldur jól saman við.
Jólamaturin er heldur øðrvísi
heima hjá Carolu enn í øðrum
svenskum heimum. Carola etur
lamstjógv á jólum. So tá hon
hoyrir, at tað eru umleið 80.000
seyðir í Føroyum, flennur hon hart
og sigur „Eg elski seyð, kundi tað
ikki borið til at fingið ein seyð upp
á pallin ...?“
Nakað hon heilt víst fer at fáa
upp á pallin eru børnini. Á hvørji
konsert bjóðar hon børnunum
upp, men oftani eru tey torfør at
fáa av pallinum aftur, so á hesi
konsertferðini ætlar hon at geva
børnunum ein pakka, tá tey fara
niður aftur.
- Mínar framførslur eru ógvu-
liga barnavinarligar, og eg havi
fjepparar í øllum aldrum, sigur
Carola. Hon skal verða við í
svensku sjónvarpsendingini „Idol“
fríggjakvøldið og royna at læra
luttakararnar at syngja gospel.
So tað kann vera. at hon tekur
nøkur „gospel wayl“ á pallinum í
Hoyvík.
- Hvussu langar plaga tínar
konsertir at vera?
- Oj, tað kemur ann upp á
áhoyrarnar, vilja tey hava nógv, so
gevi eg nógv, sigur hon, og leggur
aftrat, at oftani tekur tað longri
tíð hjá henni at skriva autografar
og verða við á myndum, enn tað
tekur at syngja.
- Tá Sissel Kirkjebø var í
Føroyum sang hon ein sálm á før-
oyskum, fer tú eisini at gera tað?
- Gjørdi hon? Ja, nú tú sigur
tað, so hevði eg kanska kunna
sungið eitt vers í onkrum kendum
jólasálmi á føroyskum.
Eitt føroyskt kór fer at syngja
saman við Carolu á pallinum í
Hoyvík.
Konsertin hjá Carolu í Havn var
útseld longu eftir fimm døgum,
og fyriskiparirnir Five Star Enter-
tainment siga frá, at dagliga ringja
fólk og vilja hava atgongumerki.
Carola blívur sera fegin, tá eg
sigi hetta fyri henni, og fyrsta
reaktiónin er - „So burdu vit jú
havt eina konsert afturat í Før-
oyum - tað er jú synd, at øll ikki
sleppa sum vilja“
Men - leggur hon aftrat - hetta
er bara ein byrjan - eg komi heilt
víst aftur til Føroyar.
Carola:
»Eg fái mær kanska
ein føroyskan mann«
Fyrrapartin í morgin lendir Carola
Häggqvist vónandi í Føroyum. Heimskendi,
svenski sangfuglurin fer fyri fyrstu ferð
nakrantíð á pall í Føroyum. Sosialurin
hevur, sum einasta føroyska blað, fingið
eina samrøðu við Carolu um jólini, trúnna
og seyð
Samrøða
Inna Tørnross
inna@sosialurin.fo
Carola Häggqvist
Aldur:
42 ár
Býr:
í húsi í Saltsjøbaden
uttan fyri Stokkholm
Familja: sonurin Amadeus,
10 ár, tvær kettur og
eina Harley Davidson ...
Motto: Onki er ógjørligt fyri
hann, sum trýr
Fakta
Carola fer at framføra jólasangir, sum eru upptiknir í føðikirkjuni í Betlehem