Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 28. november 2008 lýsingartilfar 51 ‘08 Snældan er fyritøka, ið hevur verið í somu familju síðani 1949. Tógv og troyggjur eru millum vørurnar, og millum kappingarneytar á økinum, so er Snældan eina um at hava alt virksemið í Føroyum Snældan byrjaði í 1949 og hevur øll árini verið í somu familju. Tað byrjaði sum spínnarí, har tey tóku ull inn og spunnu fyri fólk. Seinni varð farið undir at fram­ leiða bundnar vørur, og er gamla fyritøkan kend á júst hesum økinum. Merkisvert er eisini, at nú er Snældan í kapping við onnur á økinum, men Snældan er einasta av fyritøkunum, ið hevur alt virksemið í Føroyum, tí onnur hava flutt partar av virkseminum eitt nú til lond eystanfyri. Tógv Á Sælduni vilja tey ikki beinleiðis váttað, at talan er um tógvi stríð, men ásannast má, at júst tógv fyllir nógv í framleiðsluni. ­ Vit selja nógv tógv, sonevnt nappað tógv, og so er tað eisini sonevnt skipstroyggjutógv. Vit hava framleitt og selt so nógv tógv, at stundir hava ikki verið at gjørt so nógv við troyggjurnar, tí orka hevur ikki verið til tess, verður sagt á Snælduni. Fleri snið Snældan framleiðir mong ymisk snið av troyggjum. Sniðini vera gjørd av teimum, ið arbeiða á Snælduni, men Snældan hevur eisini keypt frá sniðgevum í Føroyum. Snældan er fyritøka, hvørs virkis­ bygningur er á Strondum, men umframt hevur Snældan eisini handil í Havn. Í alt arbeiða 8 fólk á Snælduni. __________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Snældan hevur spunnið síðani 1949 Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50 Góð jólagávu- hugskot tel. 351220 Jólagávuhugskot Tórshavn | Kambsdalur kr. 295,- SONY NWZ-B135 1GB (250 sangir) Elegant snið. Bein- leiðis USB-samband (drag and drop) MP3 avspælari Tel 42 22 70 · 460 Norðskáli STANLEY GÁVU- OG LITBÚÐ Jólagávuhugskot Te-bryggjari kr. 499,- r